Oct 31, 2013

Vágaferð


Mánadagin 28. Oktober 2013 fóru tey  í 11x útferð vestur í Vágar. Vit fóru við bussinum av farstøðini um morgunin. Fyrsta stopp var krígssavnið í Miðvági, har Karl Johan Nielsen vísti okkum savnið. Sera áhugavert, vónandi fáa tey sømdir og stuðul frá myndugleikunum at halda fram við hesum týdningarmikla arbeiði. Síðani gekk leiðin í Kálvalíð, náðinsgarðin har Beinta Arrheboe búði, frásøgufólk var Thordis Hansen, og hon dugdi væl at siga søgnina um Beintu, m.a. nevndi hon hendingina,  tá ið Beinta bleiv rend í tvagtunnuna. Áhugavert at hoyra, hvussu søgn og nýggjari skaldskapur kann renna saman hjá góðum frásøgufólki. Thordis vísti okkum eisini kirkjuna, har vit sungu ein sálm eftir Mikkjal á Ryggi, vit skoðaðu listaverkið hjá Torbjørn Olsen,  og Tordis vísti okkum ljósastakan, sum Beinta ripaði eftir manninum.
 

Útafturkomin skoðaðu vit minnisvarðan um Mikkjal á Ryggi og gingu niðan við Hýsisá.
Síðani var Sandavágur á skránni, og Heini F. Petersen vísti okkum kirkjuna, sera áhugavert at síggja Sandavágssteinin, sum hevur longstu føroysku runaristing. Vit sóu minnisvarðan um V.U.Hamershaimb, og vit gingu eisini í barndómssporum Jens Paula Heinesens og fylgdu smádreinginum í søguni ‘Brúgvin og mýran’. Vit vóru aftur í Havn klokkan gott fimm.

