Tá ið eg var barn, plagdu vit at fara sunnudagstúr í Utopia. Vit fóru til okkara stað í haganum, og tað æt Utopia. Tað var pápi, sum fór túr við okkum, meðan mamma fekk frið eina løtu til at gera døgurða. Har var eitt gott spælipláss, stórir klettar, teir eru stórir at síggja í dag, hvussu nógv størri hava teir ikki verið hjá børnum. Vit spældi ímillum klettarnar, høvdu hús. Og nú hugsi eg, hvat gjørdi pápi meðan? Sat við pípuni á einum steini og hugsaði, ella yrkti? Ella sat hann og hugsaði um arbeiði, sum lá á láni, nú ið hann passaði børn?
Í mínum huga lýsa hesir sunnudagstúrar fram um so mangt annað í mínum uppvøkstri.
No comments:
Post a Comment