Nov 23, 2011

Dagar ið broyttu heimin (2)


HM 1976



31. juli 1976 kl. 2 ella 3 á morgni komu eg og Inga Rósa gangandi niðan ígjøgnum Havnar bý. Veðrið var av tí fagrasta. Nakað av fólki gekk enn í býnum, summi við góðari føru. Nógv pør gingu tætt samantvinnað. Vit tímdu illa heim enn, og glaðar vóru vit, tá ið vit hoyrdu onkran kvøða. Skundaðu okkara ferðini eftir ljóðinum, og har uttan fyri sjónleikarhúsið var ein ringur. Dansurin í Sjónleikarhúsinum var liðugur og húsið stongt. Men ólavsøkufólkið vildi ikki lata sær siga, tey vóru ikki mett av dansi enn. Vit sóu nú onkran, sum vit kendu í dansinum og fóru uppí. Tann , sum vit kendu , var Jógvan Adolf. Hann høvdu vit kent leingi, líka síðani hann og Elspa høvdu gingið í klassa saman á læraraskúlanum. Tað var ein so sjáldsamur klassi, vit kendu tey øll, tí tey vóru so nógv saman og so stuttlig, har vóru eitt nú Hallgerð Hansen, Brynhild Follend og Arne Ludvig, Ata úr Mykinesi og Hanna, Gutti og Heini.


BKogIR1976.2 001


Vit fóru uppí ímillum Jógvan Adolf og ein stóran mann í føroyskum klæðum. Hann var ein flottur fýrur, tað kendi eg á mær, nú ið helt í hesa stóru hondina og hoyrdi hann kvøða við, men eg sá mest Jógvan Adolf og eygleiddi hansara livandi sjónleikakvøðing. Eg visti ikki tá, at tann stóri maðurin æt Hans Marius, ei heldur grunaði eg, at hann og eg skuldu vera samanbundin frá teirri løtu, til hann mátti fara hiðani 34 ár seinni.


Eg búði í Danmark, var heima í feriu, hevði kátt mítt lív saman við Ingu Rósu. Sólrun var tá 7 1/2 ár og spældi við Leyvoy og aðrar gentur í Grønlandi. Eg var 26 ár, og Sólrun og eg høvdu búð tværeinar í tvey ár.


Turið og Bergur 010Turið og Bergur 008Turið og Bergur 009Leynasandi




Dagurin var reiðiliga komin, tá ið vit góvust at dansa uttan fyri Sjónleikarhúsið. Nú fóru vit - øll gongan, ein túr gjøgnum býin, trek at fara heim, royndu at fá hesa fagnaðarløtu at vara longur , á Kongabrúnna, longur á Skansan. Á Skansanum steðgaðu vit á, og til at fáa løtuna at vara enn longur bóðu vit sjeikarnar koma heim at fá sær morgundrekka. Í Leivsgøtu var ólavsøkuhýrur, og tey vóru fegin, at vit komu við gestum. Men drekkamunnurin mundi vera hvørki so: av óvart gav eg Hans Mariusi te úr eini kaffikannu, og tað er aldrin smart. Hann spurdi, um eg helt hann vera sambandsmann, hann sipaði sjálvandi til táttin um “..sambandsmenn...drekka kaffi og te í senn”. Soleiðis fekk eg beinanveg at síggja Hans Mariusa mest eyðkendu síðu okkara fyrsta kvøld, sum jú var ein morgun.


Í dag hevði Hans Marius fylt 70. Men nú er hann æviga ungur, sum tíðliga á morgni annan ólavsøkudag 1976, tá var hann 34 ár. Harragud sum eg sakni teg!

2 comments:

  1. Yndislig føgur er hendan kærleikssøga, sum er upprunin til alt eg eri. Sakni eisini tann vakra mannin, ið eg stolt kalli pápa mín. Og fegnist um mína vøkru móður sum er mær so nær.

    ReplyDelete
  2. Hattar má kallast kærleikið. Hav tað gott Bergljót

    ReplyDelete