Oct 27, 2013

Húsið við moskuna eftir Kader Abdolah

untitled1
Bókin er upprunaliga skrivað á hollendskum, og høvundurin er iranari, sum býr í Delft Hollandi. Hann rýmdi úr landi sínum í 1988 eftir at hava verið í mótstøðurørslu fyrst ímóti Shastýrinum og síðani ímóti Khomaini stýrinum. Navnið Kader Abdolah hevur hann tikið eftir tveimum vinmonnum, sum vórðu tiknir av døgum.
Bókin er um iransku kollveltingina í 1979, tá ið prestastýrið koyrdi shahin frá, flestallir iranar vóru glaðir, at tann amerikanskt stuðlaði shahurin bleiv frákoyrdur. Ayatollah Khomeoini lovaði demoktatiskt stýri og nógvar góðar broytingar, men tað sum kom í staðin fyri shahin var sharia lóggáva, kúging, muslimsk krøv til klæði og skúla osfr. osfr. Bókin byggir á veruligar hendingar, men er ein skaldsøga og persónarnir eru skaldsøgupersónar, men í viðtali við hollendska sjónvarpið, sigur høvundurin, at hann hevur mist bæði familju og vinir í teimum blóðugu samanbrestunum. Hóast skaldsøgan er skrivað á realistiskan hátt, hevur hon tó ævintýrligar partar, t.d. tann um paradísgarðin, sum sonur Aga Djan er grivin í og lívið har á garðinum í friði og ríkidømi.
Fyrsta kapittul í bókini er um meyrur, eina meyrugongu, milliónir av meyrum, sum ganga á rað sum ein herur. Til at forða meyrunum at koma inn í húsið lesur Aga Djan, okkara høvuðspersónur, eina suru úr Koranini, og tað hjálpir. Hóttanin fellur burt í fyrstu syftu. Myndin minnir nógv um myndina hjá Oddvør Johansen í “Tá ið eg havi málað summarhúsið”, tá ið øll krabbadýr í Føroyum fara til gongu á havsins botni, tí ein ódn er á veg, ein ódn, sum menniskjuni hava ikki varnast enn. Somuleiðis er ein politisk ódn á veg í Iran.
Aga Djan – formaður húsins og moskunnar. Hetta at lesa úr Koranini er ein høvuðstráður í skaldsøguni, alt kann lekjast og greiðast og skipast við at finna ta røttu suruna. Aga Djan er trúgvandi maður, og bókin lýsir hansara trúgv positivt, hann er ikki ekstremur, hann passar sítt hús og sína mosku. Aga Djan er teppihandilsmaður og teppini verða nógv umrødd, teirra mynstur og litir umboða persiska mentan, tá ið hon er best. Aga Djan er ein virdur maður, hevur samband við myndugleikar og kann greiða flestu fløkjur, hann trýr upp á tað góða í menniskjum, hann fremur aldrin harðskap, hann fyrigevur teimum, sum særa hann. Bert eina ferð sæst okkurt ilt í hansara huga, tað var tá ið hann í loynd gleðist um, at imamurin, sum hevði ‘stolið’ moskuna bleiv skotin. Moskan er miðdepilin í hansara lívi, og hann gleðist, tá ið nógv fólk vitja og okkurt týdningarmikið verður havt frammi í fríggjadagsbønini, soleiðis at hansara moska fær ein týðandi leiklut. Til dømis gleðist hann um mótmæli ímóti shahinum í fyrstani. Broytingin í landinum ávirkar familjuna í húsunum sera nógv, summi gerast trúføst Khomeini fólk, onnur gerast uppreistrarmenn. Aga Djan er eygleiðari og gerst meiri og meiri sorgarbundin, sum hann eldist.
vv
Ekstremisma. Høvuðstema í bókini er ekstremisma, at vit kunna øll gerast ekstremistar, øll fólkini broytast, tá ið rákið vendir. Ófatuligt, at grannin ella grannkonan, sum vóru hampafólk, nú skríggja ókvæmisorð eftir øllum, sum ikki hava skegg, ella sum ganga í biograf. Bólkapress, egingóðska, maktgirnd, hevndarkensla, hvat er tað, sum fær Galgal at gerast fremsti kúgari ella Shahbal at fara í hernað ímóti sjálvum Khomeini ella Am Ramasan at læna bøðlunum sítt esil til ógerningar. Og hvussu nógv muna persónligir eginleikar og rættvísi – sera lítið í Aga Djansa føri.
Tann ideologiski boðskapurin er ikki eintýðugur, bæði shahurin og prestastýrið vóru kúgarar, shahurin rann ørindi fyri amerikanarar, men Khomeinisa trúarfesta stýrið rennur ørindi fyri eina prestaelitu. Fyrri partur av bókini er um vestanpropagandu og harðskap mótvegis muslimum, og seinni partur er eisini um harðskap bara hin vegin. Í fyrra parti eru stórar plakatir at síggja við mynd av shahinum og í tí seinna við mynd av Khomeini.
Mentan. Í  størri mun enn í teimum báðum bókunum hjá Orhan Pamuk, sum eg havi lisið, fæst innlit í mentan, religión og gerandislív í einum muslimskum landi. Húsið við moskuna hevur 35 kømur, har býr ein stór familja, tænastufólk og moskuarbeiðsfólk. Tvær ommur eru har, tær eru ikki rættiliga ommur, men gamlar arbeiðskonur. Tær hávirða immamin og ganga honum til handar, tær eru vinkonur og skiftast um at tæna yrkjaranum í seingini. Tær fara pílagrímsferð til Mekka, tað hava tær ynskt og longst eftir alt sítt lív, tað er rørandi og spennandi at tær fara avstað, tær koma so ikki aftur. Millum húsið og moskuna er ein garður, eitt atrium, sum er partur av inniøkinum, har vaska tey sær áðrenn bøn, og har eygleiða tey fiskar og fuglar, og krákan situr og verjir húsið. Fuglarnir eru fyrimynd til tey vøkru teppimynstrini, men sum tíðin líður minkar sølan nógv, tí at fólk fáa bílig teppi úr kunstevni, tað sama ger seg galdandi við leirlutunum hjá Muezzin. Ein broyting, ídnaðarkollvelting, sum fer fram í øllum londum eisini í Føroyum, men her verður hon samantvinnað við vestanmentan, sum fløðir inn í landið. Stuttligur er parturin um sjónvarp, tað er bannað at hava sjónvarp, men teir hyggja kortini at mánalendingini, hon var í 1969
Harðskapur. Summir partar av bókini eru rættiliga ótespiligir at lesa, tann muslimski dómarin Shabal vísir onga náði og tannn kvinnuligi dómarin Zinat er eisini gróthørð, kvinnur, sum ikki bera turriklæði verða settar fastar og fáa beinini innsmurd í siropp og verða síðani innilæstar saman við kakerlakkum. Fólk verða skotin uttan rættargang og dóm.
-------------------------------------
Ein sera góð og fangandi bók.
Í lesiringinum á Býarbókasavninum 28. okt. varð nógv sagt um bókina. Øll í bólkinum hildu, at bókin er sera góð. Eitt tema, sum vit prátaðu um, var, um føroysk og iransk viðurskifti líkjast - kanska meiri enn vit vilja vera við. Fundamentalisman og bókstavatrúgvin.
Semja var um, at lætt mál ger lýsingarnar livandi og sjálvsagdar, tað hoyrist, at høvundurin hevur innanvitan úr samfelagnum.
-----------------------------
Kvinnurættindi
Henda viðmerking var sett undir eina frágreiðing, har vantandi kvinnurættindini í 10 londum vóru sett á lista, teirra millum Iran. Sum sæst vil viðmerkjarin vera við, at stór framstig eru hend í Iran.
I, myself found this report untrue about Iran. You might find some stupid rules against women rights there as well. However, in practice, women play a vital role in universities, society, and family. Nowadays, our society is going to accept the marriage by love more and more which is unacceptable in most of the countries you mentioned in the report. Iranian women want their rights but they are complaining because of comparison with the developed societies and it is incomparable with arabic countaries. How many girls are studying abroad? For Saudi Arabia it's a joke but in Iran you can end-up to meaningful numbers. I encourage the author to interview with the ladies from these 7 countaries. It doesn't look logic if you see Iran and Turkey in the same color with Afghanistan, and Saudi Arabia, countries in which you can buy the girl from her father.

