Aug 31, 2012

Herbert og Magna

 

Tá ið Herbert var lítil hevði mamma hansara ein blogg, hvørja ferð hann rørdi seg, tóku tey eina mynd, og so tóku tey video. Nú er bæði foreldrini upptikin av arbeiði, bloggurin er tagnaður, og ímeðan er Magna blivin hálvtannað ár. Magna elskar skógvar, hon fær langa tí at ganga við at rudda skógvar, passa skógvar og bera fólkinum í húsinum skógvarnar, sum hoyra til tað fólkið. 004

006

 

Herbert er fýra ár dugir at súkkla, hann elskar bilar og bakugan figurar. Teknifilmar og barnaløtan eru eisini herlig. Omman tekur myndir alla tíðina og eisini video við hvørt.008

014

Aug 30, 2012

Laura tannáringur

Orðið fyri teenager á føroyskum ljóðar, sum tað hevur okkurt við tenn at gera, okkurt við at mann sær aldurin á tonnunum, áringarnar. Men nú er Laura trettan, oyjúddanar also! Og hon býr í Føroyum´, spennandi hvussu hennara argjalív fer at vera. Føðingardagurin varð hildin á Norðasta horni, og høvi beyðst at heilsa upp á familjuna. Báðar vinkurnar eru í nýggjari troyggju.
012
015
017
019
021
022
024
025
026
Baltasar hatta lítla sprellið reisir seg longu upp. Bergljót var heima og ferðaðist.
027

Aug 28, 2012

Óbrúktar talentir!

IMG_1532

Tað er sárt at hugsa sær, hvørjir ótroyttir møguleikar eru farnir aftur við borðinum! Hugsa sær, um ein gentufótbóltsflokkur var í Havn í 1956! Vit høvdu havt olympiskar leikarar, vit høvdu langt síðani havt fingið viðurkenning og sparkað undir merkinum. Tað sæst týðiliga á fótstøðuni og bólttakinum, at her er talan um exceptionelt hegni. Allur kropsburðurin vísir fullkomna hugsavnan um bóltin! Sum støðan var í føroyska fólkaskúlanum, har ítróttarhugað fólk hava verið noydd at lisið føroyskt, søgu, danskt, landalæru og nógvar aðrar greinar, var einki annað at gera hjá hesum fótbóltstalentið at fara aðrar leiðir og endaði hon sum professari í bókmentum – ongi steyp og eingi laurber ella olympiskt gull til hennara!

Aug 24, 2012

Í skúla hálvgum átta

Um tú skalt seta bilin frá tær í Hoydølum, og tú ert ikki rektari ella hevur P-loyvi fyri rørslutarnað, so skalt tú helst koma í skúla minst ein hálvan tíma, áðrenn klokkan ringir. So skalt tú í grundini heimanífrá fyrr enn um tú fórt í bussinum, ella á súkklu. Í fyrradagin fekk eg eina áminning frá løgregluni, at parkering er bert loyvd í básum. Gott at skil kemur á! MEN, nógvir lærarar í Hoydølum eru bundnir av bili, summi arbeiða í fleiri skúlum/stovnum og skula koyra ímillum í fríkorteri ella steðgi. Tey skula fyrst ganga frá gróðurstøðini oman í Hoydalar, síðani niðan aftur til gróðurstøðina, áðrenn tey sleppa avstað, tá eru bæði fríkorter og døgurðatími farin. Summi skula koyra til barnaansing, kanska í ymsar partar av býnum. Summi eru illa gongd. Nei, besta loysn hevði verið at noktað næmingum at havt bil við, uttan so at serlig viðurskifti vóru. Reglurnar, sum skúlin hevði, áðrenn hitt rokilsið var, vóru fínar.001
Tað er bara sum, at demokratiska prinsippið um javnstøðu og líkleika, gongur yvir gevind. Øll eru ikki líka gomul, líka røsk ella líka klók. Tað ER bara so! 003
005

