Oct 27, 2017

Sólorka - rómverjar í Albir

Tað fyrsta, tú sært, er eitt modell av baðnum.
DSC01265
Tað lítla útisavnið Villa romana  er mitt í býnum. Eitt innistikað øki við einum lítlum útgrevstri innaní. Ja also, lítil í mun til Rom ella Athen. Men hesar fornleivdir vístu baðilandið hjá einum ríkum rómverjahúski fyri 1500-2000 árum síðani.
DSC01270
Upplýsandi skelti vóru sett upp og okkurt, sum eg haldi er internetfrágreiðingar, ein Qr code.
Eitt rómverskt bað hevur caldarium, tepidarium og frigidarium, umframt umklæðirúm og fitnessrúm. Tey fóru fyrst í tað heitasta baðið, síðani tempererað og at enda í kalt vatn.
DSC01275
Upphitingin var viðareldur, sum var undir baðnum, sum var bygt við millumrúmum undir gólvinum og í veggjunum, so at heit luft streymaði runt og hitaði veggir og gólv. Ein stórur tangi var við heitum vatni.
Henda familjan, sum búði í Albir, hevði stórar fløtur við oliventrøum, sum tey pressaðu til olju. Tað var teirra ríkidømi og teirra útflutningsvøra. Øll ferðing og allur handil var við skipi. Ein stórur kvarnarsteinur var funnin, og inni var ein barkhella ella ein mortari.
DSC01266
DSC01281
Savnið hevur eisini eina innandura sýning við lutum, tey hava grivið út.
Og inni har sóu vit ein lítlan film, sum við rolluspælið dramatiseraði lívið hjá familjuni. Niðanfyri síggja vit domina, húsfrúuna. 

DSC01277DSC01280
Sera áhugavert, ókeypis atgongd.

Oct 25, 2017

Sólorka – nútíðarlist í Albir, Alicante



GESTABLOGGARI: Turið Sigurðardóttir
FUNDACIÓNFRAX er savn fyri nútíðarlist í Albir. Savnið er ein modernaður “kassi” í minimalistiskum stíli, og myndlistin, vit sóu har í gjár, var mest modernistisk ella postmodernistisk.
DSC01283
Vit varnaðust straks eina spanska listakvinnu, sum hevði gjørt lítlar menniskjafigurar úr gipsi ella onkrum tílíkum, men figurarnir vóru ikki heilskapaðir, summir vóru bara bulur og avkvett bein og armar og aðrir manglaði aðrir partar. 
DSC01231
Nógvir av figurunum vóru á bakgrund, sum var svart plast, sum var rukkut. Beinanvegin vit komu inn í savnið, sóu vit eitt stórt rukkut svart plast á gólvinum, og mitt á tí ein av hesum neyðarsligu hvítu figurunum. Tað sá mest út sum eitt illa farið menniskja, ið druknaði á einum ovurstórum havi. Hetta vakti ymsar hugsanir, m.a. um øll flóttafólkini á havinum í hesum tíðum, sum ikki vinna upp land.
DSC01227
Listamaðurin Claudio Zirotti hevði fingið stórt pláss til sína sýning. Hann er føddur í Modena, Norðuritalia 1952, útbúgvin í Rom og býr í Valensia.
DSC01238DSC01239DSC01244
Hansara formar, strikur og litir eru sera fjølbroytt. Temað ella yvirskriftin var “Pré-texto” – umbering, men eisini: “áðrenn tekstin”- .
DSC01236
Myndirnar tóktust snúgva seg um rýtmu, sansan og samskifti. Serliga væl dámdi mær eina myndarøð av bókstavaraðnum, fyrst øgiliga klárum og reinum, síðan meira og meira óklárum, samanrennandi og gátuførum. Í hesum minti hann meg um tann 5 ár yngra havnarmannin Tórodd Poulsen, skald og myndlistamann, sum júst hevur fylt 60.












DSC01245

Sólorka - Albir. Little Norway og føroyska grannalagið.

