Pallurin er sera stiliseraður, tað er nokk ein stór avbjóðing at gera pallmynd, tá ið pallurin er so lítil. Rekvisittir eru næstan eingir, ein kvísl og nakrar fotomyndir. Leikurin sjálvur er eisini sera stiliseraður, hyggjarin má sjálv/ur ímynda sær nógv av tí sum hendir. Summar hendingar eru sagdar ikki spældar, frásøgufólk er oftan inni í myndini. Men tað er kraft í orðinum. Av leikarunum nevni eg bara Gunnvá, hon hevur størsta leiklutin, sum Alida í tí fyrra tíðarskeiðinum, hon sum upplivdi náttina í býráðskjallaranum, hon sum livdi alt lívið við skommini og skuldini. Gunnvá stendur fyri ti dramatiska í leikinum, og hon er frálík! Tann seinna helvtin eftir steðgin er tann dramatiski parturin, fyrri partur er meiri upplestur og minni leikur. Í seinna parti fær Alida ein gest, tað er tann unga Sarah (Barbara Christophersen), sum hon er ommusystir at, men tað veit hon ikki fyrr enn seinni. Og so fer øll søgan á rull. Myndin niðanfyri er tikin av blogginum RØDDIN, sum hevur eitt langt ummæli – eisini við søgugongdini. Fínur leikur, óhugnaligur í støðum, men henda útgávan er ikki so grafisk, sum tann íslendska, sum verður spæld í Tjóðleikhúsinum í løtuni, havi eg hoyrt.
Les bókina og síggj leikin.
No comments:
Post a Comment