Kamarið hevur altan við borði og stólum, kamarið hevur eisini ein lítlan køk við ketli, kaffimaskinu og ristara.
Sólorka hevur samkomustað tey kalla Vaglið, og sum Tróndur segði, fimmarin er klookkan seks. Vit fingu upplýsing um túrar og útferðir, og Antonio spældi gittar.
Á Vaglinum var eisini Durita Holm og greiddi eitt sindur frá sínum lívi, framløgan var sum ein samrøða millum Durita og Trónd. Sera áhugavert, mær dámar so væl krimisøgurnar hjá Duritu, stuttligt at síggja hana sjálva.
Í morgun gekk Tróndur við okkum oman at strondini, tað er ein stuttur túrur, og vit fingu at síggja, at her er nógv ferðafólk, sera nógvir norðmenn og hollendingar. Niðri á sandinum bíðaði Unn okkum við onkrum at drekka.
No comments:
Post a Comment