May 29, 2016

Dagarnir

Sum vit eru heppin í Føroyum at hava so evnaríkar og arbeiðsamar sjónleikarar! At tey fáa stáplað eitt so stórt tiltak upp á beinini ferð eftir ferð er fantastiskt! Og NLH er ein góður samstarvspartnari at hava. Men SMAKKA verður altíð bilsið, tá ið nógv fólk er, tí tá er allur maturin uppi, so var í kvøld, og eg keypti mær kaffi, sum stóð í eini kannu, og tað var kalt, so tað var ikki lekkurt, og kaldi kaffimunnurin kostaði 25 kr. So har er pláss til forbetring.
untitled2
Eg sá 3 leikir hesar dagarnar. Leygarkvøldið sá eg The Dark Side of Mime. Keipuleikur í heimsklassa, ella eg veit ikki nokk um tað til at vita tað, men tað var ótrúliga gott. Tað varð lýst við, at tað var aldursmark og ikki fyri sartar sálir. Sum aðrar framførslur við aldursmarkið var tað mest um sex og aðrar kropsligar funktiónir, morð og harðskap. Leikarin er finni, og hann fór út ímillum áskoðararnar at finna sær medleikarar, tíbetur var salurin jú fullur av leikarum. men summi sótu heilt sikkurt bangin fyri at verða útvald. Ótrúligar keipur og løgin ljóð, tá ið hann gjørdi hitt ónevniliga. Hann kláraði eisini at fara inn í annans kropp og har var ikki altíð so tespiligt.

untitled3untitled3untitled3untitled

Stop being poor var eisini rættiliga ótraditionellur, nógvar rørslur , eingin dialogur, men upplestur av svakligum public management reglum, team building tosi, effektiviserings ráðum, skjótari og skjótari arbeiddu tey við púra høpisleysum arbeiði undir hørðum aga, men so flippaðu tey eisini totalt út um vikuskifti mitt í eini brúkaraveitslu. Sera atfinningarsamur leikur, beint á eggini millum komediu og tragediu.
IKEA travels var vístur í INOVA, sanniliga innovativur. Stuttligt hugskot, nógv góð poeng, um modernaða ferðavinnu, mekaniseraða ferðavinnu. Eg slapp sjálv at ferðast til Kanada og til Miðeystur, men so bleiv eg útvald at sleppa til Skandinavia, ikki øll sluppu tað. Í Skandinavia høvdu tey atkvøðugreiðslur, fyrst um eitt so um annað, eitt var um fundurin, sum skuldi vera fyrireikingarfundur til ein annan fund, skuldi vera í viku 23 ella 24….demokrati í verki….(??). Í Miðeystri sluppu ferðafólkini til eina steiniframsýning, og tey sluppu at vera við til at steina eina konu…ja langt úti, men góð poeng.
Deiligt at síggja útlendska list á palli, vit kenni so væl okkara egnu leikarar og elska tey, men tað er gott við nýggjum rørslum og nýggjum eygum.
Vit sum eru vaksin upp við at ganga til sjónleik í sjónleikarhúsinum um vetrarnar, fegnast um, at orkumikil ung menniskju taka við og menna føroyska leiklist í samspæli við leiklist í øðrum londum.

May 27, 2016

Endasamkoma í kvøldskúlanum

Tey hava stíl á Kvøldskúlanum í Havn. Eina tíð vóru “lilleskoler”  alfa og omega, tað skuldi vera so sunt og mennandi at hava fáar lærarar, sum vóru um hvørt barn, so at barnið skuldi vera trygt.  Størsti skúla í landinum er ein “lilleskole”. Har er samband frá ovast til niðast og tvørturum.
Vit hildu endasamkomu fyri næmingunum á framhaldsskeiðinum í føroyskum sum fremmandamáli. Skráin var avmarkað, men pláss var fyri næmingunum, sum er umráðandi, tí at hetta er teirra dagur. Tónleikapartin í ár hevði Uni Debess.
13246175_1047201521982292_4403840336614948349_o
Tíggju næmingar vóru til staðar, tvey vóru burturstødd.
F.v. Jógvan Sørin, skúlaleiðari, Heðin Mortensen, Michele (Brasilia), Winda (Filipsoyggjar), Hilda (Ghana), Toni (Ongland), Khirvie (Filipsoyggjar), Annette (USA), Jelena (Serbia), Betsy (Kenya), Gie (Filipsoyggjar), Natasha (Indonesia), Bergljót, Inger.
Uni Reinert Debess sang tríggjar sangir, og teir vóru veruliga valdir av einslistum og hóskaðu so stak væl til næmingarnar sum eru á einari mennandi lívsleið, har ið lívið fær litir, um tú vilt og dugir at seta litir á.
13254161_10154137311347012_3785713617739174885_n
Næmingarnir høvdu fyrireikað talur, summar í felag og aðrar hvør sær, tað var rørandi og stuttligt at hoyra. Og so sungu tær so væl.
018016012
13305160_10154137348302012_7662890109643287774_o13265897_10154137347992012_1145031761791142344_n038033031
Og Jógvan Sørin handaði skeiðsváttanir og verfamiljur og makar klappaðu. Av sonnum ein lívsjáttandi løta á Kvøldskúlanum í Havn.
028

May 22, 2016

Deiligur sunnumorgun

Mín einasti uratgarður er úti í Havnardali, har vaksa tulipanir og eitt træ, sum eg keypi á Gróðurstøðini, og sum Inga Rósa hjálpti mær at planta. Í vetur helt eg, at træið var deytt og farið, men píkasjey nú eru grøn bløð á tí.

