Sep 29, 2013

Sunnudagur í Reykjavík

Í dag hevði Guðný frí, so hon kom biltúr vi' okkum, og sjálvandi fóru vit á Þingvöllir at síggja heystlitirnar. Tað var stuttligt at vera á Þingvöllum einaferð aftur. Vit ótu matpakka og drukku kaffi í fröðistovuni. Á heimvegnum fóru vit í Gljúfrastein, har sum Halldór Laxness búði. Og so fóru vit í Kringluna, og har fóru dreingirnir á spælipláss.

Sep 28, 2013

Leygardagur í Reykjavík

Vit fáa nógv av skafti her í Reykjavík. Í morgun var tað Hallgrímskirkjan, síðani savn Einars Jónssonar, so fór Kári til dans, og so var tað sangleikur og at enda svimjihylurin í Laugardalinum. Allarseinast var dögurði hjá grannkonuni Guðný. Og nú ið dreingirnir sova fara vit í ostakökuklubb.
 Vit eta matpakka í garði Einars Jónssonar
 Í hitapotti í Laugardalslauginni
Krígsmaðurin er farin alvápnaður í song.

...omma, kann mann sita á skýggjum.....

Hesin spurningur  var tann filosofiski botnurin í samröðuni í flogfarinum,nú ið ommurnar eru í Reykjavík við Herbert og Kára. 
Vit fóru í barnagarðin eftir Kára, og so í býin, tá ið vit hövdu etið, fóru vit í Húsdýragarðin. Tað var stuttligt. Okkara BandB er fínt, vit práta við Max úr Washington DC.
Kári og Herbert eru í leysari luft:


Sep 26, 2013

Skógvar

Hvør kona eigur hvørjar skógvar? Ymiskt 2013 080Ymiskt 2013 084Ymiskt 2013 085Ásvør, Bergljót S, Bergljót M, Sólrun, Brynhild, Randi, Gunnvør ??

Yvirlærarin gekk í brúnum skóm við tjúkkum sóla gerandisdagar, hann var ein sníkur, og tað hoyrdist ikki, tá ið hann kom fram á teg. Tá ið hann fór at skjóta harur, var hann i stimastivlum við longum leggi. Hesin umrøddi yvirlærarin er í søguni “Skógvar” eftir Karsten Hoydal. Skógvarnir umboða yvirvaldið, tað danska valdið í Føroyum. Kálvskinsskógvarnir og húðarskógvarnir eru føroyskir, sita væl á fótinum og hóska væl til føroyskt landslag. Eisini íslendskir skógvar eru í søguni, teir líkjast landnámsskóm og sita enn betur á fótinum og tað uttan tveingir. Eisini her er politiskur symbolikkur at hóma. Skógvar sum ímynd av tjóðskapi og stætti eru eisini í øðrum tekstum sum t.d. “Tú skalt hava virðing fyri einum gomlum skølingum” (Sjúrður Joensen) og “Tuflutos” (Hans A. Djurhuus).
OLYMPUS DIGITAL CAMERA
OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Skógvar og føtur eru væl kendar ímyndir av kvinnu og seksualiteti, og seksualitetur verður ofta flættaður saman við synd, sum í ævintýrinum hjá HC Andersen “Teir reyðu skógvarnir”, har skógvarnir fáa gentuna at dansa, men forða henni at sleppa í kirkju. Og í ævintýrinum "Krákudóttir og kalsdóttir" er skógvurin høvuðsgrundin til, at gentan fær prinsin og at hin falska gentan fær sína revsing. Ein skógvur fullur av blóði - neyðtóku teir hana? ella hevði hon mánasjúkuna? Mamman hevði alla skyldina! Ella ein skógvur fullur av reyðum víni - sum í "Barbaru" eftri Jørgen Frantz Jacobsen, myndin er tann sama, Barbara bara nakað meiri sofistikerað enn Krákudóttir.
Oddvør Johansen hevur í søguni "Handilsgentan" eina lýsing av fótum, hosum og skóm, sum minnir nakað um Hans Andriasa tekst, føturnir verða personaliseraðir, handilsgentan forelskar seg í fótum, og tann ódámligi stjórin hevur hol á hosunum, báðum.
Ymiskt 2013 083

