Nov 9, 2011

FÓLKATELJING

Nú er handan vanlukku fólkateljingin á skránni, her kom ein ungur maður í hasum ljósabláa jakkanum við spurnarblaðnum. Nú eru góð ráð dýr, sá at javnstøðunevndin mælir til at svara og ikki boykotta, og tað ger, at eg eri farin at ivast. Og, sum sálmaskaldið sigur ‘ivi í huga tungur er’.  Eg meini tað, teir hava havt tvey ár at broytt navnið. Nei, lítlibeiggi er treiskur, illanstíð. Nú er tað tað, at bæði orðini blivu brúkt seinast, og tað verða tey eisini nú.  Argumentini og tað skítbýtta útvatnaða skemtið, sum hevur verið at hoyrt um mansmorð og at kvinna bátar osfr. er so býtt, at tað hevur ikki svar uppiborið. Men eg svari nokk kortini, hóast eg havi lovað ikki at gera tað, men tað er undir protest ímóti tí avoldaða kallveldisorðinum, málið er hansara økið….sbr. …tá ið man er upp á vegin, er man ofta so sjúkur…ella…man blívur púra býttur av sínum ommubørnum……tað er tí at hatta merkir: tá ið menniska er upp á vegin…og menniska verður ….see? Nothing to it, really!

IMG_0272[1]

No comments:

Post a Comment