Oct 24, 2013

Omma fert tú at blogga hattar?

005

Og ‘hattar’ var henda myndin av Magnu, sum tey hildu var so stuttliga. Magna og Herbert eru stuttlig. OG mamma teirra eisini, vit vóru á Smyrjibreyðskafé (eitt óvakurt orð), smyrjibreyð skal vera ‘smurt breyð’, smyrjibreyð merkir breyð, sum smyr, sum ein smyrjiknívur ella smyrjikona (jomfrú) ja ella smyrjiolja. Anyway, tað var fínt, men ‘dyrlægens natmad’ var ikki so frálíkt í mínum munni, men súpanin hjá Turið var deilig.

003

Kaffimunnur á morgni saman við Búgva er góður, tá ið tú hevur tíð.

015

Men nú eru ‘jólabørn’ á skránni, best at fáa gávurnar av húsunum.

012

Oct 23, 2013

Maður merkir menniskja av kallkyni.

 

1264400_169450079911736_1287159581_o

Tað er eitt gott toymi, sum hevur morgunsendingina, tey gera eina fjølbroytta sending við nógvum stuttum táttum, modernað og væl dámt. Máltátturin hevur fingið innivist aftur, hann bleiv spardur burtur fyri einum ári síðani.

Í morgun var evnið kyn og mál, eitt ógemeina áhugavert evni. Ein lurtari vísir m.a. á, at bland er komið í kynsbendingina í dømum sum: Forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur, at TÆR fara ikki at slaka….tí at starvsheitið er kallkyn, men limirnir konufólk.

Eg eri samd við spyrjaran, at tað skal leitast leingi eftir starvsheiti, sum er kvennkyn. Tey uppløgdu at nevna eru ljósmóðir, barnagenta....vit høvdu nógv starvsheiti við einum kvennkynseftirfesti –inda ella –inna, -kvinna ella -kona sum t.d. lærarinda, sangarinda, arbeiðskona, seymikona og skrivstovukvinna, men tey vórðu útreinsað...um tað var niðrandi fyri kvinnur at vera vaskikona ella fyri menn at vera vaskikona..tað veit eg ikki..eg hugsi grundgevingin var, at vit skuldu hava kynsneutral orð...í mínum huga skuldi orðið so verið hvørkikyn, og tað er so orð sum vaskifólk, ella skrivstovufólk, og eitt orð sum lærarafólk er eisini ella var vanligt. Men tað er ikki nógvur neutralitetur í kallkynsorðunum lærari, sangari, leikari, málari, sniðgevi.

Lurtarin nevnir orðið sjúkrasystir, sum er blivin maður og so allar frøðingarnar, tað tykist sum, at so skjótt sum ein ella tveir menn gjørdust sjúkrasystrar, so mátti orðið broytast, ella so skjótt sum hægri lestur kom uppí, so skuldi kvennkynið burturbeinast. Tað ljóðar ivaleyst neutralt í mansoyrum at hava kallkyn um tað mesta.

Í málfrøði verður tosað um málkyn og lívkyn, og Orðafar, málgagnið hjá málnevndini, sigur at málkynið vinnur í dømum sum hasum hjá lurtaranum, t.e. tað málsliga rætta er ...forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur at....TEIR fara ikki at slaka.

unt2itled

Nei, tíverri havi eg eingi góð ráð, men eg kann siga, at eg akti ikki hasi boðini frá málnevndini, mín umbering er, at vit hava ein nýggjan setning og nýtt grundorð (sum tað eisini er í lurtarans setningi): eg var hjá lækna í dag, HON segði at../ ..hondbóltsspælararnir vunnu tepurt, TÆR eru glaðar - og hetta er fyri at genturnar ikki skula verða nevndar TEIR.../ men um lýsingarorð stendur hjá kallkynsorðinum verður verri, so verður tað lærarin var illur (ikki ill, hóast lívkynið er kvennkyn). Eini ráð kundu verið at brúkt lærarinda og sangarinda, kanska víðka nýtsluna og sagt maskinmeistarinda ella hon er sniðgeva, fyritøkan hevur ein sniðgeva og eina sniðgevu. Vit vita, at tað ber til at gera nýggja orð. Vit hava sernøvnini Rói/Róa og Uni/Una...vit kundu kanska havt starvsheitini ein lækni/stjóri hann- ein lækna/stjóra hon (sum Kirsten Brix skjeyt upp í einum Kvinnutíðindum í 80unuum).

