Eg haldi, at rákið hevur nú verið eina tíð at siga fólk, limur ella menniskja um øll tey mansligu orð, sum eru í starvsheitum og aðrastaðni í málinum. Vit hoyra ofta løgtingskvinna, løgtingslimur, forkvinna, umboðsfólk osfr. At tað almenna við sínum MANNTALI gongur á odda ímóti hesum ráki, haldi eg er átalu vert, so kann ein kjakast um, um tað er av málpolitiskum ella valdpolitiskum grundum, men tær báðar eru jú samantvinnaðar og hava altíð verið tað. Teir ella tey ráðandi á málpolitiska pallinum hava so nógv annað meiri átroðkandi at gera enn at vekja gamlatestamentsorð til lívs aftur.
Argumentini fyri orðinum MANNTAL, sum eg havi sæð á FB eru íkki sannførandi.
No comments:
Post a Comment