Costa Blanca, tann hvíta strondin, eitt av teimum heilt nógv vitjaðu ferðamálunum í Evropa. Hópferðing byrjaði hjá okkum, tá ið Spies fór at flúgva bleikar danskarar til Benidorm í 60unum, og síðani hevur tað bara vundið uppá seg. Vit í Føroyum eru nústaðni farin at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sólarlanda, men føroyingar taka væl undir.
Her í Albir hava norðmenn reiðrað um seg í so stóran mun, at tú kanst liva alt títt lív og gera øll tíni ørindi og handlar á norskum. Ein norðmaður í den norske bokcafé segði mær, at her eru 5000 norðmenn.
Blaðið Spaniaposten hevur norsk-sponsk tíðindi og lýsir við norskum tænastum, tannlækna, bilaleigu, húsakeypi osfr.
DSC01295
Kinesarar svara tær á norskum, tá ið tú keypir smátingini til ommubørnini. Í kaffibarrini spyrja tey á norskum, um tú vilt hava vaflu afturvið. Nógvir norðmenn eru her 6 mánaðir um árið, 3 fyri jól og 3 eftir jól. So um tú vilt trena títt enska ella títt spanska ella síggja spaniólar, so er Albir kanska ikki staðið, …….ella nú skal eg ikki vera so avgjørd, havi mest gingið og malið í miðbýnum í 9 dagar.
DSC01289Sólorkuhotellið Albir Garden Resort er bygt rundan um svimjihyljar og sólterrassur. Byggjaríið er nóg lágt til at sólin sleppur framat. Eingin lyfta er, men eingin býr hægri enn 3. hædd. Herr síggja vit Vilbjørg og Regin á svølunum og Katrin uppiyvir.
DSC01222
Kamarið er stórt og ljóst. Mítt kamar er renoverað, men summi kømur eru nakað merkt av lukti og manglandi rørarbeiði.
Her eitt vatnland, har børn stuttleika sær, fínt stað til familjuferiu.
DSC01293
Maturin er góður, neutralur, so at øll fáa etið hann. Nógv frukt og grønt. Tríggjar ferðir um dagin, stór buffet.
Sólorkuútferðir . Fleiri útferðir vóru í boði, og tað ber eisini til at fara sína egnu leið. Saknaði kanska at vit fingu nærri at vita um møguleikarnar í Albir sjálvum, listasavnið Frax fundacio og Villa Romana t.d. Vit fóru á ferðamannaskrivstovuna leygardagin, men hon var stongd. Seinni fóru vit aftur og fingu eitt kort at ganga eftir. Eitt slíkt ókeypis kort kundi verið hent tann fyrsta dagin.
DSC01296
Vaglið og Klubbin. Tróndur og Unn hava havt nakrar tematúrar. Okkara túrur er fyri pensionistar, harmonikutúrur við Accordinistas de las Islas Feroe . Átta eldri harrar hava spælt bæði sum konsert, felagssang og til dans fleiri ferðir. Temað hevur verið merkt nógv av nostalgi, frem fra glemslen…..Hvørt kvøld kl. 18 er fundur og undirhald á Vaglinum, og seinni verður farið í klubban, sum er uttan fyri har hotellbarrin er. Sera gott at vita sær, at har fær mann fatur á fólki og fær upplýsingar og dagføringar.

DSC01155DSC01156

Okkurt fyri øll. Ikki ølll hava somu áhugamál og ynski, men henda ferðin hevur okkurt fyri øll. Og mann fær nógv fyri pengarnar.
DSC01255
Í gjárkvøldið vóru vit á eini Michelin matstovu í Altea. Hetta er útsýni av kirkjutorginum í Altea, bygningarnir í fjarleika er Benidorm.