u2ntitled

Breiðari høpi

Spurningurin er filosofiskur og ideologiskur líka nógv sum málfrøðiligur. Eitt er at mállæran skal vera í ordan, eitt annað er, at málið skal spegla tað samfelag vit liva í, málið skal eggja kvinnum og monnum til at vera virkin og taka lut og ikki seta tey í bás. Og orðini skula geva gentum og dreingjum fyrimyndir, og hvussu ávirkar tað gentur, at tað altíð er teir í tinginum og stjórin sjálvur, ið tekur avgerðir og verður eftirspurdur. Í Svøríki, sum altíð er frammalaga í javnstøðuspurningum, var fyri umleið einum ári síðani lagt upp til, at eitt nýtt fornavn hen skuldi koma ístaðin fyri hann og hon, so at eingin munur var á gentum og dreingjum. Í Íslandi er eitt orð gjørt til kvinnuligan skúlastjóri : Hún er skólastýra/hann er skólastjóri (orðið verður tó ikki nógv nýtt)

Kjak um kyn og mál hevur fleiri ferðir verið frammi í Føroyum, t.d. í samband við at bókin hjá Kirsten Didriksen kom út í 1986 (Færøerne – sprog og køn). Við støði í kanningum vísti høvundurin á, at føroyskt er eitt konservativt mansmál, og at bæði kvinnur og menn umtala kvinnur sum menn. Bergtóra Hanusardóttir hevði tá eina grein um hesar spurningar, og hon vísti netupp á imperialismuna í málinum,. (sitat) ”....sum beinir burtur starvsnøvn, sum skilja ímillum kynini og mannlig verða sett í staðin, t.d. lærari og frisørur. Hesi og líknandi starvsheiti eitt nú assistentur og tannlækni eitast at vera kynsneutral, men eru tað als ikki.” Hetta var í 80unum, og nú skriva vit 2013. Okkurt er batnað, nógv siga tingfólk, vaskifólk, tíðindafólk. Umboðsmaðurin sigur, at hon hevur einki ímóti at eita maður. Løgmaður er maður………..tja….

jesussinfulwomanwashingHisfeet

Oct 21, 2013

Heystferiu í Dali – projekt fletting

Nú fekk Turið rættiliga sína sak fyri í ár, fyrst var tað við Gjógv, har hon fletti, og Sólrun og Símun rokaðust saman við henni, og so nú í Dali, fyrst sjálv og síðani saman viðBári og Fríðvaldi og Halli, teir báðir síðstnevndu vóru við “fyri at læra”. Nú ið Vitus er burturstaddur var nakað meiri av seyði at fáa lívið av og taka til rættis. Tað var ein stuttleiki at síggja, hvussu væl tað lá fyri hjá teimum. Børnini vóru við, hugdu at og hjálptu til.

Dalur okt 13 242

Dalur okt 13 211Johild er góð í ráðum, so tær báðar prátaðu um rullusteikir og kotelettir og annað, og Johild vísti okkum ásin.Dalur okt 13 210Dalur okt 13 208Dalur okt 13 202

Hevði Hans Marius vitað aftur í verðina, nakað glaður hevði hann verið.

