Sjúrður Skaale helt, at Danmark MÁ vera meiri loyalt mótvegis ES, nú ið tey hava formansskapin…hetta var akkurát øvut av tí Leyvan segði. Hann helt, at nú hevði DK betri møguleikar at hjálpa Føroyum. Sjálvandi er tað lættari at vera illoyal mótvegis Føroyum, hvør vil vera óvinur við Merkel? men tað vistu vit nokk. Hetta er ein sak ímillum ES og Føroyar, sigur ráðharrin, ja uttanríkissak…eh , uttanríkismál eru tey yvirtikin? Sami vavsturin av ábyrgdarflótta og ábyrgdarfløkju sum vanligt. Ná, tað er sikkurt einki stuttligt at vera Sjúrður, hann er partur av stjórnini, og hann hevur roynt og roynt. Edmund líktist sær sjálvum, væl nøgdur og tað sum eingilsmenn kalla ‘smug’. Men bíða nú Leo er í Danmark og hátíðarheldur kongshúsið, kanska hann kann teska okkurt í oyrað á Margretu. Tað verður ball alt vikuskiftið. Herligt, hvat man Leo fara í? og kjólin hjá frúuni?? Vit vita at KLJ er so innarlaga í tí evninum.
No comments:
Post a Comment