Besta dømi um skógvatekst er “Íslandsklokkan”, har tann danski landfútin er í “nýblankaðum stivlum av mjúkum, nýsmurdum leðri, við stivlakraga brettum niður um knøini, og gyltum sporum.” Jón Hreggviðson, sum fór heimanífrá í bøttum skóm, gongur stundum  skóleysur, stundum í klássum og einaferð stjelur hann sær einar stivlar.
Ymiskt 2013 078
Fínt kvøld hjá Ásvør í kvøld. Myndirnar eru tiknar har.

Sep 25, 2013

Smyril Line – Berlintúrur í 2013

Tíðarskeið: 12. – 23. september 2013/ Prísur: 8.790 kr (við einakamari)/ Fyriskiparar: Smyril Line í samstarvi við Herning Turisttraffik
Ferðin: Norrøna er eitt deiligt skip, har var alt í ordan, blíð fólk bæði í móttøku og matstovu. Vit vóru 48 fólk í ferðalagnum, nógv tilkomin og eldri, onkur yngri var eisini við. Umborð á Norrønu varð boðað til fundar fyri øllum luttakarum, vit vóru spent at fáa okkurt at vita um ferðina, men har var einki at fáa at vita. OK tað var eisini stuttligt at síggja, hvør annar var við, men fyriskiparin gjørdi einki fyri at miðla hesa kunning. Vit kundu t.d. havt presenterað okkum, ella fingið ein luttakaralista. Men hann segði einki, uttan at vit kundu fáa skránna, men hon varð send okkum, áðrenn vit fóru.
Tá ið vit komu til Hirtshals stóð bussur frá Herning Turisttraffik. Bussstjórin – Max – var serstakliga góður, vinarligur, tosaði týðiliga og ikki minst hevði tol við teimum, sum komu døllandi, hóast tey vistu, nær møtast skuldi. Tann langi busstúrurin tóktist als ikki so langur, ****** 6
berlin 049
Hotell: Vit búðu á tveimum hotellum, Mark Apart á Lietzenburger strasse og á Wyndham. Tað er óheppið , at bólkurin býr ikki saman. Okkara hotell hevði ikki setstovu ella hugnakrók, har bólkurin kundi hittast. Tá ið fólk kom heim, fór hvør til sítt. Kanska skipað kundi verið fyri fundum ella hugnaløtum – uttan at tað kortini bleiv til eina skúlafloksferð. Annars var hotellið fínt (bara vánaligur koddi), tað var sentralt og morgunmaturin góður ****4
berlin 021
Útferðir: Á skránni vóru fleiri túrar, og eg má siga, at tað sum valt var at vísa okkum var væl valt.
Gudstænastu í dómkirkjuni. Sera góð løta, alt var á týskum, so kanska onkur helt tað vera nakað keðiligt, men mær dámdi væl ****** 6
Hohenschønhausen (stasifongsul). Sera áhugavert, vit sóu fangaklivar, píningaramboð og vóru niðri í u-bátinum, sum er niðanjarðarklivar, sera óhugnaligt . Guidin var ein ung fronsk, hon tosaði týðiligt enskt. Vit vóru í tveimum bólkum, einum enskum og einum donskum, og hin bólkurin læt so sera væl at síni guide eisini. Nógvar av guidunum eru fyrrverandi fangar. ****** 6
berlin 063
Um kvøldið fyrsta dagin vóru vit í Teater Friedrichstadt. Tá ið eg sá, at teatur var á skránni, varð eg ordiliga spent. Men hasar barbiedukkuseriurnar gera tey betri í høllini á Hálsi, tá ið fimleikurin hevur framsýning. Húsið var flott, pallurin superflottur, snaripallur, sum kundi søkka undir gólvið. Salurin hevði ljóspanel og nógvar skíggjar, sum tendraðu og sløktu. Fult av barbiedukkum í næstan ongum, hvør við sínum Ken, sum var ílatin. Tað besta var akrobatikkparturin – og so sápubløðrurnar…ok eg rýmdi í hálvleikinum. * 1
berlin 072
Býarrundferð í bussi. Fínt hugskot, men hóast guidin visti nógv, so var hann so speiskur og háðandi í síni umtalu av fólki og politikki, at tað oyðilegði túrin. ** 2
Potsdam. Guidin Annette var fín, tosaði týðiliga. Ein vansi var, at vit alla tíðina fingu at vita, at nú mega vit skulnda okkum, her eru bara 5 minuttir, har fáa vit ikki tíð at hyggja osfr.**** 4
berlin2 068
Sachsenhausen nazilega. Sera góð rundvísing hjá Annette, tó at vit eisini her høvdu ov lítla tíð, m.a. vóru vit á museum, sum bygdi á tekst og myndir fyri tað mesta og høvdu ikki tíð at lesa tekstin.***** 5
berlin2 192
Túrur á Spree við báti. Tey, sum vóru við, lótu illa at matinum umborð, og tá ið myrkt var vorðið, var ikki nógv at síggja, * 1
Á skránni vóru tveir heilir og tveir hálvir frídagar, tað var fínt at hava stundir at fara hvør eftir sínum áhugamálum.
Samanumtikið ein fínur túrur, men Smyril Line kann gott vera meiri sjónligt á túrinum við samansjóðing og upplýsing, og onkur guide skuldi ikki verið biðin aftur.

