Jun 20, 2020

Heilsan úr Reykjavík 3

Í gjár var okkara shoppingdagur. Vit vóru í Kringluni. Tað var ikki nógv , vit keyptu. Tað stuttligasta var, at Kristina spældi við onnur børn í einum spælilandi. Tey tosaðu enskt sínamillum:)
Tilføj billedtekst
Bóltaland og ymsar brýr og sniðgøtur, alt við kønum eftirliti. Síðani var bussur og gongutúrurin heim. Vit sóu Vìgdisar hús,  VERØLD, sum er ein granskingarstovnur um tungumál.





Íslendingar eru ernir av Vígdis og við góðum rætti. Fyrsta kona í verðini, sum varð forseti lands síns. Henda barnabókin um Vígdis verður at fáa á føroyskum skjótt, hugsi eg.




 
"Bjarging" eftir Ásmund Sveinsson



Og í dag, sum er okkara næstsíðsti dagur, hava vit verið útferð, fyrst á Hraðarstøðum, sum er ein dýtagarður. Har var seyður, geitir og kaninir, og so ótrúliga fittir kettlingar - og fýra rustaðir traktorar. Síðani í svimjihylinum í Mosfellsbæ. Guðny koyrdi , og Kári var sjálvandi við í ferðalagnum.








Jun 18, 2020

Heilsan úr Reykjavík 2


Guðny hevur stutt síðani fingið sær ein jeppaling. Hon og Kári komu útferð við okkum til Hveragerðis. Vit ætlaðu at fara at svimja, men har var stongt. Vit vóru á listaframsýning við modernaðari list, og so vóru vit eisini inni eina staðni og ótu. Kári hevði sítt nýggja el-drivna rennihjól við. Vit komu fram við 17. juni haldinum í Hveragerði. Men svimja skuldu vit, so vit fóru til Selfoss, og har var ein herligur svimjihylur, Kristina var imponerað, at har vóru 3 skreiðibreytir. Hon royndi allar.

 
eitt litfagurt spæliland í Hveragerði


Føðingardagsbarnuð 18.juni 2020. Saman við Kára.

Kristina og eg fóru at keypa morgunbreyð til føðingardagsbarnið. Vit vóru ernar at vit funnu Bjørns bakerí. Tá ið vit komu heim hevði IR longu pakkað pakkarnar upp, sum vit høvdu lagt á borðið. Men í dag var tað húsdýragrðurin. Vit tóku bussin hagar.


Kristina gevur geitini gras, og Kristina eygleiðir kópin, sum ger síni kynstur. Í húsdýragarðinum er eisini familjugarðurin. Tað er eitt lítið TIVOLI. Og har var Kristina sum fiskur í vatni. Hon var í falltorninum, koyrdi bil og sigldi bát.
krassjibilar
Falltornið



Og í kvøld vóru vit so úti og hildu ein føðingardagsdøgurða. Vit vóru í Sushi Social. Stak góður matur. Kristina fekk sær sushi, vit IR fingu okkum kjøt og Guðny og Kári ótu sushi.





Vit endaðu kvøldið á eini sjáldsmari sýning á Granda. Tey sýna krúss, sum eru prentað til serlig høvi ella til fyritøkur. Og nøkur, sum listafólk hava gjørt til hesa sýning. Ein vinkona Guðny hevur hesa sýning um hendur.

Fótsoppur

600 krúss íalt.

Jun 17, 2020

Reykjavík við fyrsta flogfari

Kristina og eg skuldu fara til Íslands ein túr í apríl, men hann bleiv av ongum. So tá ið Atlantsflog boðaði, at tey fóru til Íslands 15. juni, so smekkaðu vit til. Vit fóru vestur við AUTO, og tað fyrsta var at keypa sær munnbind.
Vesturi á flogvøllinum bar til at keypa í handlinum, men ikki í kaffistovuni. So vit keyptu bara okkurt smávegis at hava við. Tað er ikki loyvt at roykja á flogvøllinum, tað er nú einki nýtt soleiðis. Men eitt stórt uppslag vísir, at tað ER lov, tí tað stendur , at brot á roykiforboðið er fínasta slag. Soleiðis kann stavseting ogf mállæra vera av størsta og álvarligasta týdningi.
Men nú eru vit í Reykjavík , heima hjá INgu Rósu, og vit hava verið og svomið tvær ferðir og biltúr og spælt og sagt søgur.
So herligt

Jun 1, 2020

Ferðast til fernisering í Føroyum 2020

Magna og eg fóru suður á Tvøroyri við Smyrli. Ein fernisering skuldi vera í SALTI á Tvøroyri, ein happening við Guðrið Poulsen og Rannvá Mortensen. Installatiónir, gamlir og nýggir lutir, lívsins ringrás og okkara æviga samband við vatnið og saltið.


Stuttligt at hitta Maud


Fagrasta summarveður hvítusunnudag . Vit Turið S, Glóð og eg fóru norð til Elduvíkar at vitja Turið og Hall og børnini, sum eru har í leigaðum húsi. Elduvík er ein perla, sum vit ikki hoyra um so ofta, ella ikki so ofta sum Gjógv. Áin rennur gjøgnum bygdina, vítt um, tjøld og húsvognar. Børn í ánni. Eitt flott pláss er gjørt við beinkjum og steinseting, vit hugsaðu tað er kanska gjørt til standmyndina av marmenli, tá ið hon kemur, so spennandi. Húsini vóru so frálík, hitapottur á pallinum, grill og gott pláss inni eisini. Kann viðmælast.

Seinnapartin gekk leiðin til Eiðis, til fernisering hjá Sigrun Gunnarsdóttur. Nógv fólk vóru samankomin í góðveðrinum. Avmarkað tal av fólki í senn, servering uttanfyri. So sera væl fyriskipað. Teir eyðkendu Sigrun málningarnir gingu sum heitt breyð.

 Framsýningin var í atelierinum hjá Sigrun, Tordur helt skil á, at tilmæli vórðu fylgd.


2. hvítusunnudag fór eg til Fuglafjarðar við Jórunn og Jóan Paula. Jórunn hevði fernisering í Ribarhúsi. Ein so sera hugnaligur dagur. Fitt av fólki, og koddar og myndir vóru væl umtóktFrits Johannesen helt eina so avbera vakra talu fyri Jórunn.

Tá ið framsýningin læt aftur fyri í dag, fóru vit á Muntra at eta. Og síðani vórðu vit boðin til kaffi hjá Sigurð Simonsen, har ið vit nutu góðan blíðskap.
hondbroderað á svart vadmal