Jan 27, 2014

GLÓÐ

Glóð er systir Bjørt og Fríðu. Vit vóru í barnadópi í gjár. Nógv børn vóru har, systkinabarn Glóðar Tyrni var eisini har. Marja og Brian duga væl at vera blíð, og har var gott fólk í køkinum og hjálpti til, sá eg.

004005007008012

Abbasystrarnar eru upp á pláss, og Lív Rósa og Magna posera.

Jan 25, 2014

Leygardagur í Havn

Fyrst fóru vit ein frískligan túr út á Tinganes, har skarvarnir vóru og høvdu skarvafund.

006009

Síðani niðan gjøgnum býin, fram við teimum tómu handilshølunum og teimum illa málaðu húsunum. Hevði sms verið bygt í býnum, hevði tað verið fínt, kanska á hesa grundina, tikið hetta húsið niður og bygt ein handilsdepil (also áðrenn sms)

011

so var tað granni hjá ríkisumboðnum, so havt eina útgongd inn í garðin hjá ríkinum, kanska caféborð.

012

014

Síðani fóru við í bókhandilin, ein so fínur handil, huglagið í topp, spennandi bøkur, kanska í so nógvar kókibøkur, fólk vóru á skoytubreytini í regninum, tað er eisini eitt gott tiltak, stuttligt ítriv mitt í býnum.

Síðani fóru vit í Havnar kirkju, har tríggir menn spældu variatiónir yvir kvæðaløg. Frálík konsert. Serstakliga trummuspælarin var fínur, so fingrafimur og hevði so nógv ymiskt slagverk at halda skil á.

016017

Teir ungu menninir eru: Martin Seier (klaver), er urguleikari í Suðuroy. Bjørn Heebøll (trummur), komin niðrifrá at vera við. Torleik Mortensen (bass), abbasonur Johannes Mortensen, stutt síðani fluttur til Føroya.

Og seinasta hønubulletinin sigur, at tær smáu eru farnar at verpa, men enn eru eggini smá:

003

Jan 23, 2014

Fra hus til hus eftir Marju Kristin Baldursdóttur

Bókastev var hjá Randi í kvøld. Eg hevði ikki lisið bókina lidna, fý skamma meg!
Men teimum øllum dámdi bókina væl, sjálv haldi eg, at har hendi ov lítið. Jú hon var nokso stuttlig handa Kolfinna og vinkonan Mathildur eisini. Kolfinna mennist nógv í bókini, hon lærir nógv um menniskju og samfelag við at vera vaskikona í 4 ymiskum húsum í Reykjavík.
Sum vaskikona verður Kolfinna lítið vird, og menninir, sum hon vaskar hjá - annar advokatur og hin biologur, gera seg upp og eyðmýkja hana á ymsan hátt, samstundis sum teir girnast hana. Men Kolfinna er ikki so at syfta, hon hevur dreymar, men sær, áðrenn tað er ov seint, at dreymurin gongur ikki út við bara at fáa sær ein ríkan mann við húsum fullum av bókum og málningum og persiskum teppum.
008
009
Bókin var uppseld á íslendskum, so vit lósu allar á donskum.

Jan 22, 2014

..eingin treður dansin undir moldum

Nú er drotning Dagmar farin upp á gólv í himmiríki saman við Kartna.
Væl og virðingafult fylgd út á gravarbakka og løgd í nývígda mold. Jarðarferðin var so fín, fylgdi øllum traditiónum, men hevði so kortini eitt lítið eyka pift, eina eyka heilsan til ta 102 ára gomlu. Preludium í kirkjuni var Bøhmerlandsdronningen, so sjáldsamt og so væl hóskandi. Lítla Dagmar spældi so væl í kirkjuni, og øll børnini lótu langommuni eina blómuheilsan á kistulokið. Prestur var eisini í sama duri, tað var hugnaligt at hoyra um lívið hjá Dagmar og Kartna. Mads og Árni og synir og dótturmaður vóru allir í føroyskum vesti, so hátíðarligt, ein seinasta heilsan til hennara, sum hevur broderað.
Photo: Verdens bedste svigermor, Dagmar Winther, sov stille ind lørdag 18. Januar  102 år gammel
Ervið var á Hafnia, altíð gott við einum snapsi niður á hjartað, áðrenn tú fert til borðs, tað fingu vit eisini, tá ið Kartni varð borin út, tað hevði hann sjálvur bestemmað
Góði Mads og Anne Lise og Árni og Sigga, tað var deiligt at síggja tykkara børn og barnabørn í kirkjuni í dag, so pen og evnagóð øll.

