Jan 8, 2014

Jólagávan

Einaferð var tað ein omma, sum fekk fimm jólagávur á jólum. Hon fekk ein stóran reyðan pakka, ein lítlan bláan, ein bleytan grønan, ein bleytan gulan og ein mynstrutan flatan, ruflutan. 

Fyrst pakkaði hon tann bleyta gula pakkan upp, á píka ein blusa! hon var vínreyð (omman elskaði vínreytt), og hon var akkurát passaliga niðurringað, og so var hon bummull (omman elskaði ektaða bummull)….meen hon hevði ongar ermar, og omman kundi ikki torga at vera í blusu við ongum ermum, ikki longur, síðani hon hevði fingið “veittriarmar”, ja ella veingir.

Síðani pakkaði hon tann stóra reyða pakkan upp, hann var harður, ein pappkassi, og omman hugsaði, kanska er tað handan hvirlan, sum eg sá í INSPIRATIÓN, hon pakkaði og pakkaði upp, reytt pappír, reytt band og inna í var ein gólvvasi. Ein svartur gólvvasi, stórur. T.t.taaakkkk! segði omman, men hon hugsaði, oys hvar skal eg seta hann, har er ikki pláss fyri honum, ei heldur fyri teimum vasum sum longu eru har.

Nú var tað tann lítli blái pakkin, hann var bláur sum himmalin millum skýggini, tað var skjótt at pakka upp, tí har hevði onkur verið og lúrt, í pakkanum var tyggigummi, túsund takk segði omman, tí hon elskaði tyggigummi.

Næst var tað tann grøni, hann var bleytur, so tað var heilt vist klæði, og púra beint, tað var eitt turriklæði, tað var so mjúkt so mjúkt, tað var brúnt, men ikki bara, tað sjanseraði í grønligt, omman vant beinanvegin turriklæðið um hálsin. Akkurát fyri! segði hon.

Omman hevði goymt tann rufluta pakkan til seinast, tí hann sá so spennandi út, og hon gleddi seg mest til hann. Hon tók pappírið varisliga av, og hygg, hvat var innaní, ein klónur.

IMG_7306[1]

Og omman bleiv so himmalsglað, túsund takk , segði hon, hesin skal hanga í køkinum. Og omman mintist á aðrar klónar, sum ein 28 gamlan klón, sum hon einaferð hevði fingið.

IMG_7310[1]

Eftir jól fór omman ørindi, hon fór í handilin við teirri vínreyðu blusuni, sum hevði ongar ermar, omman gekk og tugdi tyggigummi við hindberjasmakki.

Langt eftir jól, tá ið tyggigummið var upptugt og tann svarti gólvvasin var komin í skúrin at standa, sat omman við turriklæði um hálsin og hugdi at klóninum, hann hekk á hurðini og flenti og flenti, so hann mundi skrædnað, og omman smíltist til sín klón. Tað var ein góð jólagáva.

No comments:

Post a Comment