Aug 21, 2012

At ferðast

Eg elski at ferðast,  (nei eg skal nokk lata vera at sitera HC Andersen ), og í ár havi eg havt høvi at fara bæði vestur, eystur og suður úr Føroyum, tað hevur verið inspirerandi og avslappandi. Fara frá øllum arbeiði og skyldum at finna nýtt útsýni og nýggjar avbjóðingar. Men eitt er, tú ikki kanst lata vera eftir, segði mín klóka vinkona, og tað er tú sjálv. Tær sjálvari møtir tú hvønn dag, um tú so ert á Gotlandi ella í Prag.
prag 274
Og tú upplivir tínar egnu áskoðanir og tín egna hugburð mótvegis tí, tú sært. Fært summar fordómar royndar, hvussu tekur tú tað t.d., tá ið 6 ungar kvinnur standa beint fyri durunum og bjóða seg fram, selja seg sjálvar. Øtast tú, vamlast tú ella kennir tú samhuga?
310
Vit vóru 5, sum ferðaðust saman, høvdu sjálvandi hvør sítt kamar, men fingu kortini høvi at brúka tol hvør við aðrari. Tað var ikki ein dag ella eitt ár ov tíðliga at fara slíkan túr, og næstu ferð fara vit at hava sjóneyku og lummalykt við, og kanska mikrofon við forsterkara – sum kommunikasjónshjálp. T.d. til at lesa matarlepan á matstovum: orsaka! eg meini sorry! I can’t read this…..do you hava some light?
Eg haldi øll eru farin at tosa so ótýðiliga!  … hetta keypti eg bíliga í Føtex…Ha? í Gøtu?  …tá ið Dali var farin at gera kirkjur og sovorðið….. Ha? Skinsakjøt?

Aug 18, 2012

Barcelona - stórur marknaður, flamenco

Á teir litir og ljóð. Hugsi mær, at allar restauratiónir og caféir her í nánd - og tær eru nógvar - fara á marknaðin at keypa, grønt og kjøt og fisk. Hvønn morgun, so at alt ferðafólkið fær spillfrískan mat. Men so segði Jorunn so hugsunarsom: hvat heldur tú tey gera við alt, sum er eftir um kvøldið? AJA, hvør veit.




Turkað chili i longum bondum, íslendskur toskur og høguslokkur. Bomm og sukraðar nøtir.
Eftir marknaðin for eg ein túr á Catalunya plássið, eitt stórt pláss við nógvum bussum, Metro og El Cortez Inglés, eg fór inn har, tað er ovurstórt, men eg keypti so gott sum einki.
Í kvøld var so okkara síðsta kvøld. Ótu á Sinatra, og fóru til eina flamenco sýning. Tað var stuttligt at síggja, á denn rytma, og tann konditión! Dramatisk sýning, bæði kvinnuligir og mannligir dansarar, sangarar og guitarspalarar. Tíverrri skilti eg ikki søguna, men hon var dramatisk, tað sá eg.


og so eitt síðsta farvæl á rambluni. Har er herligt at sita og hyggja at fólki.


Aug 17, 2012

Barcelona - Salvador Dali í Figueras

Ja, Turið og Hallur eru í Dali, og vit njóta Dali í Figueras. Anne Lisa, Jórunn og eg vóru á Dali museum í dag. Fóru við toki í morgun, komu aftur í kvøld. Toktúrurin tók 1 tíma og 3 korter.
Hann er meiri fjølbroyttur, enn vit hildu, enn løgnari enn Miró og Gaudi.
Seingin hjá Dali hevur slangubein.

Traðarmaðurin hjá Dali er eisini vøddamikil sum tann hjá Hans Paula.
Vit sóu eisini savnið við smúkkum hjá Dali.

Hesar báðar steikirnar sita á rambluni í kvøld, rósurnar eru frá eini norskari konu, sum vit heilsaðu uppá, tey vóru tvey pør. Hon hátíðarhelt sín 60ára dag har.

Aug 16, 2012

Barcelona - messa á katalanskum, rómversk fortíd og meiri Gaudi

Í dag fór eg sjálv í býin. Fyrst fór eg at skoða dómkirkjuna í Barcelona. Har var eg til messu, sum var á katalanskum, ikki eitt orð skilti eg...jú senor, amen og hallelujah.
Uttanfyri kirkjuna var so alt í einum fýrverk og rabaldur. Tad var ein skrúðgonga, sum eg skilti hevur hon verið hvørt ár í 423 ár. Tey heiðraðu ein kong og drotning, ivaleyst Catalonia politikkur.
Síðani fór eg á søguligt museum, tað áhugaverda er ein útgrevstur av einum rómverskum býi. Framsýningin er undir jørd. Rómverjar hava í býnum Barcino havt fiskiverksmiðju, vínframleiðslu og annað, alt innan fyri tjúkkar verjumúrar.
Síðani fóru vit saman á museum við nútíðarlist, og eg og Anne Lisa og Jórunn fóru í Casa Mila, eitt hús sum Gaudi hevur teknað. Húsið var teknað sum íbúðarhús, tað er opið til at síggja takið, takhæddina og so eina íbúð.
Flottasti parturin av húsinum er takið við sínum føgru skorsteinum og trappuniðurgongdum og luftkanalum.
Eg og Anne Lisa sita í samtalustólinum hjá Gaudi.




