Jan 8, 2012

AT BLOGGA

Tá ið tú bloggar, so er tað fyri at kommunikera, ella? Er tað bara fyri at skriva, so kundi tú bara lagt tað í eina mappu á telduni. Bloggar eru so ymiskir. Listabloggurin er um list av ymsum slag, ummæli og lýsingar. Tær skriva so væl, og Kinna hevur so stuttligar skeivar vinklar. BIRK er nokso nógv um miðlar, men eisini dagbókarlík blogginnsløg, og hann hevur nógvar myndir. TURIÐ BLOGGAR er sera persónligur, stuttliga skrivaðar viðmerkingar til ymiskt í gerandisdegum, málið er sera persónligt og ofta rættiliga frítt við illbønum og fremmandum orðum mitt innann í tekstinum, henni dámar orðaspæl og hennara sjónleikagávur síggjast aftur.


images3


Mín egni bloggur var í fyrstani mest ein dagbók við familjumyndum og familjuupplýsingum. Síðani havi havt eg onkrar viðmerkingar til dagsins politikk og umrøðu av bókum, sum eg havi lisið. Tað er stuttligt at fylgja við, hvussu nógv eru inni á blogginum hvønn dag. Nú er eingin trygd fyri,, at viðkomandi las bloggin, um hon læt hann upp. Hagtølini telja eisini, um ein persónur, eitt nú eg sjál eri inni fleiri ferðir images5 sama dag. Men tað er eitt løgið samband ímillum teg og tínar lesarar, hvør situr í Russlandi og lesur bloggin? ella í Amerika? Tað sæst eisini á hagtølum, hvar í verðini lesarar eru. Og hetta við móttakara spælir so eina rollu, hvat skalt tú skriva , so at tú fært lesaratølini upp? Og tað hóast tú ikki fært pengar fyri lesaratøl. Um tú skrivar okkurt provokerandi, so fer lesaraskarin upp, og sjálvandi, um tú leggur eitt leinki á FB, so fer lesaratalið upp. Ikki tí, at fólk hava leitað eftir mær, men tí at tey duttu um leinkið.


BLOGGUR verður ikki nógv granskaður í undirvísingarhøpi, men frymlar nýttir til yrkistekst eiga at kunna brúkast. Tó skula hesar serligu umstøður sum internetið veitir takast við.


Hetta vóru hugleiðingar í regni ein sunnumorgun.

No comments:

Post a Comment