Jan 11, 2014

Brot eftir Páll Nolsøe

IMG_7311[1]
Endiliga eri eg liðug við hana. Hon fangaði meg ikki heilt, má eg siga. Tað vardi rúma tíð, áðrenn uppkláringararbeiðið kom í gongd, sera nógv fólk skuldu setast á pall, og tá ið Einar, Eilif, Beinta og øll hini vóru presenterað, hevði eg næstan gloymt, hvør brotsgerðin var. Og nú ið eg eri liðug við hana, eri eg ikki heilt klár yvir motiv drápsmansins. Eg veit, hvør bleiv handtikin og dømdur, men sambandið millum Anton og Einar er rættiliga kámt. Bókin er ein psykologiskur trillari, tey stuttu millumkapitlini við einum gátuførum frásøgufólki skula økja óhugnan og fløkja ella greiða málið. Tað dulda frásøgufólkið – ein eg persónur – líkist nógv detektivinum Einari, og Einar hevur tað sera ringt meginpartin av tíðini. Hann slær konuna, konan rýmir, og tá ið bókin endar hevur hann mist starvið. Lesarin fer at ivast í , um tað kanska er detektivurin sjálvur, sum er brotsmaðurin.
Bygging.
Tær 463 síðurnar eru býttar í tveir partar, sum eru býttir í kapittul, og ímillum kapitlini eru stuttir tekstir við innansjónarhorni - oftast ein eg persónur.
Reyði tráðurin er sjálvsagt uppkláringararbeiðið, dráp verða framd í Havn, í Runavík og í Vestmanna. Avhoyringar eru á løgreglustøðini í Havn, og løgreglufólkini ferðast til drápsplássini. Høvuðspersónur er Einar, og vit fylgja honum, men stundum hvørvur hann nakað úr myndini, og vit fylgja Felix. Privatlívið hjá Einari koyrir sum ein síðusøga, sum aldrin rættiliga verður integrerað í høvuðssøguna, og tað ger, at søgan virkar diffus. Eisini aðrar persónssøgur eru ørkymlandi endaleysar t.d. tann um tann religiøsa beiggja Annu Nónsgil, hann er religiøsur, men hvat var tað við honum og Annu?
Sálarfrøði, religión og eksistensialistiskir tankar og harðskapur.
Bókin er sera ambitiøs, bæði í bygging og menniskjasýni, vil avgjørt ikki flokkast sum ein lættisoppakrimi, har putlispælið passar alt ov væl. Persónarnir eru svakir psykopatar við yvirlutakenslum, løgreglufólk við traumatiskum uppvøkstri, og morðini eru sera harðlig fyri ikki at tala um endan, sum er eitt blóð-  og eldbað. Bæði Felix og Einar hava sálarligan ójavna í viðførinum, Felix hevur einaferð skotið ein mann og ikki sagt frá, og Einar sær ein brotsmann ella ein, sum hann ræðist, tá ið hann hyggur í speglið. Anton leitar eftir tí endaliga frælsinum, og Pól Nónsgil revsar menniskju í sínum prædikum.
Bókmentaligar tilsipingar gera eisini bókina avbjóðandi, Shakespeare og klassisk mytologi ganga aftur í teimum filosofisku pørtunum um menniskjans leiklut í hesum heimi.
 Mál.
Ein partur av søguni er á donskum, tí at partur av løgregluliðnum eru danskarar, teknikarar og sálarfrøðingur og Felix. Felix skilur og tosar hálvbrotið føroyskt og sálarfrøðingurin Vibeke Reinholdt tosar danskt um Skype. Ein kann siga, at tað er sera realistiskt, tí soleiðis er gerandisdagurin í Føroyum.
Bókin annars er á føroyskum, men í summum førum sera óhjálpnum føroyskum máli, m.a. við nógvum danismum Dømi:  ..tey høvdu treiskast regnið, (á donskum “trodset regnen”, á føroyskum tekur orðið treiskast ikki beinleiðis ávirki). : ..hann mintist sjónina av Einari (also at hann sá Einar), …hann hevði fingið sagt (hann hevði ikki sagt tað sjálvur men onkur hevði sagt honum tað),…hon hugdi á hann (vanligt er upp á hann, yvir á hann ella ímóti honum, eg hugsi ikki á hann er idiomatiskt føroyskt).
Eisini eru fleiri bendingarvillur og stavivillur, sum áttu at verið loftaðar í rættlestri.
Endi
Men ein stór djørv bók, við sera nógvum persónum og nógvum søgum, høvundurin hevur rættiliga spent seg út at geva eitt innlit í óhugnaligar krókar í menniskjasinninum. Krimigenran á føroyskum er í menning og broyting, so tað er spennandi. Havi ikki lisið hinar nýggju brotssøgurnar enn, men gleði meg. Helt at eg skuldi skriva hetta í larmandi tøgnini, men gleði meg eisini til fleiri ummæli koma. Ein má ikki síggja burtur frá,  at tað finnast góðir og minni góðir lesarar eisini, sum ummæla heilt á hvør sín hátt.
Páll Nolsøe vann eina stuttsøgukapping, tá ið hann gekk í Hoydølum. Søgan eitur babba og er um incest, ein sera góð og skelkandi søga. Vælkomin Páll á skaldsøgupallin í Føroyum.

No comments:

Post a Comment