Oct 24, 2017

Sólorka – útferð til fjallabygdina Guadalest

Busstúrurin í gjár tók 3 korter hvønn veg, so tað var ikki so strævið. Í Guadalest búgva 200 fólk, men hon er eitt tað mest vitjaða plássið her á leið. Okkum rennur í hug Mykines og onnur støð í Føroyum.
DSC01181
Tróndur var frásøgufólk, og tá ið tú hevur verið fleiri busstúrar við Sólorku, fært tú somu upplýsingar – ja eg havi nú hoyrt sumt av tí tríggjar ferðir. Kanska gott at fáa tað repeterað, so tað situr fast.
DSC01168
Fjallatoppurin niðanfyri eittur “Tað sovandi ljónið”.
DSC01173
Sera vakur koyritúrur niðan í fjøllini, Guadalest liggur 700 m. uppi.
Tey hava ein gamlan skansa við góðum útsýni yvir dalin, hann er frá 715 og bygdur sum verja ímóti mauriskari innrás. Bygdin vaks so upp rundan um skansin, fyrst innan fyri borgarmúrarnar.
DSC01207
Áin, sum rennur gjøgnum dalin, er gjørd til eina vatngoymslu.
DSC01190
Vit vóru á einum bygdarsavni, har vit sóu vanlig gomul arbeiðsamboð m.a. útgerð til at pressa oliven til olju.
DSC01211DSC01212DSC01213DSC01214
Tey hava brúkt esil sum arbeiðsdjór, og oljan bleiv sílað gjøgnum fleiri “sevmáttur”. Flott lítið savn – ókeypis atgongd.
Vit keyptu vín og súltutoy frá einum blíðum manni sum gav okkum smakkiroyndir.
Súltutoyið er av nipris fruktini, sum bara veksur her, og sum er so viðbrekin, at hon má verjast ímóti glopraregni, og hon má brúkast beinanveggin, hon er heystað.
Í gjárkvøldið var ein kendur maður á pallinum, Geoff Britton. Ja eg kendi hann ikki, men Tróndur greiddi frá, at hann hevur verið mitt í “the roaring sixties” í London. Fittur fýrur, og tá ið eg kom til hús, læt eg altanhurðina upp og hoyrdi kendar gamlar tónar inn í kamarið. Hann sigur, at Spania – hesin partur – nú er sum London í sekstiárunum – akkra sum eitt sindur forsinkað Smile
DSC01217

Oct 23, 2017

Sólorka – eta úti.

Í gjárkvøldið vóru vit á Santorini og ótu. Frálíka hugnaligt stað, og so beint yvir av hotellinum, stuttur vegur til hús. Eg fekk mær GYROS, og tær fingu sær lambskotelettir ella chops, Berljót fekk sær hønsarunga á spjóti.

DSC01158                    DSC01162DSC01163



Veggirnir vóru prýddir við filosoffum, og ølið eitur sjálvandi mythos.

DSC01164

Eitt annað kvøld vóru vit úti og ótu thai/indiskt. Tað var ein ovurstór máltíð, ein rættur fyri og annar eftir borin inn í sjáldsomun dekorativum føtum, og rúmið og vesið og alt var pyntað við litføgrum og gulldrignum figurum.

DSC01089

Aftaná máltíðina fingu við hvør sín heitan lappa at vaska okkum um hendurnar við. Niðanfyri sæst ymiskt pynt og vesigólvið.

DSC01093 - Kopi - KopiDSC01095 - Kopi - KopiDSC01096 - Kopi - KopiDSC01097 - KopiDSC01098 - Kopi

Oct 21, 2017

Sólorka – To the Lighthouse

Tað visti eg longu heimanífrá, at ein lættur túrur var út á ein vita her nærindis, tað hevði Ingigerð sagt. Og beinanvegin fyrsta dagin sóu vit, at gøtan til Faro (vitan) var har niðri við strondina, og fleiri av teimum fimu og fermu konunum høvdu longu verið har, áðrenn vit fóru raggandi í dag. Í dag mundi okkara frídagur vera, so eg lá og gassaði mær í seingini til 10.30, lukkaðist akkurát til fimleikin hjá Kirsten her í túninum. Turið er so fresh, at hon sprakk í hylin.
DSC01102
Men so fóru vit túr, og vit gingu einar 7-8 km. Ikki so galið. Túrurin var bæði fagur og upplýsandi, tí turistamyndugleikarnir her hava sett upplýsandi talvur upp, bæði um plantulív, okkurnám, sjórænarar fyrr í tíðini og annað. Vit fingu tað góða hugskot á vegnum, at SÓLORKA skuldi havt ein tematúr ella skeiðstúr fyri ferðamakarar í Føroyum , ferðaleiðarar og kunningarstovur. tey skuldu verið leidd til ymsar ferðafólkaupplivingar, og seinni skuldi tey latið uppgávu inn um, hvat vit kunna læra av Alicante, og krav skuldi verið, at skeiðsluttakarar koma við minst 1 og hæsgt 3 uppskotum til ítøkilig tiltøk í Føroyum.
DSC01120
Úsýni av vitavegnum inn ímóti sandinum í Albir.
DSC01121
Allar talvurnar vóru á heimamálinum, sponskum og enskum. Hendan greiðir frá søgnini um Puig Campana skarðið, sum sæst hiðani.
DSC01133
Sjálvur vitin er ikki nakað serligt at síggja, og ferðamannastøðin har var stongd í dag leygardag.
DSC01108
Tað fløvaði okkara hjarta at síggja, at her bar til at fara beina leið til Santiago, vit høvdu næstan hug at leggja bara avstað sum pílagrímar á øðrum sinni. Men tað voldi sorg at síggja, at onkur hevði meiggjað útyvir jákupsskelina.