Sep 23, 2013

Berlin … heimferðin

Hotellið í Flensburg var nýtt og stórt og flott, fríggjakvøldið ótu vit øll døgurða saman, tað var fyrstu ferð á túrinum, ja also saman, vit sótu vit eini fýra borð.

Leygarmorgun kl. 8 løgdu vit brots norðureftir, alt gekk væl, bussførarin Max var frálíkur, koyrdi væl, fryntligur og hjálpsamur og fram um alt tolin, eisini tá ið fólk komu døllandi, hóast tey fingu greitt at vita, nær tey skuldu møta.

berlin2 207

Á vegnum hildu vit morgunmatarsteðg og eg bað um bøfsandwich, hon var milt sagt merkilig, tann sandwichin, stórur sesambolli og ein hálvur litur av sós, ná eg gróv búffin fram og át hann.

berlin2 212berlin2 215berlin2 216berlin2 217

Morgunmatarborðið umborð er superleskiligt, eg fekk mær einaferð Norrøna buffet, og einaferð dagsins rætt, bøbb bøbb, men morgunmaturin er super!

Tað var løgið at forsova seg umborð á Norrønu, ein ung genta stakk høvdið inn kl. 5 og spurdi, um eg skuldi ikki av í Havn, hon segði, at skiparin hevði purrað út, eg havi sovið nakað fast, men eg slapp so frá at standa og skotrast framman fyri landganginum.

Deiligt at vera heima, fór beint út at heilsa uppá børnini.

Berlin – fríggjadag..Sachsenhausen

Fríggjadagur var fráfaringardagur. Á leiðini til Danmarkar fóru vit til fangaleguna Sachsenhausen. Anneta var aftur guide henda dagin. Fongsul var fyrst bygt í býnum Oranienburg, og síðani bygdu fangar nazi fangaleguna Sachsenhausen. Legan er eldri enn kríggið, Hitler fongslaði longu frá 1933 móotstøðufólk, men seinni fyltist legan av jødum og øðrum óynsktum fólkum. Legan var ein arbeiðsfangalega, men sera nógv fólk blivu dripin, eini 250.000 fólk hava verið íleguni, og av teimum doyði helvtin.

berlin2 167

Í dag eru einar tvær barakkir at síggja, men á tí stóra plássinum er merkt, hvar barakkir vóru, tær stóðu rundan um eitt excersitspláss, har fangarnir skuldu stilla upp hvønn morgun. Legan hevði ikki gass at drepa við, men krematorium var, og teir vóru farnir at eksperimentera við gassi eisini. Teir høvdu ein serligan hentleika, tað var ein serligur “nakkaskotshentleiki”. Tú ornaði fanganum at lata seg úr til at kannast, tú ornaði honum at stilla seg upp ímóti bróstinum við hasa strikuna til at mátast, so var ein lúka beint út fyri nakkanum á honum, sum hann so bleiv skotin í gjøgnum, tað vil siga, hann stillaði seg sjálvur júst har, og so var klárt at fáa líkið í ovnin. Tann sum skjeyt og fangin sóu ikki hvønn annan. Meir enn 100000 russiskir fangar blivu soleiðis dripnir.berlin2 185

