Nýggj sýning í listaskálanum. Og so forvitnisligar myndir, Bárður hevur eyga fyri tí groteska, og tað er ikki frítt fyri, at fleiri myndir eru óhugnaligar, nógvar eru skemtiligar. Niels Ohrt segði nøkur vælvald orð um framsýningina, sum eitur ‘Lættleiki og líðing’, hann setti listamannin inn í altjóða listarák sum modernismu og ekspressionismu. Ein fínur bóklingur er prentaður um listamannin og hansara verk, har m.a. Turið systir hevur eina grein um barnabøkurnar hjá Bárði.
Ein sera originalur teknari, má ein siga, hasar verurnar hjá honum eru støðugt í menning. Fyrstu ferð, eg sá hann á framsýning, var í Focus, tá vóru ikki litir, bara brúntónar, nú er blóðreytt komið uppí, verurnar bløða burtur, serliga eru tað eyguni, sum standa fyri skotum.
Og summar teirra hava andstyggiligar útvøkstrir á høvdinum, minnir meg á dálking, harðskap og ágang ímóti teimum veiku.
Hann dugir ‘biðið væl.
No comments:
Post a Comment