Fríggjadagur var fráfaringardagur. Á leiðini til Danmarkar fóru vit til fangaleguna Sachsenhausen. Anneta var aftur guide henda dagin. Fongsul var fyrst bygt í býnum Oranienburg, og síðani bygdu fangar nazi fangaleguna Sachsenhausen. Legan er eldri enn kríggið, Hitler fongslaði longu frá 1933 móotstøðufólk, men seinni fyltist legan av jødum og øðrum óynsktum fólkum. Legan var ein arbeiðsfangalega, men sera nógv fólk blivu dripin, eini 250.000 fólk hava verið íleguni, og av teimum doyði helvtin.
Í dag eru einar tvær barakkir at síggja, men á tí stóra plássinum er merkt, hvar barakkir vóru, tær stóðu rundan um eitt excersitspláss, har fangarnir skuldu stilla upp hvønn morgun. Legan hevði ikki gass at drepa við, men krematorium var, og teir vóru farnir at eksperimentera við gassi eisini. Teir høvdu ein serligan hentleika, tað var ein serligur “nakkaskotshentleiki”. Tú ornaði fanganum at lata seg úr til at kannast, tú ornaði honum at stilla seg upp ímóti bróstinum við hasa strikuna til at mátast, so var ein lúka beint út fyri nakkanum á honum, sum hann so bleiv skotin í gjøgnum, tað vil siga, hann stillaði seg sjálvur júst har, og so var klárt at fáa líkið í ovnin. Tann sum skjeyt og fangin sóu ikki hvønn annan. Meir enn 100000 russiskir fangar blivu soleiðis dripnir.
Vit høvdu ikki nógva tíð í leguni, har var eitt museum við rættiliga nógvum teksti, sum vit ikki høvdu stundir at lesa. Yngsti fangi var 2 ár, hann var fongslaður saman við beiggja sínum og pápa sínum, einum rennur í hug filmin “La vida est belle” og bókina/filmin “The boy in the striped pyjamas”.
Henda plakatin greiðir frá teimum hvítu bussunum, sum Folke Bernadotte sendi úr Svøríki at fáa skandinavar heim, eftir at russar høvdu fríað leguna.
Minnismerki um øll tey deyðu í Sachsenhausen.
Krematoruim, tey høvdu fleiri ovnar størri og smærri, og so høvdu teir eisini mobilar ovnar.
Annfinn og Annette í álvarspráti.
Síðani var ein langur busstúrur til Flensburg, har vit gistu á Hotell des Nordens.
No comments:
Post a Comment