Oct 13, 2013

Hinumegin er mars eftir Sólrun Michelsen

Tá ið eg las tíðindastubban um bókina, hugsaði eg á nei, ikki ein bók um, hvussu vánaliga eldraøkið virkar. Og tá ið eg sá bókina, hugsaði eg eisini, huff ein útslitin syrgin kona.  Men so hugsaði eg eisini, Sólrun dugir so væl at skriva, tað er spennandi at síggja eina vaknsamannabók frá hennara hond.
untitled
Og so var. Bókin er ólík øllum, sum er skrivað fyrr á føroyskum. Bókin er so hjartanemandi, at eg fekk trega í hálsin fleiri ferðir, meðan eg las. Eg eri sjálv farin um tey seksti, eins og eg-persónurin og havi fylgt bæði foreldrum og verforeldrum til gravar. Men eg eri eisini einkja, sum mamman og havi vaksin børn, sum vitja meg, sum mamman. Tað var hugfangandi at uppliva, at tú kundi identifisera teg við báðar konurnar. Sólrun dugir so væl at skriva um kenslur, at tú slúkar bókina, sjálvt um so gott sum einki hendir. Bókarbygnaðurin hongur í minnunum, sum koma fram fyri høvuðspersónin, vakt av onkrum, serstakliga tá ið hon er og vitjar og hjálpir mammu síni. Á bróstinum hanga myndir og ein ættartalva, mamman kveikir so eisini minnini við at gloyma alt uttan okkurt gamalt, tú mást fara eftir koli, sigur hon við hana, og hey der eru vit í kolakjallaranum, hvar er mamma sigur hon, og frásøgufólkið svarar, at omman er í torvi, og so fara vit í torv.
Kvinnubók. Eg minnist ein tekst hjá Sólrun, har høvuðspersónurin eygleiðir pisufundin og kennir seg bundna av barnavogni og blæuvaski, sum forðaði henni at fáa studentsprógv. Tráðurin verður tikin uppaftur nú ið høvuðspersónurin er í somu støðu aftur, bara við mammu síni. Hetta við prógvi verður aftur nýtt sum ímynd, men nú á meiri filosofiskum støði:
Tey eru líkasum komin longri. Sum fólk, ið hava tikið hægsta prógvið, takast kann, og sum nú ró er fallin á. (s.94 um fók sum liggja í kirkjugarðinum)
Bókin er ikki feministisk á traditionellan hátt, vit síggja ikki manssamfelagið ella mansveldi avdúkað og umrøtt. Men kvinnurollur eru í miðdepli, og ringrásin í einum kvinnulívi er lýst, so væl og so syrgiliga. Okey eitt sindur av feminismu hómast, sum í frásøgnini um heksirnar, sum hittast og loysa barmabandið og tveita burka og dansa um bálið. (s.15). Eitt útsøgn lík orðataki undirstrikar, at konufólk skal liva og vera konufólk alt lívið: Lat ikki onnur leggja tær moldarroða á kjálkabeinini, meðan tú sjálv enn ert før fyri at busta kinnareytt á (125).
Orð Áhugavert orð moldarroði. Sólrun dugir væl við orðum, orð sum feigdarfrakki og tykisballón lýsa í tekstinum, og høvundurin hevur eisini áhuga í, hvussu mál verður brúkt, hevur hugleiðing um munin ímillum ‘mamma mín’ og ‘mín mamma’, sum eg annars ikki heilt fái fylgt henni í. Frásøgufólkið og mamman tala saman, men ofta er samrøðan løgin og skilaleys, tær tosa ikki sama mál, men samrøðan er týdningarmikil kortini.
Samfelagsmál verða bert umrødd, sum partur av tí persónligu søguni, t.s. verður listin fleiri ferðir nevndur. Listin? Ja, bíðilistin:
Er nú sloppin á bráðfeingislista til ellisheim. Stendur sum nr. 27 á lista c. (s.90) og s.80

Og heimahjálpin verður eisini umtalað, men mamman sigur, at hon hevur ikki brúk fyri heimahjálp, og har er dóttirin als ikki samd. Men einki um politikarar, einki um, at vit eru so fá og smá og langt burtur í Føroyum og einki um eina rúgvu av ymiskum, sum lýtir manga føroyska bók.

Myndamálið Væl útviklað persónligt myndamál ber tekstin uppi. Nógvar av myndunum eru úr konufólkaheimi, troyggja (121), borðtvøga (121), skúra gáttir (100), bláilsi (97), órudd (103), men tær kennast ikki pásetligar ella missionerandi bara natúrligar. Eg skal nevna nakrar myndir og samanberingar, sum eg haldi vera góðar og sigandi:
1. Allir hesir tankarnir…..eins og koppað skordýr, ið liggja á bakinum og sprakla til fánýtis. (103)
2. Mín oyggj lá í lívd av hasi, sum nú er horvin. Nú sæst vestur í hav. Vindarnir kennast longu kaldari. Sjógvurin drabbar. Deyðasinan vendir bak. (138)
3. Men gáttirnar. Gáttirnar eiga at vera hvítskúraðar. Hetta er hennara. Okkurt, sum knýtir í endan á upprakta lívinum, sum var. Sum var alt. Sum var hon. (100)
4. Hvat er eitt lív annað enn ein glitrandi sniglaslóð eftir grønum bløðum og svartari mold, sum næsta ælið skolar burtur? (94)
Huglag og stílur Stílurin er fyrst og fremst poetiskur, men hetta er ikki ein prosayrking kortini, tí søgan um menniskjuni er alla tíðina fremst, men lýsingin er poetisk. Hóast nógv av tí, sum umrøtt verður eitt nú einsemi, deyði, demens, mamman sum ikki kennir hana, og mamman sum er frek og ólátað, og hvat veit eg, so hevur bókin kortini ein ljósan dám, eina skemtingarsama lind, sum bjargar lesaranum hvørja ferð undan tí patetiska ella martýrdóminum. T.d. eru anekdoturnar um ommubørnini so herliga frígerandi, t.d. tann um hestin, sum er ein drongur, ella engibødz, sjálvt tað øra lagið á mammuni kann vera stuttligt, og myndamálið er frískliga originalt. Tað er spell, at ein so tung og bastant og jarðbundin málningur verður brúktur sum permumynd.  Men tíbetur er søgan ikki darvað av henni.
Hinumegin-mars-perma-e1379847648448
Endi Bókin vísir eitt ótrúligt lívsyvirlit og innlit. Høvundurin sær barndóm, ungdóm, manndóm, aldurdóm – alt verður vovið saman við minnum, myndum og kenslum. Lívsgátan verður borin upp enn eina ferð, kanska Sólrun hevur ikki svarið, men tað er í hvussu er eitt gott boð. Sólrun Michelsen er ein av okkara bestu núlivandi høvundum.

