Nei, vit tala ikki um politiskar flokkar, teir eru ikki so ólíkir, hugsi eg.
Eg hugsi um skúlaflokkar. Nógv spælir inn: hvussu nógv av hvørjum kyni? kennast tey frammanundan? eru ótangar uppií, sum fáa ávirkan? eru ov nógvir fakliga veikir næmingar, sum ikki fáa fylgt við? eru ov nógvir fakliga sterkir næmingar, sum ikki fáa avbjóðingar og tí sita og rógva á netinum og órógva hini?
Tað er ótrúliga ymiskt, hvussu ein skúlaflokkur verður, tá ið avfjarar - fakliga og sosialt. Ein flokkur hevur klikur, tey tíma einki, tey svara neyvan góðan morgun. Ongin peikar upp, og nógv hava ikki lisið og hava ikki bókina við. Nógv sita tómoygd og hyggja út í rúmið ella í ein telduskíggja. Tey tosa lítið og einki sínamillum, onkuntíð senda tey glósur eftir hvørjum øðrum, fleiri sita, sum um tey hava gron, álvarsom og rena eyguni.Tey fáa ikki ov nógv fyri, tí tey eru vánaligir lesarar, men tey hava einki boð upp á tekstin, eingi uppskot til tulking, eingi svør. So sigur lærarin sítt, og kemur ígjøgnum ta stuttu lektiuna upp á helvtina av tíðini.
Ein annar flokkur fylgir við, øll kappast at peika upp, tey spyrja og svara, bæði læraranum og hvørjum øðrum. Tey skemta og flenna. Kjakevni verða loftað og vend. Øll hava lisið upp á, og eingin roynir at bluffa seg ígjøgnum. Tað er deiligt at hava slíkar flokkar.
No comments:
Post a Comment