Bókastev
Lesikonurnar hittust i kvøld, sjálvt um tað var næstan útideyðaveður. Eitt avboð var norðaneftir. Hinar vóru allar staddar í Havn, so vit vóru 7 . Altso bókin er 1000 síður í 3 bindum, og flestu hildu , at bókin er góð, onkur helt, at ættarbondini, sum skuldu greinast hjá hvørjum persóni, vóru nakað fløkjaslig. Men hetta hevur verið eitt ódnartak hjá Sigrid Undset í 1922. Allir staklutirnir á gørðum og í kirkjum og í náttúruni. Høvuðsevnini eru: samskifti millum hesi bæði , sum eru í miðdepli. Sterk, treisk bæði, óloysiliga samanbundin í erotiskum dráttri; men eisini altíð ósamd, altíð í kapping, altíð misnøgd. Kirkjan og hennara rolla í samfelagnum, hennara prestar og munkar; kirkjan sum letur fyrigeving, men krevur angur og bót. Kvinnuleikluturin í samfelagnum, Kristin fekk 8 dreingir, ein doyði sum nýføðingur. Kvinnan, sum gerst við barn undan hjúnabandi, kvinnan, sum ikki aktar faðir sín; pátrúgv; svartideyði; tríkantsdrama; politikkur. Summar hava notið at lisið bókina á norskum, aðrar í danskari týðing.
Ein síðuvinningur í kvøld var at fáa ferðafrásøgn úr India, Bergljót M og Randi hava verið í India við SHARON TOURS . Bergljót M. hevði eina lítla India tinganest framsýning.
No comments:
Post a Comment