Feb 12, 2014

…a life of its own


Fyri eini viku síðani var eg í Louisiana og sá Asger Jorn og Jackson Pollock, sum eg eisini bloggaði um 4. feb. Lítið visti eg tá, at partur av framsýningini og tí stóra sýniskataloginum var blivið fyrireikað í Føroyum ella úr Føroyum. Lotte Nishanthi Winther, listasøgufrøðingur, var við til at seta framsýninginas í Louisiana upp, og hon býr í Suðuroy, har hon arbeiðir, sum hon segði í sínum Skypekontóri.P1000340
Hon segði, at framsýningin var ein roynd at fáa hesar báðar at hittast, teir hittust ongantíð í lívinum. Tað var dupult stuttligt at hoyra um framsýningina, tí at eg havi sæð hana og fingið nógv burturúr. Fyrst sóu vit ein film, har Pollock arbeiðir við einum stórum málningi, sum liggur á jørðini. Pollock fær arbeitt frá øllum síðum, og hann fær nýtt tyngdarmegina, tá ið hann stoytir og slettir máling á.  Lotte N. Winther greiddi frá, hvussu listamenninir arbeiddu, at Pollock var einspennari og arbeiddi við sær sjálvum, og Jorn var partur av fleiri listafelagsskapum og tjakaðist um list og samfelag altíð tá ið tað bar til.
Pollock segði, at málningurin livdi sítt egna lív, og hann royndi at lata hann liva.
P1000336P1000338P1000342

No comments:

Post a Comment