Álvaratos, hvat er hetta at bjóða fólki, bleytt, seigt breyð, eitt lítið skvis av onkrari gulari pasta og ein pappírstunn pikkalítil vatnskinkuflís, øll herligheitin fjalir ikki breyðið. Sjálvandi tú kanst skola niður við whiskey, ginn, cognac, baileys ella øli, ella øllum hasum sløgunum í senn. So bilar ikki. Tað verður spennandi, tá ið Atlantsflog fer at fáa kapping, Norwegian fer at flúgva, Cheapair, NoAir, CloudyAir, Easyjet. Ferðaseðilin fer at kosta 560 kr. Eingin matur, einki drekka. Einki ves – uttan tú rindar fyri tað. Onki viðføri – uttan tú rindar fyri tað (mann kann kanska gera sum Heidi og fara í øll klæðini). Men hasin tríkanturin frá Atlantsflog er lítið verdur!
No comments:
Post a Comment