SÓLORKA - útferð til Valencia

Valencia er trriðstørsti býur í Spania og høvuðstaður í partsríkinum Valencia. Vit fóru úr Albir við bussi kl. 9 í gjáramorgunin.  Bæði Unn og Tróndur vóru við og Sólja dóttir teirra.
DSC01002
Á vegnum greiddi Tróndur frá søgu, politikki og øðrum. Hann segði okkum eisini eina søgn um tað stóra skarðið, sum sæst í einum fjalli her. Tólvjavningurin Rólant hevur høgt tað út við tí góða svørðinum Dýrindal. Rólant hevði eina unnustu, sum var so sjúk, hon kundi bara liva , so leingi sólin sá á hana.

Rólant var frá sær sjálvum av sorg og fór til fjals og høgdi sólini veg um fjalli, so at strálurnar sluppu yvirum, tá kom skarðið Puig Campana . Men unnustan doyði, og Rólant fór í ovursinni og tók alt grótið, sum hann hevði høgt úr skarðinum og tveitti tað á sjógv, og tað er nú  oyggin Isla de los Periodistas.
Vit koyrdu gjøgnum grønar olivenlundir og appelsinlundir.
Í Valencia sóu vit trý støð, vit sóu eina stóra marknaðarhøll við øllum góðum, serstakliga forvitnisligt at síggja t.d. neytavomb og grísaoyru og so allan fiskin.
DSC01030 - KopiDSC01033DSC01036 - KopiDSC01037 - Kopi
Síðani fóru vit á eitt keramikksavn, tað var í einum glæsiligum harramanshúsi, serstakliga flott.
Seinasta vitjanin var dómkirkjan, har fingu vit hvør sína elektróniska guide á enskum, sera áhugavert.
DSC01055
DSC01060DSC01061              DSC01062
Hetta er vist tann krossfesti ránsmaðurin, avskeplaður og ljótur.
Vit sóu eitt sindur av miðbýnum í Valencia, ein skúli var útferð, og tey skuldu gera smáar uppgávur á Drotninga Plaza. Ein listarlig framførsla var við eini kvinnu, sum kom út úr eini mynd, sera sjáldsamt. 
DSC01064
Vit koyrdu framvið tí nýggja býareyðkenninum hjá Valencia: Listar- og vísindabýurin, sera sjáldsamt byggarí, og inni er akvarium, sjónleikarhús og framsýningar og annað.
DSC01021DSC01022DSC01023
DSC01066DSC01067
Nú ið so ófriðarligt er í Katalonia, var áhugavert at hoyra Trónd greiða frá, at her í Valencia er fólkið vorðið meiri kongatrútt ella pro Spania, vanliga sær mann bara tað valensiska flaggið (vinstrumegin), men nú sær mann tað spanska ríkisflaggið meira og meira á húsaveggjum. Fólk eru farin at stúra fyri, at ríkið dettur sundur. Søguliga sæð hevur Spania verið fleiri ríki, og søgan er ikki gloymd.
DSC01079DSC01081Kaffimentanin er øðrvísi enn okkara Niels fekk ein kaffisnaps í einum dukkukoppi, hann helt, at hetta var sum eitt dukkukoppastell.                              DSC01083
DSC01087
Og nú fóru vit á matstovu, og ikki bara onkra matstovu, men La Pepica,   sum er á sjálvari strondini, og har øll tey kendu hava etið. Vit ótu paella, og hesir tænararnir nýtast ikki nakað fitness sentur, sum teir dragsa og bera.


DSC01071DSC01080Veggirnir á La Pepica vóru avtaglaðir við myndum av kendum fólkum, sum hava etið har. Matstovan er frá 1898. Niðanfyri sæst Hemingway og eitt sitat hjá honum.