Jan 6, 2012

"Hulda Garborg - Nasjonal strateg" eftir Arnhild Skre





Havi altíð hoyrt um Huldu Garborg og hennara arbeiði við at læra norðmenn at dansa og kvøða.
Men henda bókin, sum er 600 síður á nýnorskum, lærdi meg nógv annað um Huldu Garborg (1862-1934). Bókin er ein ævisøga, sum fylgir Huldu frá hon varð fødd og vaks upp sum einasta barn í Hamar, sum hevði fráskild foreldur, og til hon doyr gott sjeytiára gomul sum ein av fremstu mentanarpersónunum í Noreg. Høvundurin Arnhild Skre ger sera nógv burtur úr tíð og umhvørvi, sum Hulda ferðaðist í, vit fáa m.a. langar frágreiðingar um bókmentarák og rithøvundar í Týsklandi og sjálvandi politikk í Noreg.
Hjúnabandið millum Huldu Garborg og rithøvundin Arne Garborg verður eisini lýst allan vegin, Hulda stóð á mangan hátt í skugganum av Garborg, hon upplivdi ferð eftir ferð, at fólk hildu, at hann hevði skrivað hennara bøkur og greinir. Men hann var henni eisini dyggur stuðul, altíð nýtti hon hann sum málsligan og bókmetaliga ráðgeva, tá ið hon skrivaði. Han var nokso serur, hevði radikalar meiningar, livdi fyri seg sjálvan í eini smáttu, orkaði ikki fyri soninum, eg má siga, mær dámdi hann einki serligt. Men Hulda elskaði hann, hevði hann sum sína lærdu fyrimynd.
Sjálv var Hulda mestsum sjálvlærd, byggjandi á grudtvigskan lærdóm úr ungdóminum. Hon royndi alt lívið at læra seg meir, lærdi seg týskt og franskt, vitjaði nógv lond m.a. Baskaralandið í Spania. Hennara yndisrithøvundar og fyrimyndir vóru Rousseau, Nietzsche og Turginiev. Byrjar at skriva mmæli, umsetir úr týskum, skrivar síðani bæði skaldsøgur og sjónleikir.
Hulda var ‘málmaður’ um ein háls alt sítt lív. Sjálv var hon vaksin upp í bókmálsøki, men hon sá landsmál, sum tey kallaðu tað, sum tað gamla, rætta norska málið, sum bar norskan samleika osfr. Tað er altíð spennandi at lesa um norska málstríðið og sjálvandi nokso syrgiligt. Tey hava havt sera harðar dystir og djúpar gravir millum partarnar. Í tjakinum verður entá talað um tvær tjóðir, tvey ymisk fløgg, tvey ymisk mál, tvey ymisk sjónleikarhús osfr. Ein stóran part av sínum vaksna lívi brúkti Hulda til at ferðast runt í Bygdanoreg, og vit fáa eisini innlit í tann stóra mun , sum er millum áskoðanir í Kristiania og á bygd. Paralellirnir til føroysk viðurskifti eru alla tíðina - meiri og minni sjónskir.


Hulda Garborg og Amalie Skram vóru vinkonur, báðar giftar við rithøvundum. Kvinnusak er eisini eitt evni, sum ævisøgan ger fitt burturúr. Hulda var ikki feministur, men hon var fortalari fyri stórum broytingum í húsarhaldi, sum kvinnan skuldi standa fyri. Hon var eisini fortalari fyri, at korsett skuldi leggjast burtur; náttúran skuldi fáa meiri rásarúm. Siðalagsstríðið var eisini ein rættiliga sárur partur av kjakevnunum í Huldusa nærumhvørvi, Arne Garborg var sera heitur fyri liberalum parløgum, liberalum ástarlívi, og so sjálvandi verður Hulda við barn, tann liberali maðurin giftist við henni, men Hulda kendi seg eitt sindur, sum dotna millum tveir stólar. Tað vísti seg so eisini seinni, at Garborg hevði dyrkað frítt parlag eftir at tey vóru gift, men tað tók Hulda í stívan arm.Spennandi er at lesa um túrin hjá Huldu til Føroyar í 1902. Men hetta verður alt ov lant til ein blogg, so eg endi her. Fult av myndum eru í bókini. Bókina fekk eg í jólagavu frá míni góðu vinkonu í Noreg , Gudlaug. Hon er av bygd og tosar bygdamál og skrivar nýnorskt

No comments:

Post a Comment