Bókin er ummæld í Sosialinum 14. feb. 2014. Hanus Kamban leggur fyri við at siga, at bókin er tann fyrsta krimisøgan eftir kvinnu á føroyskum, men har fer hann skeivur. Mina Reinert hevur bæði skrivað krimiskaldsøgu, Duldar leiðir, og krimistuttsøgur.
Offurmorðið er ein krimibók, og hendingar og persónar eru hegnisliga riðað saman í eitt spenningsfult net, sum fangar lesaran. At bera so í bandi, at ex sjeikurin Magnus úr Noreg, og vinurin og elskarin Javier, brotsmaðurin Ignacio og mangir aðrir hittast í Amazonas í dramatiskum umstøðum, er eitt flott avrik, ein røð av hendingum og tilvild føra til eitt flott hæddarpunkt í bókini.
Men ikki bara morðgátan fangar lesaran, eisini tarvafektaraumhvørvið, sum lýst verður. Persónliga havi eg altíð hildið, at tarvafekting er ein barbariskur og ódámligur siður, men eg havi ongantíð lisið nakað um tarvafekting.
Durita man hava kannað evnið væl, vit fáa at vita um búnar, amboð og rørslur, kanska hon hevur gjørt sum Alisa í bókini og verið á vøllinum við einum tarvafektaratoymi. Eins og onnur list kann tarfekting býtast sundur eftir stíli, hon kann vera klassisk, sum hjá Ignacio, djørv sum hjá Victor Sanchez ella listarlig sum hjá Javier. .
Og frásøgnin um hin dámliga, kimiliga tarvafektaran Javier lýsir tarvafekting sum listarligt avrik, hann elskar tað, men hann hugsar eisini um, um hetta blóðuga ritual er nakað, sum hann hevur í sínum ílegum frá sínum ísakalda pápa. Ivastøðan hjá Javier er eyðkennandi fyri persónslýsingarnar í bókini. Tær eru ikki svart hvítar. Beistið Ignacio er ikki bara drápsmaður, men eisini ein maður í svárari samleikakreppu, og hópdrápsmaðurin Kommamdanturin hevur svár minni í ryggsekkinum. Og her líkist bókin kanska minst eini meðalkrimi: persónarnir eru áhugaverdir.
Kynsleiklutir. Hetta er evnið, sum høvuðspersónurin Alisa skal kanna í Columbia, men hennara egna lív og sterka persónligheit eru eisini kanningarverd. Sambandið við Magnus er merkt av hennara frælsistrá, og at hon ikki ynskir sær eitt siðbundið parlag. Feltarbeiðið hjá antropologinum Alisu er í tarvafektaraumhvørvi í Columbia, og har fær hon innlit í víðgongda mansligheit, frásøguviðurskiftini gera, at lesarin fær eina rúgvu at vita um losjuna Brøðralagið, ein miðaldarligan dreingjabanda, sum hatar kvinnur. Áhugavert er, at hesir órøddu, fimu menninir, sum berjast við tarv eru í so sera pyntiligum búna, figurseymaðum broderaðum klæðum og ballarinaskóm. Tað gleddi meg, at Alisa kortini ikki fór við Magnusi til Noregs men helt fram við síni gransking, hon hevði jú fingið fótin innum ímillum toreadorarnar.
Rithøvundurin er antropologur og bókin er um fjarskotin støð og indianarafólkanna støða verður lýst. Duruta hevur kannað málið og veit hvat hon skrivar um.
Fín bók, rós verd!
No comments:
Post a Comment