Býarparturin Gracia hevur hvørt ár hesa tíðina eina stevnu, sum varir 10 dagar. Gracia var sjálvstøðugur býur vid 60000 menniskjum til fyri 100 árum síðani, enn kenna tey seg serstøk, og teirra stevna er sera serstøk.
Hesi mekanisku can-can dansandi beinini dansaðu alla tíðina í western framsýningini.
Blómuakur úr blikkum og jogurtíløtum.
Gøturnar verða pyntaðar og kapping er um vakrastu gøtu. Vit sóu gøtur við temum sum western, vatn og norðpólur-suðurpólur. Eitt eyðkenni var, at pyntið mestsum alt var gjørt úr burturkasti, plastikkfløskum og proppum ella beriposum. Serstakliga inspirerandi. Eftir hesa uppliving vóru vit og fingu okkum tapas. Endiliga fingu vit henda serliga spanska mat, soleidis sum tey eta tað sjálvi. Har vóru ikki nógvir turistar, og stemningurin var sera livandi og góður.
Næsta mál á skránni var Gúell parkin, sum er ein GAUDI teknað park. Ríkmaðurin Gúell betalti gildið. Ætlanin var at gera 60 hús, men tey eru 2 í tali. Sera forvitnisligt at síggja Dali verk heima har, sum tey eru. Aftur ein herligur dagur.
Keypti ein ladara til myndatólið :), men tad hjálpir ikki stórt upp á hesa telduna......hoyrast!!
Hey aftur! Í kvøld koyrdu vit langa leið til at fara at eta í eini matstovu, sum eitur La flauta, sum Maja hevur vidmælt á FB. Metro og ganga og spyrja fólk, og hvat, matstovan stongd. Men tit kunna royna hasa, 3 gøtur hiðani, sami eigari og sami matur. Ganga, ganga...long bíðirøð uttanfyri, og konurnar svangar, so vit fóru inn eina aðrastadni, og tað er fyrstu ferð, at vit hava verið fyri vónsviki, pappírstunn, yvirpanerað petti, tey kallaðu svínakotelett.... smakkaði ikki væl...og nú er songartíð.
No comments:
Post a Comment