untit1led-OPNU-~1

Oct 12, 2013

…sum gomul kona í inniskóm.

Yvirskriftin er ein av teimum stuttligu jarðnundnu myndunum hjá Jóanesi Nielsen, hann lýsir Havnina soleiðis. Og tá ið eg og Magna fóru spákandi gjøgnum miðbýin í morgun, skilti eg myndina. Tað er tann seina ferðin, tað góða rytman tíðliga á morgni, allur dagurin er eftir enn. Vit høvdu gott pláss á gongubreytini. Tá ið vit komu til handilsdyrnar var læst, men júst tá kom ein ungur maður og læt upp. Á býarbókasavninum er altíð inniskógvadámur, og kaffið í kaffibarrini er gott. Tey hava utvegað mær bókina, Húsið hjá moskuni, sum lesiringurin hevur fyri. Og í gamla bókhandli keypti eg ta nýggju bókina hjá Sólrun Michelsen, spennandi.

P1020628P1020622P1020621

Og Magna er so glað og nøgd, ein veðurhani í nógvum litum fyri 6 krónur er lukkan, tá ið mann er tvey ár, ja og ljósareyður ísur.

Oct 10, 2013

Menniskjað kann droyma stórar dreymar á lítlum kodda.

 

Svar við bréfi Helgu eftir Bergsvein Birgisson.

020

Bjarni Gíslason á Kolkustøðum skrivar eitt bræv. Hann er vorðin gamal, konan er deyð, og maður Helgu, sum skal hava brævið, er eisini deyður. Og brævið er um forbodnan kærleika, um lívslanga langtan. Bjarni var landbúnaðarráðgevi og maskinsmiður, og Helga hevði ein garð. Bæði vóru gift, men kona Bjarna, Unnur, er opererað í undirlívinum, og samlívið er liðugt, og maður Helgu er oftast burtur á fjøllunum.Teirra ástarlív var loyniligt, men sera heitt og jarðbundið. Millum ær og hoyggj og medisinbað blómar teirra samband, og Helga gerst sjálvandi við barn. Og Bjarni og Helga mega velja, eitt tungt val, og tað verður liðugt. Og loynidómurin , barnið og ástin verður tikin frá honum, ella hann valdi bygdina, sítt gamla lív framum, hann vildi ikki til Reykjavíkar. Nakrar sera áhugaverdar hugleiðingar um bygd mótvegis býi.

Gamalmennið angrar einki.

P1020599[1]

Tað stuttligasta við bókini er tann serstaki stílurin, søguformurin. Flættaðar inn í frásøgnina eru ørindi, yrkt til ávíst høvi og søgur um løgnar hendingar og merkilig fólk á bygd. T.d. er ein søga um eina ferð eftir einum líki út á ein sera einsligan bóndagarð. Bóndakonan er deyð, og teir fara við bát eftir líkinum. Teir verða bodnir vælkomnir, fáa at eta og drekka og siga so farvæl – og gloyma líkið eftir. Tað gerst ódnarveður og eingin sleppur aftur til henda garðin fyri veður. Móti vári fara teir aftur, teir verða væl móttiknir, teir síggja kistuna standa tóma og spyrja eftir Sigrið. - Nja, segði Gísli, eg smíðaði henni eitt hylki og hongdi hana upp í roykiskúrinum. Gísli hevði hugsað varðveita Sigrið eins og tú gert við mat, nú ið eingin kom eftir líkinum. Tá ið teir so fara eftir líkinum og Gísli tekur tað niður, prátar hann við konuna og sigur henni, at nú eru teir komnir eftir henni. Á ein hátt rørandi, men eisini groteskt.