Jan 19, 2014

Sláið ring 35 ár

Eini 300 fólk vóru komin saman í høllini hjá Dansifrøi. Sum onkur segði, tað var sum ein dansistevna. Eg og Turið settu okkum við borðið hjá Stígum fast, sat undir liðini á Borghild í Oyrargarði, og tað var eitt sindur sum at vera til próvtøku, tí hon hevði so nógvar málsligar uppgávur til mín og Turið. Men tað var ein hugnalig próvtøka, ótrúligt, at ein so lítl bygd sum Dalur skal hava so egið mál, kanska tey hava verið so avbyrgd og tvør har.  Eitt orð, sum eg havi ikki hoyrt fyrr, er ‘tyrvi’ , tað verður sagt um smakk, at okkurt smakkar tyrvi, merkir, at træsmakkur gongur at. Eitt annað orð kom úr hinum endanum av høllini, men eisini frá dalbingi, tað er orðið ‘álvinspílur’, tað er ein beinflís, sum verður funnin í kjøtinum. Hetta orðið finni eg ikki í orðabókini, men tað man vera tí, at eg stavi tað skeivt. Vakurt orð, ein pinkalítil pílur, kanska hjá eini álvagentu

 

013

 

Røður og kvøður vóru og eitt fínt sanghefti, nógvir sangir um tann føroyska dansin, fleiri av yrkjarunum vóru hjástaddir, ein nýyrktur bleiv borin inn, tað var ein hjá Regini Debes, eg seti her eitt ørindi úr honum:

Munnar mæla, eygur tala

samrøtt dansilag

siga søgu listarliga

loyst úr tíð og stað.

Ørindið lýsir ta løtuna, tá ið dansurin røkkur tí sublima.

Rasmus Joensen, sum hevur verið formaður í 14 ár, røddi um virksemi felagsins, síðani tað var stovnað og bað veitslufólkið fagna fyrsta formanninum Høgna Mohr, sum var hjástaddur. Jónleif Johannesen, sum nú er formaður, segði nakað um, hvørji mál liggja fyrst fyri at arbeiða við. Felagið vil styrkja tey veikastu liðini í dansins tilveru, og har nevndi hann fólkaskúlan, sum mestsum bara hevur Flóvin Bænadiktson á pensumlistanum, og sum í nógvum skúlum manglar eina eldsál at standa á odda í frálæruni. Jónleif nevndi eisini Fróðskaparsetrið, sum átti at givið dansinum og kvæðunum nógv størri rúmd í sínum arbeiði.

018

Óli á Geilini resiteraði Deyðastund Tróndar, og feløgini um landið bóru heilsanir til felagsfelagið. Umleið klokkan 23 var borðhaldið liðugt , og farið varð upp á gólv. Regin Eikholm legði fyri við vísuni um tann føroyska dansin, og síðani skipaði ein fjúrtan ára gamal úr Húsinum í Kollafirði Bøhmerlandsdronningen.

Eitt deiligt dansikvøld, stuttligt at síggja systkinabarnið úr Hattarvík í dansinum. Vit fóru ikki seint heim, ivaleyst hava tey hildið á langt út á náttina.

031

Av myndunum skuldi ein trúð, at næstan ongi konufólk vóru í veitsluni, men so var ikki.

Jan 14, 2014

Størsti býur í Føroym

Eg fái reyðar prikkar, tá ið føroyskir rithøvundar kalla Føroyar tað lítla landið mitt úti í Atlantshavi, ella tær 18 smáu oyggjarnar mitt í havinum – so veðurbardar ella mítt lítla váta land. Ella Havnina: hesin pinkalítli býur við teimum marglittu húsunum….hetta williamska prátið um tað pinkalítla landið, vit mega koma yvir hatta sandskornið. Tí hvør heldur, at Havnin er so lítil? Hvat er so lítil við henni? SMS? ella Kiosk aktiv? Hvat er sjónarhornið? Hava vit kanska lyndi til at síggja við eygum á øðrum? Oddvør Johansen hevur lyndi til at síggja hetta minsta í øllum, og seinast sá eg tað hjá Páll Nolsøe í “Broti”.
Havnin er størsti býur í Føroyum, hvønn gerandisdag er Havnin nóg stór til mín, og landið er ikki bara “heima á klettunum”, landið er ikki klettar.