Vit høvdu ikki nógva tíð í leguni, har var eitt museum við rættiliga nógvum teksti, sum vit ikki høvdu stundir at lesa. Yngsti fangi var 2 ár, hann var fongslaður saman við beiggja sínum og pápa sínum, einum rennur í hug filmin “La vida est belle” og bókina/filmin “The boy in the striped pyjamas”.

berlin2 160

Henda plakatin greiðir frá teimum hvítu bussunum, sum Folke Bernadotte sendi úr Svøríki at fáa skandinavar heim, eftir at russar høvdu fríað leguna.berlin2 187

Minnismerki um øll tey deyðu í Sachsenhausen.berlin2 190

Krematoruim, tey høvdu fleiri ovnar størri og smærri, og so høvdu teir eisini mobilar ovnar.berlin2 191

Annfinn og Annette í álvarspráti.

Síðani var ein langur busstúrur til Flensburg, har vit gistu á Hotell des Nordens.

Sep 19, 2013

Berlin ...hósdag

Potsdam er býur konga og fúrsta. Hagar fóru vit í morgun. Guide var Annette, sum hevur búð í Berlin síðani 1977. Hetta økið í útjaðaranum á Berlin var spæliplássið hjá teimum ríku. Her vóru marlætisbústaðir og veiðiskógur.
Vit koyrdu fram við Wannsee, har avgerðin um Endløsung varð tikin og yvir um brúnna, har njósnarar vóru umbýttir í kalda krígnum. Við Wannsee halda berlinarar í dag frí og svimja og sóla sær á gjørdari strond.

Vit sóu slottið har krígsvinnararnir sótu og fundaðust og býttu Berlin ímillum sín.
Vit hoyrdu um soldátarkongin, sum gjørdi Potsdam til garnisonbý, og sum var so strangur við sonin. Sonurin, Fríðrikur annar, vildi sleppa undan at verða kongur og ætlaði at flýggja einaferð, teir vóru á ferð í Hollandi, men pápin fangaði hann og sperraði hann inni. Seinni gjørdist hann kongur og bygdi slottið Sans, Souci. Hann liggur grivin í slotstúninnum saman við sínum mongu hundum, og á grøvini liggja ikki blómur, men epli, tí at hann lærdi fólkið at eta epli.




So fór eg at keypa tinganest, eg fór í C&A, altíð tá ið eg síggi tann handilin, minist eg at ta ferðina, eg og Hans Marius vóru túr í Liége við FS, tað hevur verið í 2002 ella 2003, vit fóru inn, og eg vildi keypa Hans Mariusi troyggju. Hann segði nei tvætl, einki býtt nú, eg eigi troyggju, men FS hjálpti mær at yvirtala hann og fáa hann at passa troyggjur, og vit fóru út aftur við tveimum troyggjum. Nei, Hans Marius keypti ikki óneyðug klæði.
Eg kom aftur til hotellið tíðliga seinnapartin. Tá fór eg inn í Kaiser-Wilhelm-Gedãchtnis-Kirche, sum er ein nýggj kirkja bygd undir liðini á eini kirkjuleivd sum stendur sundurbombað at tendra eitt ljós fyri Hans Mariusi, nú ið hann var mær so nær. Meðan eg sat har, fór eitt kór at syngja, og skjótt hoyrdi eg, at tey vóru svensk. Í skránni sá eg, at tey vóru úr Høgalidskirkju í Stockholm og skuldu hava konsert sunnudagin.


