Jan 31, 2012

Atlantsflís, fyri ikki at siga Atlantic fis!! namminamm!!

Álvaratos, hvat er hetta at bjóða fólki, bleytt, seigt breyð, eitt lítið skvis av onkrari gulari pasta og ein pappírstunn pikkalítil vatnskinkuflís, øll herligheitin fjalir ikki breyðið. Sjálvandi tú kanst skola niður við whiskey, ginn, cognac, baileys ella øli, ella øllum hasum sløgunum í senn. So bilar ikki. Tað verður spennandi, tá ið Atlantsflog fer at fáa kapping, Norwegian fer at flúgva, Cheapair, NoAir, CloudyAir,  Easyjet. Ferðaseðilin fer at kosta 560 kr. Eingin matur, einki drekka. Einki ves – uttan tú rindar fyri tað. Onki viðføri – uttan tú rindar fyri tað (mann kann kanska gera sum Heidi og fara í øll klæðini). Men hasin tríkanturin frá Atlantsflog er lítið verdur!152

Jan 30, 2012

cand.med.– hátíðardagur

037

Tað er fyrstu ferð eg havi verið í veitsluhøllini á Keypmannahavnar universiteti. Tá ið eg sjálv varð kanditatur, var eg longu farin til Føroyar og byrjað at arbeiða. Dekanurin á deildini helt talu, hon var so sera blíð og talaði so klárt. Máburðurin var eisini eitt sindur gamalsligur, sum tað høvir, tá ið tú talar um ein skúla, sum er frá 1479. Tó var eisini nýdanskt uppií, sum tá ið hon segði: ‘vi velkommer jer i lægestanden’, velkommer? Men helledussada, sum tey vóru fín og pen hesi ungu læknafólkini., eini 100 tilsamans.

044038
Turið situr sum nr. seks mitt í myndini í hvítari troyggju. Hon hevði trý atgongumerki, so Hallur og Frida Sofía og eg vóru har. Aftná beyð universitetið buffet, og uppaftur aftaná fóru vit út til Sólrun, har Lars stóð fyri døgurðanum, og Turið gjørdi forrættin.
039053056060
Tvær glaðar systrar.082

Jan 25, 2012

Ólíkir flokkar

Nei, vit tala ikki um politiskar flokkar, teir eru ikki so ólíkir, hugsi eg.

Eg hugsi um skúlaflokkar. Nógv spælir inn: hvussu nógv av hvørjum kyni? kennast tey frammanundan? eru ótangar uppií, sum fáa ávirkan? eru ov nógvir fakliga veikir næmingar, sum ikki fáa fylgt við? eru ov nógvir fakliga sterkir næmingar, sum ikki fáa avbjóðingar og tí sita og rógva á netinum og órógva hini?

Tað er ótrúliga ymiskt, hvussu ein skúlaflokkur verður, tá ið avfjarar - fakliga og sosialt. Ein flokkur hevur klikur, tey tíma einki, tey svara neyvan góðan morgun. Ongin peikar upp, og nógv hava ikki lisið og hava ikki bókina við. Nógv sita tómoygd og hyggja út í rúmið ella í ein telduskíggja. Tey tosa lítið og einki sínamillum, onkuntíð senda tey glósur eftir hvørjum øðrum, fleiri sita, sum um tey hava gron, álvarsom og rena eyguni.Tey fáa ikki ov nógv fyri, tí tey eru vánaligir lesarar, men tey hava einki boð upp á tekstin, eingi uppskot til tulking, eingi svør. So sigur lærarin sítt, og kemur ígjøgnum ta stuttu lektiuna upp á helvtina av tíðini.

Ein annar flokkur fylgir við, øll kappast at peika upp, tey spyrja og svara, bæði læraranum og hvørjum øðrum. Tey skemta og flenna. Kjakevni verða loftað og vend. Øll hava lisið upp á, og eingin roynir at bluffa seg ígjøgnum. Tað er deiligt at hava slíkar flokkar.

Jan 24, 2012

TELDUMÁL–krákumál

Chem Sketch

Ha, fara tey at vísa eina sketch, so komi eg við, nær verður tað? Hvør spælir við?

Cute PDF kreatørur

Álvara er hann ordiliga cute? Er tað ein við hálvssíðum hári og pannubandi, tað eelski eg.