Aug 15, 2012

Barcelona - Gaudi og Major festa í GRACIA

Býarparturin Gracia hevur hvørt ár hesa tíðina eina stevnu, sum varir 10 dagar. Gracia var sjálvstøðugur býur vid 60000 menniskjum til fyri 100 árum síðani, enn kenna tey seg serstøk, og teirra stevna er sera serstøk.
Hesi mekanisku can-can dansandi beinini dansaðu alla tíðina í western framsýningini.
Blómuakur úr blikkum og jogurtíløtum.
Gøturnar verða pyntaðar og kapping er um vakrastu gøtu. Vit sóu gøtur við temum sum western, vatn og norðpólur-suðurpólur. Eitt eyðkenni var, at pyntið mestsum alt var gjørt úr burturkasti, plastikkfløskum og proppum ella beriposum. Serstakliga inspirerandi. Eftir hesa uppliving vóru vit og fingu okkum tapas. Endiliga fingu vit henda serliga spanska mat, soleidis sum tey eta tað sjálvi. Har vóru ikki nógvir turistar, og stemningurin var sera livandi og góður.


Næsta mál á skránni var Gúell parkin, sum er ein GAUDI teknað park. Ríkmaðurin Gúell betalti gildið. Ætlanin var at gera 60 hús, men tey eru 2 í tali. Sera forvitnisligt at síggja Dali verk heima har, sum tey eru. Aftur ein herligur dagur.

Keypti ein ladara til myndatólið :), men tad hjálpir ikki stórt upp á hesa telduna......hoyrast!!
Hey aftur! Í kvøld koyrdu vit langa leið til at fara at eta í eini matstovu, sum eitur La flauta, sum Maja hevur vidmælt á FB. Metro og ganga og spyrja fólk, og hvat, matstovan stongd. Men tit kunna royna hasa, 3 gøtur hiðani, sami eigari og sami matur. Ganga, ganga...long bíðirøð uttanfyri, og konurnar svangar, so vit fóru inn eina aðrastadni, og tað er fyrstu ferð, at vit hava verið fyri vónsviki, pappírstunn, yvirpanerað petti, tey kallaðu svínakotelett.... smakkaði ikki væl...og nú er songartíð.

Aug 14, 2012

Barcelona - Miró

Fóru fyrst at keypa okkum 5 daga bilett til Metro og buss, síðani í ein buss til tráðlyftina nidan á Montjuic, tað jødiska fjallið.

Onkrar av okkum vóru sera fjálturstungnar at fara í henda TIVOLI vognin, sum fleyg uppi yvir havinum, men tað var einki fyri ! Sera ómakaleysur máti at ferðast. Síðani fóru vit a MIRÓ stovnin, við stórum Miró listasavni. Tað var ósigiliga spennandi.



Festligur fýrur Miró, á teir føgru litir og stuttligu formar! So fóru summar heim við metro, og onkur helt leiðina fram í býin at hyggja í handlar.
Super dagur, og hann er ikki liðugur enn!

Aug 13, 2012

Barcelona

Heitt i Barcelona! Í dag hava vit sæð ein part av Barcelona. Vit keyptu bilett til hop-on hop-off turistbuss og koyrdu runt. M.a. til Sagrada familia. Miro skulpturin 'kvinnan og fuglurin'  og FC Barcelona stadion. Guidin i oyranum segði frá á enskum, og ljóðeffektir vóru eisini, so at tá ið vit komu til stadion ljóðaði: BARCA! BARCA! Stuttligt, best at keypa eina MESSI blusu heim vid:)
I kvøld hava vit verið vestanfyri rambluna, í gjárkvøldið eystanfyri. Funnu eitt gott stað at eta. Her eru øgiliga nógv ferðafolk, ramblan er sum ein stríður streymur, og beint við hotellið hjá okkum er ein meldurstreymur rundanum sølubúðirnar.
Herligt at hava feriu i stórbýnum! Allar lata heilsa!