Jun 29, 2010

Tey koma og fara







Í gjár fóru Madeleine og FS avstað. Og Herbert fekk fingramáling frá mammu síni.Í dag hava vit verið ørindi og vitjað miðstovnin í Gundadali. Men har eru børn frá 5-11, so Herbert var nakað lítil. Omma hevði nokk at gera at ansa eftir, at hann fór ikki ov høgt upp- hann var so kvikur, at omma mátti ordiliga spíla seg út. So fóru vit í NLH at lesa eina bók og drekka eitt glas av mjólk. Tá ið vit komu heim fóru vit at seta blómur í urtagarðin. So fóru vit at eta og nú er skjótt songartíð....

Jun 17, 2010

Maria moy


Eitt, sum vit vistu frammanundan, men sum vit fingu váttað til lítar, meðan vit vóru í Spania, var, hvussu stóran týdning Mariamoy hevur í katólsku kirkjuni. Hvør bygd og býur hevur sín Mariu skúla, Mariugøtu, Mariukirkju og Mariuherbergi..og ikki at gloyma Mariutorg. Ein gøta í Havn eitur Mariugøta, men nógv halda óivað , at hon eitur eftir Mariu Mikkelsen ella krúnprinsessu Mary. Lutherstrúgvin hevur á manssjauvinistiskan hátt reinsað Mariu og konufólk sum heild burtur úr høvuðsboðskapinum í bíbliuni. Teirra rolla verður minimerað. HUgsa sær at vera mamma Jesus, heimsins frelsara, hvussu stórt er tað ikki? Sanniliga vert at hátíðarhalda.

Jun 13, 2010

Heima aftur




Deiligt at sova í síni egnu song aftur, 38 dagar og 38 ymiskar sengur, og deiligt at vera í síni egnu brúsu:) Ikki øll herbergi høvdu so góðar brúsur ella nóg heitt vatn ella nóg nógv vatn. Kanska 2 brúsur til 50 fólk, viðhvørt var tað ein fyritøka at fara í bað, sjálvt um mann hevði gingið allan dagin...men her í Eiriksgøtu er deiliga friðarligt. Herbert og Turið eru úti og spáka, meðan rísingreyturin hjá Herberti kókar. Vit fingu eina stórfingna móttøku í gjár, tey høvdu ordiliga tikið eitt tak...herligt at vita sær so góð vinfólk.

Jun 11, 2010

Camino av


Komnar til Danmarkar í øllum gódum. Bergur hatta fitta var í Kastrup eftir okkum, og Lisa hatta fitta hevdi bakad muffins, hvat kann vera betri enn te og muffins? Símun hatta fitta var farin í song, skuldi upp í skúla í morgun.

Jun 9, 2010

Special blog for Way


Everdearest Way
I wish you were here.
Coming home soon.
Lots of kisses across the miles.
Urs

Buen Camino 24





Nú eru vit aftur í Santiago, í kvöld sova vit í herberginum Acquario, so sera hóskandi fyrsi sovordnar trýssarar sum okkum, allir veggir tjaldadir vid litfögrum turriklödum, Che á vegginum, roylisi og tónleikur í móttökuni. Gentan í nógvum perlubondum og litfögrum stórum skjúrti.
Myndatekstur: Acquario, bókasavnid har vit sita vid teldur, vit tríggjar í morgun, hitta týskarar aftur, sum vit hittu fyri 1-2 vikum sídani

Jun 7, 2010

Buen Camino 23




FISTERRA
Og so - eftir 34 daga gongu komu vit til Finisterra. Tad var vakurt at ganga í dag, og í gjár, tad var stórt at síggja havid. Og í dag hövdu vit eina stutta dagsleid, so longu um 10 tídina gingu vit á sandinum her í Fisterra og leitadu eftir Jákupsskeljum. Avintýrid er nú skjótt av, í morgin er tad bussur til Santiago og so flogfar ta longu leid til Föroyar. Hoyrast, síggjast!

Jun 3, 2010

Buen Camino 22





Ongan morgun eru vit farnar so tídliga til gongu sum í dag. Kl. 5 vóru vit klárar at fara, men hvat galt! Tad var so myrkt, og vegurin sneiddi inn í skógin, so har var hopleyst at síggja nakra götu, vit máttu so pent bída eftir dagslýsi, so fóru vit um sekstídina. Santiago var eitt lítid vónbrot fyrst, einki hallelujakór tók ímoti, og fyrsta var at ganga fleiri kilometrar gjögnum nógva ferdslu og ljótar blokkar og vegir. Men so komu vit til tann gamla býarpartin, sum er pílagrímaverdin burturav. Tíbetur var ein kona úti og fiskadi kundar, hon fiskadi okkum, og vit sova í hennara casa fyri 15 pr. nös. Tad má so vera , tad er ikki at hugsaum, at fara at leita eftir herberginum í hesum hita vid ryggsekkinum og alt. Pílarnir vísa til katedralin, og tíbetur, henda konan er vid katedralin. Vit hava verid í bad, kekka rutana í morgin og gingid og hugt í handlar. Nú eru vit á einum flottum bókasavni, sum hevur nógvar teldur.

Jun 2, 2010

Buen Camino 21




Fantastiska deiligt at ganga í dag, kanska serliga, tí at í gjár var ein slíkur rókardagur. Um morgunin var fínt, so sera vakurt uppi í haddini, so komu vit til Pnferrada um middagsleitid og skuldu fara at kanna um bussar osfr. Fyrst hugdu vit kortina at rini flottari riddaraborg, sum er í Ponferrada. Men fyrst var stravid at finna bussst¨dina, so fór okkara bussur ikki fyrr enn 18.45, og vit orkadu ikki at fara nakara adra stadni, sótu tí sum -noksagt- har og bídadu í tímavís. Ná so var tad busstíd, men hann var forsinkadur, ná so fóru vit...men mitt á motorvegnum fekk bussurin forfall, og tad bleiv ein grúlig parlamenteran, sjaförurin royndi sjálvur, og vit bídadu, tá id hann hevdi dálkad seg, kom ein mekanikari, og tad tók tíd. Vit vórdu meiri og meiri nervösar, ti herbergi steingja tídliga um kvöldid, bussurin bleiv pjössadur saman, men tad bleiv so, at hvörja ferd hann stedgadi, skuldi hann hava andahjálp...vit komu til bygdar í Arzua kl. 23.30, og einki innivist...vit funnu ein mann , sum akkurát var í ferd vit at steingja... hann forbarmadi seg, dýrasta gisting á túrinum...men sum sagt í dag er alt deiligt, vit hava gingid í landbúnadarlendi, fólk hava neyt og hösn, eini gomul hjún róku neytini, eitt annad par var farid at geva seydi - nýsligid gras, vit sóu fleiri hjallar á vegnum, og Turid hevur fingid uppspurt, at teir eru til korn, ikki kjöt, annars hava vit fingid turt kjöt her. Vit koyrdu 150 km. í gjár og Santiago er á skránni í morgin og eftir tad Finisterre