Sep 18, 2013

Mikudagur í Berlin

Nú bleiv nakað seint í kvöld, men mínir trúföstu blogglesarar skula ikki snýtast fyri mikudagsberlin.
Fyrst ätlaði eg at leiga eina súkklu her við síðuna av, men hann skuldi hava 50 ev. í depositum og tók ikki kort...it happens! Og so regnaði tað í dag ...it happens!
Ná, eg keypti so eina paraply og royndi meg aftur við U-Bahn og Bussi. Men tá ið u banin er avkvettur vegna bygging er ikki so lätt.
Í Deutsche bank Unter den Linden 15 er ein listasalur - Deutsche Bank KunstHalle. Og hagar gekk leiðin. Sýningin var verk hjá 4 konum, Jeanne Mammen (1890-1976) var samtíðarfólk hjá Käthe Kollwitz, eins og hon illa lýdd av nasistum, og eins og hon publiseraði hon í tídarritinum "Simplissimus". Hinar tríggjar eru ungar berlinara listakvinnur: Antje Majewski (f.1968), Katrin Plavcaks (f.1970) og Giovanna Sarti (f.1967). Samansetingin vísir, hvussu aktuell ella tíðarleys listin hjá Jeanne Mammen er. Mær dámdi best Katrinsa myndir, m.a. Wickileaks og Whistleblower, politiskar viðmerkingar.

 
 


So fór eg malandi eftir Friedrichsstrasse í regninum, kom til Humboldt universitetið og hugdi at minnisvarðanum um bókabrenningina, har sum tey brenna bökur, brenna tey til endan menniskju (Heine).


 

 
Í kvöld havi eg verið til sjónleik í Theater am Kurfürstendamm, eg skilti tað mesta, sum sagt var, men leikurin var ikki so stuttligur, sjálvt um hann var ein Komödie.


Sep 17, 2013

Týsdagur í Berlin

Berlin on Bike er ein fyritöka vid 500 súkklum, sum skipar fyri súkklutúrum í Berlin. Tey halda til í Prenzlauer Berg í einum fyrrverandi bryggaríi - nú mentanarhúsi, Kulturbrauerei.

 Í morgun fór eg sostatt vid U-Bahn Tann vegin; guidin var ein ungur madur, sum eitur Rasmus, og so var hann danskari.

 Túrurin var enskur og vardi 3 tímar. Rasmus kláradi seg väl, sumt var uppafturtöka frá ígjár, men eg toldi väl at fáa tad inn vid skeid. Vit vóru bara 4 í hópinum, ein newyorkari og eitt par úr Argentina. Vit súkkladu til múrminnismerkid í Bernauerstrasse, til stjórnarbygningarnar vid ánna, til ríkisdagin og til minnismerkid yvir teir myrdu jödarnar í Evropa. Minnismerkid er betongkubbar í ymsum stöddum, summir eru upp til 4 metrar högir, so ber til at fara inn ímillum kubbarnar, sum í eina villiniborg. Eingi növn, ongar dagfestingar.


Tú sleppur närri at verkunum á súkklu enn í Bussi.
Tá id túruin var av fór eg aftur ímóti Mitte vid U-bahna, og so fann eg Käthe Kollwitz Museum í Fasanstrasse.
 Eitt sera týdningarmikil listafólk, Käthe Kollwitz livdi frá 1867 til 1945, hon var sosialistur og teknadi stöduna hjá arbeidarum, teirra fátäkdömi og teirra uppreistur. Eitt annd tema, sum var väl umbodad var deydin, deydin, sum tann sum tekur, men eisini sum tann, sum heldur um teg og veitir frid. Meginpartin av sínum lívi stríddist Käthe at sättast vid at hava mist sonin í fyrra kríggi. Hann var so ungur, at foreldrini skuldu skriva undir, at hann kundi fara sum sjálvbodin í kríggj, hann doydi í Flandern.

Eitt annad sum vit sóu var bunkarin, sum hýsir Boros savninum, tíverri er Long bíditíd at sleppa inn at hyggja. Eg hoyrdi fyrstu ferd um hetta listasavn í Öström, tá id Christa Reynheim greiddi frá "sínum Berlin", og nú havi eg säd tad! (um enn bara uttan:)