Eini 300 fólk vóru komin saman í høllini hjá Dansifrøi. Sum onkur segði, tað var sum ein dansistevna. Eg og Turið settu okkum við borðið hjá Stígum fast, sat undir liðini á Borghild í Oyrargarði, og tað var eitt sindur sum at vera til próvtøku, tí hon hevði so nógvar málsligar uppgávur til mín og Turið. Men tað var ein hugnalig próvtøka, ótrúligt, at ein so lítl bygd sum Dalur skal hava so egið mál, kanska tey hava verið so avbyrgd og tvør har. Eitt orð, sum eg havi ikki hoyrt fyrr, er ‘tyrvi’ , tað verður sagt um smakk, at okkurt smakkar tyrvi, merkir, at træsmakkur gongur at. Eitt annað orð kom úr hinum endanum av høllini, men eisini frá dalbingi, tað er orðið ‘álvinspílur’, tað er ein beinflís, sum verður funnin í kjøtinum. Hetta orðið finni eg ikki í orðabókini, men tað man vera tí, at eg stavi tað skeivt. Vakurt orð, ein pinkalítil pílur, kanska hjá eini álvagentu
Røður og kvøður vóru og eitt fínt sanghefti, nógvir sangir um tann føroyska dansin, fleiri av yrkjarunum vóru hjástaddir, ein nýyrktur bleiv borin inn, tað var ein hjá Regini Debes, eg seti her eitt ørindi úr honum:
Munnar mæla, eygur tala
samrøtt dansilag
siga søgu listarliga
loyst úr tíð og stað.
Ørindið lýsir ta løtuna, tá ið dansurin røkkur tí sublima.
Rasmus Joensen, sum hevur verið formaður í 14 ár, røddi um virksemi felagsins, síðani tað var stovnað og bað veitslufólkið fagna fyrsta formanninum Høgna Mohr, sum var hjástaddur. Jónleif Johannesen, sum nú er formaður, segði nakað um, hvørji mál liggja fyrst fyri at arbeiða við. Felagið vil styrkja tey veikastu liðini í dansins tilveru, og har nevndi hann fólkaskúlan, sum mestsum bara hevur Flóvin Bænadiktson á pensumlistanum, og sum í nógvum skúlum manglar eina eldsál at standa á odda í frálæruni. Jónleif nevndi eisini Fróðskaparsetrið, sum átti at givið dansinum og kvæðunum nógv størri rúmd í sínum arbeiði.
Óli á Geilini resiteraði Deyðastund Tróndar, og feløgini um landið bóru heilsanir til felagsfelagið. Umleið klokkan 23 var borðhaldið liðugt , og farið varð upp á gólv. Regin Eikholm legði fyri við vísuni um tann føroyska dansin, og síðani skipaði ein fjúrtan ára gamal úr Húsinum í Kollafirði Bøhmerlandsdronningen.
Eitt deiligt dansikvøld, stuttligt at síggja systkinabarnið úr Hattarvík í dansinum. Vit fóru ikki seint heim, ivaleyst hava tey hildið á langt út á náttina.
Av myndunum skuldi ein trúð, at næstan ongi konufólk vóru í veitsluni, men so var ikki.
No comments:
Post a Comment