F-secure antivirus

Ja halt kipp also, góða gev mær nakrar eisini, eg havi verið so forbiðið ússalig í vetur, so hatta ljóðar sum eitt gott hugskot

Hera

Inn til Hera, ja han hevði nokk verið blíður, ja eg meini Hera Joensen, nei ikki Hera Mohr

Jan 22, 2012

Árið ið fór - juli

Tað var í juli, at Michel og Frida Sofía hildu sína fantastisku veitslu í Oyes. Tað stuttliga var, at so nógv fólk komu langvegis frá, Leyvoy, Marita og so vit úr Føroyum. Eva giftist í juli og ólavsøkan hon er altíð í juli, men ikki altíð eru við í føðingardegi hjá Binu í Malthúsi .

FRANKARÌKI 2011 029FRANKARÌKI 2011 073FRANKARÌKI 2011 086FRANKARÌKI 2011 134FRANKARÌKI 2011 316FRANKARÌKI 2011 030FRANKARÌKI 2011 036FRANKARÌKI 2011 038FRANKARÌKI 2011 044

 

 

2011 005

009011025042175

Jan 20, 2012

Árið ið fór - juni

2011 var árið, tá ið Bókmentasøga 1 kom út, eisini árið, tá ið eg og Anna vóru á søgustevnu.  Fólkafundur var í Skúvoy.

 

2011.06.12 søgustevna 031

IMG_0139

Skúvoy 006

Skúvoy 064Skúvoy 033Skúvoy 031

 

2011.06.02 Gjógv 0112011.06.02 Gjógv 032

Jan 18, 2012

Kristin Lavransdatter eftir Sigrid Undset

Bókastev Skole Skole

Lesikonurnar hittust i kvøld, sjálvt um tað var næstan útideyðaveður. Eitt avboð var norðaneftir. Hinar vóru allar staddar í Havn, so vit vóru 7 . Altso bókin er 1000 síður í 3 bindum, og flestu hildu , at bókin er góð, onkur helt, at ættarbondini, sum skuldu greinast hjá hvørjum persóni, vóru nakað fløkjaslig. Men hetta hevur verið eitt ódnartak hjá Sigrid Undset í 1922. Allir staklutirnir á gørðum og í kirkjum og í náttúruni. Høvuðsevnini eru: samskifti millum hesi bæði , sum eru í miðdepli. Sterk, treisk bæði, óloysiliga samanbundin í erotiskum dráttri; men eisini altíð ósamd, altíð í kapping, altíð misnøgd. Kirkjan og hennara rolla í samfelagnum, hennara prestar og munkar; kirkjan sum letur fyrigeving, men krevur angur og bót. Kvinnuleikluturin í samfelagnum, Kristin fekk 8 dreingir, ein doyði sum nýføðingur. Kvinnan, sum gerst við barn undan hjúnabandi, kvinnan, sum ikki aktar faðir sín; pátrúgv; svartideyði; tríkantsdrama; politikkur. Summar hava notið at lisið bókina á norskum, aðrar í danskari týðing.SkoleSkole

Ein síðuvinningur í kvøld var at fáa ferðafrásøgn úr India, Bergljót M og Randi hava verið í India við SHARON TOURS Smiley med åben mund. Bergljót M. hevði eina lítla India tinganest framsýning.

009001010

014

011

Jan 17, 2012

Opið bræv (2) til Mentanarnevndina hjá Tórshavnar býráð.

 

Summarskúli fyri útisetabørn.

Fyrr æt Tórshavnar kvøldskúli, júst soleiðis. Nú eitur hann Tórshavnr kvøld- og ungdómsskúli. Og hann er ikki bara um kvøldið, og hann er ikki bara fyri ung, minst líka nógv fyri gomul. Eitt hugskot er at kalla hann Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og summarskúla ! So kundi býráðið stovnað enn eitt frálíkt , mennandi tilboð í kommununi. Ein summarskúla til útisetabørn, har tey skuldu lært føroyskt, mál og spøl og siðir og sangir. Hetta kundi verið eitt incitament hjá onkrum at komið aftur til Føroyar, ein stuðul hjá foreldrum, sum royna at geva børnum sínum móðurmálið, hóast tey eru langt av landi skotin. Foreldrini skula sjálvsagt gjalda eitt gjald. Skúlarnir standa tómir um summarið, so høli eru tøk. Mentamálaráðið hevði ivaleyst stuðlað. Vit, sum hava havt henda summarskúla nøkur ár (2008, 2009), høvdu fegin givið okkara royndir og ráð víðari.

