Jan 25, 2014

Leygardagur í Havn

Fyrst fóru vit ein frískligan túr út á Tinganes, har skarvarnir vóru og høvdu skarvafund.

006009

Síðani niðan gjøgnum býin, fram við teimum tómu handilshølunum og teimum illa málaðu húsunum. Hevði sms verið bygt í býnum, hevði tað verið fínt, kanska á hesa grundina, tikið hetta húsið niður og bygt ein handilsdepil (also áðrenn sms)

011

so var tað granni hjá ríkisumboðnum, so havt eina útgongd inn í garðin hjá ríkinum, kanska caféborð.

012

014

Síðani fóru við í bókhandilin, ein so fínur handil, huglagið í topp, spennandi bøkur, kanska í so nógvar kókibøkur, fólk vóru á skoytubreytini í regninum, tað er eisini eitt gott tiltak, stuttligt ítriv mitt í býnum.

Síðani fóru vit í Havnar kirkju, har tríggir menn spældu variatiónir yvir kvæðaløg. Frálík konsert. Serstakliga trummuspælarin var fínur, so fingrafimur og hevði so nógv ymiskt slagverk at halda skil á.

016017

Teir ungu menninir eru: Martin Seier (klaver), er urguleikari í Suðuroy. Bjørn Heebøll (trummur), komin niðrifrá at vera við. Torleik Mortensen (bass), abbasonur Johannes Mortensen, stutt síðani fluttur til Føroya.

Og seinasta hønubulletinin sigur, at tær smáu eru farnar at verpa, men enn eru eggini smá:

003

No comments:

Post a Comment