012

 

002

Hygg Inga Rósa! Sært tú?

Uggandi at hava børnini við út á grøvina og tankavekjandi. – Hvønn stein fert tú at hava tá ið tú blívur deyð? Fert tú at hava blómur? – Eg hopi ikki eg doyggi enn. – Kunna vbørn fáa blóðpropp? – Var blóðproppurin hjá abba stórur?  Hvat stendur har?

Aftaná kirkjugarðin fóru vit til yndisstaðið við Sandá, herligt meðan sólin er frammi.

039019017

Frálíkt at síggja systkini saman í frið, bara tey bæði, práta og finna upp á søgur. Vit høvdu einki leikutoy við, men tað bar til at spæla kortini.

014013

Og enn er dagurin bara hálvur, og Herbert heldur føðingardag, hann verður 8 í morgin, og tað verður hildið við stíli! Fótbóltskaka og bamsuoyrnaringar, sum Herbert hevur perlað.

047045

May 21, 2016

Ølkassar

Hvør minnist ikki ølkassarnar, teir av træ, sum vit brúktu at møblera okkara ungdómsíbúðir við, teir vóru góðir til bøkur, leiku, húsgeráð og alt annað eisini.

DSC02698 

Eg hevði eisini nakrar aðrar kassar, eisini okkurt, sum var upprunaliga pakkitilfar. Hetta vóru smærri, eitt sindur fínligari trækassar, teir blivu málaðir av einslistum, fleiri fólk sluppu at royna seg við penslinum, tað er Turið systir, sum hevur pyntað henda kassan við baldursbrá. Helt at eg skuldi taka mynd av honum áðrenn hann fer, “al verdens gang”.

DSC02695DSC02696DSC02697

May 14, 2016

Familjudagur í Nólsoy

Tíverri var familjudagurin í Nólsoy sama dag sum djóradagurin í Húsavík. Vit fóru úr Havn kl. 12.30. Ternan var spren, nógv stóðu eftir á keiini.

007015006

Tað var kalt í dag, so tað var gott , at vit vóru væl ílatin. Tað var so nógv fólk, at bíðirøðir vóru allastaðni, tær royndi hoppiborg, stóðu tolnar og bíðaðu har, og tær fingu andlitsmáling, har var leingi at bíða. Teir vóru á skattaveiðu, og vinningurin var ein prinsessa – ella søgan um hana. Og vit grillaðu skúmfidusar.

029028

Har við bálplássið var ein sum sang. Men tað serstakliga óhóskandi sangur, sum eg hoyrdi hann syngja. Tað var “Tú, ja tú, vilt tú vera mín í kvøld” hjá Terja, og sum tit vita er har detaljerað greitt frá hvat tey fara at gera við lør, bróst og murt. Áhoyrarnir vóru børn millum 0 og 7 ár! Halló, kundi hann ikki sungið onkrar barnasangir??? og kanska fingið børnini at sungið við?? Grumpy old woman, men eg var also sera ørg og bilsin.eg veit. Og nú eg eri í gongd, var sera illa upplýst, hvar hetta ymiska var ella nær. Tað stóð ein skrá á FB, men hon sást ongastaðni á staðnum, og spurdi tú onkran , vistu tey ikki.

Annars ein fínur dagur.

012

031009

037

May 6, 2016

Fantastiskt útsýni

Eg var mær í veitslu í gjár,

og Flóvan eg ikki fann,

men útsýni av Panoramanum,

betri var enn hann.

Latið meg sova ……

 

20160506_075531[1]

Tað var ein 40 ára føðingardagur. Vit sótu næstan beint uppi yvir Tinganesi, og vit sótu uppi yvir Amtmansborgini. Og vit sóu Havnar kirkju í einum flottum vinkli. Fantastiskt útsýni, tað einasta sum var eitt sindur gleðiskerjandi var, at ígjøgnum eitt av vindeygunum sást tú trý donsk splittfløgg, og tey vóru stór.

Nú, tað var ein deiligur døgurði, gott vín, deilig dessert, góðir sangir.

Aftan fyri sæst útsýni yvir móti Ryggi.

13198625_10209743244358034_5235010277498835876_o

Og so lærdi eg eitt nýtt orðafelli, “seinni gjóstur”. Við borðið tosaðu vit um, hvussu Indian summer man eita á føroyskum, og so var hetta skotið upp. Vit hildu tað hóskaði ikki so væl til tann hita og hugna, sum loðar uppi við tí amerikanska orðinum, ella ja kanska um tað er um hoyggj, sum verður turkað seint. Onkur var, sum helt tað kundi gott ljóða eitt pikkalítið sindur illavorðið. Vit høvdu tað sera stuttligt uppi yvir hesum orði. Vit hildu , at orðið kanska er úr Gøtu ? Seinni gjóstur stendur ikki í móðurmálsorðabókini.

Men tað var ein deilig løta, eg føldi tað, sum eg var mitt í mínum seinna gjóstri Smile