P1020600 

Partar av bókini eru eisini um tað erotiska sambandið ímillum Helgu og Bjarna, rættiliga bersøgið. Stuttligar samanberingar, sum í Bjarnasa høvdi oftast hava við maskinur at gera, veðrar og veðurlomb eru eisini í hesum høpi.

0113

Bókin er myndprýdd, fínar myndir eftir ein, sum eitur Kjartan Hallur.

012

Oct 8, 2013

Inferno eftir Dan Brown

Eg fekk bókina frá einari, sum hevði fingið hana. Hon fór ikki at lesa hana, segði hon, tí henni dámdi ikki slíkar bøkur. Eg havi lisið hana, men Dan Brown er ikki ordiliga eg, eg havi eisini lisið Da Vinci gátuna. Hasin nørdurin Langdon er eitt sindur ov útspekuleraður, hann minnist Inferno hjá Dante uttanat! Langdon er professari í symbolum og undirvísir í Dante. Dante hevur lýsingar av helviti, nágreiniligar. Helviti er í fleiri hæddum, og syndarar enda á tí hædd, har revsingin hóskar syndini. Ein tátíðar ræðusøga, ein katastrofufilmur.

Í hesi bókini skal Langdon loysa eina gátu til at forða eini altumfatandi vanlukku: at svartideyði verður sleptur leysur. Ein svakur maður ætlar at bjarga mannaættini við at útrudda ein part av menniskjunum, so at tað verður pláss fyri restini. Tað er satt, at fólkatalið á jørðini veksur óhugnaliga, ein av spælarunum í bókini er ST stovnurin á hesum øki. Tað er satt, at fyrr minkaði fólkatalið natúrliga við sjúkum og vanlukkum, so  Dan Brown skrivar um okkara alra ræðslu fyri framtíðini, og sjálvt evnið ‘fólkatalið í heiminum’ er sera áhugavert.

Bókin eitur eftir guddómligu komediuni hjá Dante, og tað er sera stórur vansi at ikki hava lisið Dante væl og virðiliga, so hevði eg betur fingið hjálpt Langdon at loyst gátuna. Men Langdon kennir Dante, og hann kennir Firenze og øll museum har sum sín egna lumma.

berlin 015

Bókin er full av harðskapi, ein herur av svørtum aktionmonnum er eftir Langdon og hansara kvinnuliga hjálpara, Langdon verður skaddur og missir minnið fyrst í bókini, so tað er ein eyka avbjóðing. Tey verða næstan fangað alla tíðina. Nei, mær dámar ikki so væl aktionbøkur ella harðskapsbøkur, eg læt bókina liggja í kamarinum umborð á Norrønu, kanska onkur fær gleði av henni.

Oct 6, 2013

Hendingarík vika komin at enda

Sólrun og Símun vóru heima eina viku, tey vóru og róku týsdagin, og tey flettu norði við Gjógv týskvøldið og mikukvøldið. Eg var í Dali í smúkkuparti hjá Sannelenu, og so kom konfirmatiónssunnudagur og føðingardagur hjá Lív Rósu. Lív Rósa er 9 ár, og Sigri hevði eitt lekkurt føðingardagsborð til okkara. Síðani gek leiðin út til Odu í Kálvagerði, har Erling helt konfirmatión og at enda til Sólvá á Grønlandsvegnum.

Sólvá var so fín og pen.

P1020573P1020572

Símuni dámar væl at gera mat, so hann fekk uppgávuna at gera døgurða fríggjakvøldið. Vit fingu epla-purrusúpan við baconbitum og gratinerað hvítleyksfranskbreyð við tomat og leyki. Góða barnið, hann er blivin so stórur hjá ommu.

P1020566P1020567

 

 

 

 

 

 

P1020565

P1020564

Oct 2, 2013

Hvar er dalbingurin?

Soleiðis spurdu tey við Gjógv í gjárkvøldið, tí tað var frætt og fregnað í bygdini, at ein dalbingur var komin at fletta í Hoygarðinum. Onkur kom inn, vit sótu í køkinum, viðkomandi skimaðist øgiligt og spurdi, hvar dalbingurin var. Hon situr har á beinkinumn, segði eg. Men er eingin maður, spurdi hann . Nei, jú Símun, men hann er við fyri at læra. Turið stýrir showinum. Og hon fletti trý í gjárkvøldið og tvey í kvøld. Og kallkynsorðið dalbingur merkir í okkara føri Turið.

fletta 012fletta 017

Lærarin og lærlingurin.fletta 021fletta 023fletta 026fletta 027

Ærin vigaði 50 pund.

