Á vegnum greiddi Tróndur frá søgu, politikki og øðrum. Hann segði okkum eisini eina søgn um tað stóra skarðið, sum sæst í einum fjalli her. Tólvjavningurin Rólant hevur høgt tað út við tí góða svørðinum Dýrindal. Rólant hevði eina unnustu, sum var so sjúk, hon kundi bara liva , so leingi sólin sá á hana.
Rólant var frá sær sjálvum av sorg og fór til fjals og høgdi sólini veg um fjalli, so at strálurnar sluppu yvirum, tá kom skarðið Puig Campana . Men unnustan doyði, og Rólant fór í ovursinni og tók alt grótið, sum hann hevði høgt úr skarðinum og tveitti tað á sjógv, og tað er nú oyggin Isla de los Periodistas.
Vit koyrdu gjøgnum grønar olivenlundir og appelsinlundir.
Í Valencia sóu vit trý støð, vit sóu eina stóra marknaðarhøll við øllum góðum, serstakliga forvitnisligt at síggja t.d. neytavomb og grísaoyru og so allan fiskin.
Síðani fóru vit á eitt keramikksavn, tað var í einum glæsiligum harramanshúsi, serstakliga flott.
Seinasta vitjanin var dómkirkjan, har fingu vit hvør sína elektróniska guide á enskum, sera áhugavert.
Hetta er vist tann krossfesti ránsmaðurin, avskeplaður og ljótur.
Vit sóu eitt sindur av miðbýnum í Valencia, ein skúli var útferð, og tey skuldu gera smáar uppgávur á Drotninga Plaza. Ein listarlig framførsla var við eini kvinnu, sum kom út úr eini mynd, sera sjáldsamt.
Vit koyrdu framvið tí nýggja býareyðkenninum hjá Valencia: Listar- og vísindabýurin, sera sjáldsamt byggarí, og inni er akvarium, sjónleikarhús og framsýningar og annað.
Nú ið so ófriðarligt er í Katalonia, var áhugavert at hoyra Trónd greiða frá, at her í Valencia er fólkið vorðið meiri kongatrútt ella pro Spania, vanliga sær mann bara tað valensiska flaggið (vinstrumegin), men nú sær mann tað spanska ríkisflaggið meira og meira á húsaveggjum. Fólk eru farin at stúra fyri, at ríkið dettur sundur. Søguliga sæð hevur Spania verið fleiri ríki, og søgan er ikki gloymd.
Og nú fóru vit á matstovu, og ikki bara onkra matstovu, men La Pepica, sum er á sjálvari strondini, og har øll tey kendu hava etið. Vit ótu paella, og hesir tænararnir nýtast ikki nakað fitness sentur, sum teir dragsa og bera.
No comments:
Post a Comment