Jan 16, 2012

“- og dog er det sandt” eftir Sunneva Sandø

Sunneva Sandø búði og arbeiddi í París, men var heima í Danmark og ferðaðist, tá ið kríggið byrjaði. Hon fór beint aftur til Fraklands og bjóðaði seg fram til at hjálpa við evakuering av børnum, og hon arbeiddi fyri Reyða kross og hjálpti jødum at flýggja.

Í 144 bleiv hon tikin saman við øðrum og sett í fongsul og seinni flutt til eina legu uttan fyri París. Seinni bleiv Sunneva førd til Týsklands við einum av teimum illa gitnu fangatransportunum. Størsti partur av bókini er ein óhugnalig frásøgn frá týningarleguni Ravensbruck.

 

images

Hon greiðir frá viðurskiftunum heilt niður í staklutir: koyggjur, klæði, vesi, píning, lukturin og roykurin frá ovnunum. Hon lýsir fangavørðir, barakkovasta og læknan, sum als ikki gjørdi sítt læknaarbeiði. Skrivistílurin er sera beinleiðis og bersøgin, men ikki bara uppgevandi. Ein speisamur tóni er stundum at hóma, sum vísir, at hon ongantíð heilt gav upp. Hon royndi at hjálpa upp á tær, sum vóru verri fyri. Royndi at arbeiða, tí at tær, sum arbeiddu, vóru meiri verdar enn tær, sum antin vóru gamlar ella sjúkar og bara vóru sæddar sum útreiðsla og tí vórðu fyribeindar.

 

Modstandskvinder1

 

Aftur ein vitnisburður, frá eygnavitni,  frá krígnum og tess ræðuleikum. Av 500 fronskum kvinnum, sum vórðu sendar til Ravensbruck vóru undir 30  á lívi, tá ið kríggið var av, ein teirra var Sunneva. Hon slapp burtur haðani í apríl í 1945 og longu í juli 1945 kom bókin út.

Sunneva Sandø var fødd í Todnesi á Sandi, har pápi hennara var prestur.

Jan 15, 2012

Mt. Rushmore við Gjógv


Gjógv 042

Høggmyndirnar í gjónni við Gjógv eru flottar, síggja út, sum søgnin um risan og kellingina, kundi havt eitt framhald her.

Gjógv 050

Vit vóru ein góðan tú við Gjógv um vikuskiftið. Menninir vóru farnir eftir brundseyðinum.

Gjógv 025

Gjógv 028

Vit fóru stuttar túrar í bygdini, fjøruni og rundan um gjónna. Útsýni av Nasa er gott. Vit skoðaðu bygdina, nýbýli á Fornagørðum – har var fólk og arbeiddi. Rættiliga nógv av húsunum eru svørt, penari hevði tað verið meiri litfagurt, sum bygdin annars. Tey nýggju húsini niðan fyri Hoygarðin eru ein long reyð lon, hevði riggað væl høvdu bæði húsini havt hvør sín lit, so sá tað út sum tvey hús og ikki so líkt einum samkomuhúsi, sum nú. Stuttligt, at húsini hjá Óla Jákupi og Katrin eru so væl á leið komin.

Gjógv 066

Gjógv 101

.

Á vegun noður sóu vit skyldmannin Dánjal Jákup mitt í sínum ríki. Vit vóru inn á gólvið hjá Ásdís og Kristjan Jákupi og Hanna og Dorthe hugdu inn á gólvið í Hoygarðinum. Vit báðar Turið drukku eina skál fyri dr. Holm Johannessen Smiley Og ein gamal broderaður koddi er vorðin veggjaprýði. Og Tjaldursmyndina hevur Sjúrður pápabeiggi teknað. Og vit høvdu ein nýggjan stól norður við, ein hvíldarstól, kvøldarstól til kvøldarsól, ógvuliga hóskandi eitur sniðið OTIUM.

Gjógv 003

Gjógv 008

Gjógv 019

Gjógv 022

Gjógv 086

Gjógv 031

 

 

Gjógv 075

Gjógv 077

Gjógv 079