Jan 11, 2014

Brot eftir Páll Nolsøe

IMG_7311[1]
Endiliga eri eg liðug við hana. Hon fangaði meg ikki heilt, má eg siga. Tað vardi rúma tíð, áðrenn uppkláringararbeiðið kom í gongd, sera nógv fólk skuldu setast á pall, og tá ið Einar, Eilif, Beinta og øll hini vóru presenterað, hevði eg næstan gloymt, hvør brotsgerðin var. Og nú ið eg eri liðug við hana, eri eg ikki heilt klár yvir motiv drápsmansins. Eg veit, hvør bleiv handtikin og dømdur, men sambandið millum Anton og Einar er rættiliga kámt. Bókin er ein psykologiskur trillari, tey stuttu millumkapitlini við einum gátuførum frásøgufólki skula økja óhugnan og fløkja ella greiða málið. Tað dulda frásøgufólkið – ein eg persónur – líkist nógv detektivinum Einari, og Einar hevur tað sera ringt meginpartin av tíðini. Hann slær konuna, konan rýmir, og tá ið bókin endar hevur hann mist starvið. Lesarin fer at ivast í , um tað kanska er detektivurin sjálvur, sum er brotsmaðurin.
Bygging.
Tær 463 síðurnar eru býttar í tveir partar, sum eru býttir í kapittul, og ímillum kapitlini eru stuttir tekstir við innansjónarhorni - oftast ein eg persónur.
Reyði tráðurin er sjálvsagt uppkláringararbeiðið, dráp verða framd í Havn, í Runavík og í Vestmanna. Avhoyringar eru á løgreglustøðini í Havn, og løgreglufólkini ferðast til drápsplássini. Høvuðspersónur er Einar, og vit fylgja honum, men stundum hvørvur hann nakað úr myndini, og vit fylgja Felix. Privatlívið hjá Einari koyrir sum ein síðusøga, sum aldrin rættiliga verður integrerað í høvuðssøguna, og tað ger, at søgan virkar diffus. Eisini aðrar persónssøgur eru ørkymlandi endaleysar t.d. tann um tann religiøsa beiggja Annu Nónsgil, hann er religiøsur, men hvat var tað við honum og Annu?
Sálarfrøði, religión og eksistensialistiskir tankar og harðskapur.
Bókin er sera ambitiøs, bæði í bygging og menniskjasýni, vil avgjørt ikki flokkast sum ein lættisoppakrimi, har putlispælið passar alt ov væl. Persónarnir eru svakir psykopatar við yvirlutakenslum, løgreglufólk við traumatiskum uppvøkstri, og morðini eru sera harðlig fyri ikki at tala um endan, sum er eitt blóð-  og eldbað. Bæði Felix og Einar hava sálarligan ójavna í viðførinum, Felix hevur einaferð skotið ein mann og ikki sagt frá, og Einar sær ein brotsmann ella ein, sum hann ræðist, tá ið hann hyggur í speglið. Anton leitar eftir tí endaliga frælsinum, og Pól Nónsgil revsar menniskju í sínum prædikum.
Bókmentaligar tilsipingar gera eisini bókina avbjóðandi, Shakespeare og klassisk mytologi ganga aftur í teimum filosofisku pørtunum um menniskjans leiklut í hesum heimi.
 Mál.
Ein partur av søguni er á donskum, tí at partur av løgregluliðnum eru danskarar, teknikarar og sálarfrøðingur og Felix. Felix skilur og tosar hálvbrotið føroyskt og sálarfrøðingurin Vibeke Reinholdt tosar danskt um Skype. Ein kann siga, at tað er sera realistiskt, tí soleiðis er gerandisdagurin í Føroyum.
Bókin annars er á føroyskum, men í summum førum sera óhjálpnum føroyskum máli, m.a. við nógvum danismum Dømi:  ..tey høvdu treiskast regnið, (á donskum “trodset regnen”, á føroyskum tekur orðið treiskast ikki beinleiðis ávirki). : ..hann mintist sjónina av Einari (also at hann sá Einar), …hann hevði fingið sagt (hann hevði ikki sagt tað sjálvur men onkur hevði sagt honum tað),…hon hugdi á hann (vanligt er upp á hann, yvir á hann ella ímóti honum, eg hugsi ikki á hann er idiomatiskt føroyskt).
Eisini eru fleiri bendingarvillur og stavivillur, sum áttu at verið loftaðar í rættlestri.
Endi
Men ein stór djørv bók, við sera nógvum persónum og nógvum søgum, høvundurin hevur rættiliga spent seg út at geva eitt innlit í óhugnaligar krókar í menniskjasinninum. Krimigenran á føroyskum er í menning og broyting, so tað er spennandi. Havi ikki lisið hinar nýggju brotssøgurnar enn, men gleði meg. Helt at eg skuldi skriva hetta í larmandi tøgnini, men gleði meg eisini til fleiri ummæli koma. Ein má ikki síggja burtur frá,  at tað finnast góðir og minni góðir lesarar eisini, sum ummæla heilt á hvør sín hátt.
Páll Nolsøe vann eina stuttsøgukapping, tá ið hann gekk í Hoydølum. Søgan eitur babba og er um incest, ein sera góð og skelkandi søga. Vælkomin Páll á skaldsøgupallin í Føroyum.

