Um tú skalt seta bilin frá tær í Hoydølum, og tú ert ikki rektari ella hevur P-loyvi fyri rørslutarnað, so skalt tú helst koma í skúla minst ein hálvan tíma, áðrenn klokkan ringir. So skalt tú í grundini heimanífrá fyrr enn um tú fórt í bussinum, ella á súkklu. Í fyrradagin fekk eg eina áminning frá løgregluni, at parkering er bert loyvd í básum. Gott at skil kemur á! MEN, nógvir lærarar í Hoydølum eru bundnir av bili, summi arbeiða í fleiri skúlum/stovnum og skula koyra ímillum í fríkorteri ella steðgi. Tey skula fyrst ganga frá gróðurstøðini oman í Hoydalar, síðani niðan aftur til gróðurstøðina, áðrenn tey sleppa avstað, tá eru bæði fríkorter og døgurðatími farin. Summi skula koyra til barnaansing, kanska í ymsar partar av býnum. Summi eru illa gongd. Nei, besta loysn hevði verið at noktað næmingum at havt bil við, uttan so at serlig viðurskifti vóru. Reglurnar, sum skúlin hevði, áðrenn hitt rokilsið var, vóru fínar.
Tað er bara sum, at demokratiska prinsippið um javnstøðu og líkleika, gongur yvir gevind. Øll eru ikki líka gomul, líka røsk ella líka klók. Tað ER bara so!
einig! (sum nastan altid vid tar mamma ;) )
ReplyDelete:))takk fyri viðmerking sweetie pie!
Delete