Oct 1, 2013

Reykjavík fyri børn

reykjavík sep 13 031

 

Ein dagin í summar kom Inga Rósa heim og segði, at nú hevði hon keypt okkum atgongumerki til sjónleik í Reykjavík. So vit fóru vikuskiftistúr tilReykjavíkar at fara í Hørpu og at vitja Kára og Guðný og Markús. Flogtíðin er 1 tíma og 3 korter, so tað er ikki so leingi at sita still. Herbert málaði í málibók og spældi teldil. Vit fóru beina leið í barnagarðin eftir Kára, og dreingirnir komu beinanvegin á lagið. Tá ið vit høvdu verioð á Kárastíggi 12 við viðførinum, fóru vit býtúr. Eg viðmæli BandB á Kárastígi 12, har er nossligt og heimligt. Veðrið í Reykjavík var gott, nokso nógv kaldari enn í Føroyum.reykjavík sep 13 038Eitt av okkara útferðarmálum var húsdýragarðurin, men fyrst fóru vit í Laundromat at eta burgarar. Laundromat er, sum orðið sigur eitt vaskihús, men har er eisini eitt spælipláss, also eitt innaduraspælipláss, sum vit mangla í Havn.reykjavík sep 13 041reykjavík sep 13 043Omma her skalt tú taka mynd, segði Herbert, hann helt grísarnar vera so fittar, í Húsdýragarðinum er eini ein ‘vísindalig royndarstova’ fyri børn, har er ymiskt at royna. Og so er eitt stórt spælipláss við einum stórum skipi at spæla á, beinkir og borð og grill eru eisini tøk har á plássinum. Eitt frálíkt stað at farareykjavík sep 13 056

reykjavík sep 13 065reykjavík sep 13 067Tey vaksnu fáa sett seg á ein bonk og latið sólina fremja sítt undurverk. reykjavík sep 13 076

Her eru Kári og Herbert báði stappaðir í hvør sín posa hjá kellingini, tveir smørbukkar so at siga.reykjavík sep 13 084Vit vóru uppi í torninum á Hallgrímskirkjuni, og tað dámdi dreingjunum. Teir reypaðu óført um at ganga trappur allan vegin upp, men har er bara lyfta ikki trappur til ferðafólk, og sera nógv ferðafólk fer upp í tornið at njóta útsýnið. Hallgrímskirjan var okkara varði, tí beint har við búðu við og býr Guðný. Vit vóru og svumu í Laugardalshylinum, ogtað var stuttligt, har er barnavinarligt, við fleiri skrieðibreytum og svimjileikum, og so vóru vit í heitum potti, og um eingin annar er beint tá, so ber til at spæla har eisini.reykjavík sep 13 096

Í listagarði Einars Jónssonar ber til at spæla ímillum standmyndirnar.reykjavík sep 13 125

Í Hørpu hittu vit Maximús, sum er ein figurur úr einum frálíkum barnaleiki hjá symfoniorkestrinum, leikurin vit sóu var ein potpourri av ævintýrum, sum var sungin av frálíkum sangarum, men sýningin kravdi, at tú skilti íslendskt, so Herbert keddi seg. reykjavík sep 13 133

Ein ótrúligur hvíldarstaður.reykjavík sep 13 135

Vit fingu eisini tíð at hitta gamlar vinkur hjá INgu Rósu og Jóna og Dommi vóru í Reykjavík, og sum sagt Guðný og Markus búgva á Kárastígi, so har vóru vit nógv, eisini og spældu í garðinum.reykjavík sep 13 139reykjavík sep 13 152reykjavík sep 13 155Á Tingvøllum fingu Herbert og Kári at síggja jøklarnar á kortinum, og so sóu vit heystlitirnar. Tað er vanligt hjá reykvíkingum  at fara á Tingvøllir at skoða heystlitir.reykjavík sep 13 161reykjavík sep 13 174GUðný gjørdi so væl at brúka sín fródag at vera saman við okkum, hon koyrdi okkum á Tingvøllir og hon spældi við dreingirnar, meðan eg og Inga Rósa skoðau Gljúfrastein, húsið hjá Laxness, sum er savn. Har sóu vit bøkurnar hjá Turið og Tóru inni í tí allarheilagasta.reykjavík sep 13 180reykjavík sep 13 210Ein frálíkur túrur higartil. Men upplivingin á flogvøllinum í Reykjavík var ikki so feit. Vit stóðu samantrunkað í fleiri tímar, meðan kekkað varð inn. Har er ikki kapasitetur, har er heldur ikki pláss . Og tá ið øll vóru komin at sita umborð, komu fólk úr landi at kanna øll boarding pass enn einaferð. So tað var eit minus.reykjavík sep 13 230reykjavík sep 13 231