Feb 4, 2014

LOUISIANA

Altíð eina vitjan vert. Mín sunnudagsútferð var norður til Humlebæk á Louisiana. Lars var so beinasamur at koyra meg norð við mínum matpakka. Eg sá ikki færri enn tríggjar sýningar og sjálvandi tað, sum altíð er at síggja har, m.a. útiverkini.
DK jan 14 121
Bromberjakakan var frálík dessert. Myndin niðanfyri er tikin við fullum zoomi av Oyrasundsstrond.DK jan 14 127
OG SÆR SO NÓGVAR MUNNAR
Fyrsta sýningin eg sá var Asger Jorn og Jackson Pollock, ein einastandandi framsýning. Teir umboða báðir eina nýggja ekspressionismu eftir kríggið. Líkir og tó ólíkir. Har vóru eisini so sera góðar frágreiðingar á donskum og enskum um háttalag, tøkni, motivskapan og um, hvussu listamenninir sóu sambandið ímillum listaverk og ‘veruleika’.
DK jan 14 153
Myndir av postkortum, Asger Jorn omanfyri og Pollock niðri undir.DK jan 14 167
Onnur sýningin var ARKTIS. Hana dámdi mær ikki so væl. Afturlítandi og folkloristisk. Og listin var næstan bara fotomyndir, og fá grønlendsk ella arktisk listafólk vóru umboðað. Geologi og etnografi, kajakkir og ein ovurstór útstappað ísbjørn. Eitt videoverk fangaði meg: ein dokumentarfilmur um grønlendskar fangar í Danmark. Blaðungir menn, drápsmenn. Teimum leingist heim, og einki fongsul er í Grønlandi, londini bæði kunna ikki semjast um, hvør skal gjalda.
DK jan 14 134
Tann triðja sýningin eitur Det arabiske nu. Hon var fyri tað mesta um húsabygging fyrr og nú, m.a. vóru myndir av háhúsabygging í Dubai. Ein fjølbroytt framsýning við videosýningum, fotomyndum og nógvum húsamodellum.

No comments:

Post a Comment