Jan 8, 2014

Jólagávan

Einaferð var tað ein omma, sum fekk fimm jólagávur á jólum. Hon fekk ein stóran reyðan pakka, ein lítlan bláan, ein bleytan grønan, ein bleytan gulan og ein mynstrutan flatan, ruflutan. 

Fyrst pakkaði hon tann bleyta gula pakkan upp, á píka ein blusa! hon var vínreyð (omman elskaði vínreytt), og hon var akkurát passaliga niðurringað, og so var hon bummull (omman elskaði ektaða bummull)….meen hon hevði ongar ermar, og omman kundi ikki torga at vera í blusu við ongum ermum, ikki longur, síðani hon hevði fingið “veittriarmar”, ja ella veingir.

Síðani pakkaði hon tann stóra reyða pakkan upp, hann var harður, ein pappkassi, og omman hugsaði, kanska er tað handan hvirlan, sum eg sá í INSPIRATIÓN, hon pakkaði og pakkaði upp, reytt pappír, reytt band og inna í var ein gólvvasi. Ein svartur gólvvasi, stórur. T.t.taaakkkk! segði omman, men hon hugsaði, oys hvar skal eg seta hann, har er ikki pláss fyri honum, ei heldur fyri teimum vasum sum longu eru har.

Nú var tað tann lítli blái pakkin, hann var bláur sum himmalin millum skýggini, tað var skjótt at pakka upp, tí har hevði onkur verið og lúrt, í pakkanum var tyggigummi, túsund takk segði omman, tí hon elskaði tyggigummi.

Næst var tað tann grøni, hann var bleytur, so tað var heilt vist klæði, og púra beint, tað var eitt turriklæði, tað var so mjúkt so mjúkt, tað var brúnt, men ikki bara, tað sjanseraði í grønligt, omman vant beinanvegin turriklæðið um hálsin. Akkurát fyri! segði hon.

Omman hevði goymt tann rufluta pakkan til seinast, tí hann sá so spennandi út, og hon gleddi seg mest til hann. Hon tók pappírið varisliga av, og hygg, hvat var innaní, ein klónur.

IMG_7306[1]

Og omman bleiv so himmalsglað, túsund takk , segði hon, hesin skal hanga í køkinum. Og omman mintist á aðrar klónar, sum ein 28 gamlan klón, sum hon einaferð hevði fingið.

IMG_7310[1]

Eftir jól fór omman ørindi, hon fór í handilin við teirri vínreyðu blusuni, sum hevði ongar ermar, omman gekk og tugdi tyggigummi við hindberjasmakki.

Langt eftir jól, tá ið tyggigummið var upptugt og tann svarti gólvvasin var komin í skúrin at standa, sat omman við turriklæði um hálsin og hugdi at klóninum, hann hekk á hurðini og flenti og flenti, so hann mundi skrædnað, og omman smíltist til sín klón. Tað var ein góð jólagáva.

Jan 5, 2014

Teldil og bátur

Mamma! Kann eg spæla teldil? Nei góði. Mamma, kann eg fara at vitja ommu (hatta má vera mamman at allari eufemismu!)? Ja góði!
Og um morgunin hoyri eg smáar føtur uttanfyri, og so bukar á dyrnar, omma kann eg spæla teldil? So situr hann og spælir og tosar fyri seg sjálvan…onkuntíð vísir hann mær, hygg omma eg havi hasa freku apuna, hygg omma eg fari at keypa triks. Eg spyrji, um vit skula fara til byrgingina við tí fjarstýrda bátinum, ja sigur hann, eg veit ikki hví eg segði nei í gjár, sigur hann, tí eg spurdi eisini í gjár, og tá fór eg einsamøll.  Omma kann eg sleppa at vassa í tínum gummistivlum? Ja, sigi eg. Teldilin ljóðar dinge.dinge-ding-kipp,kipp-dinge,dinge,ding-kipp,kipp.
008
Og vit sigla til Íslands,
015
men báturin leggur seg á liðina og vil ikki  longur, sum vit vilja, og hvør ein løta og hvør ein stund mót stóra fossinum dregur. Men vit fáa hjálp, okkara hetja vaðar út og bjargar øllum.
018