Aug 22, 2013

Dreamteam!

Fór við degnum á Landssjúkrahúsið, skuldi møta 7.30. Fyrst varð eg boðin vælkomin av blíðmæltari kvinnu, sum kunnaði meg um alt, sum henda skuldi og gav mær song. Síðani fekk eg egnan sjafør, sum koyrdi meg á skurðdeildina. Doyvitoymið við Heidi Tvørfoss á odda var superfínt. Tær vóru professionellar, vinarligar, tú føldi, at tú vart í góðum hondum. Og aftan á viðgerðina, sova í frið og síðani deiligt heitt te og breyð, og væl varð ansað eftir, at eg var før fyri at fara til hús. Ein góð uppliving! Dreamteam!

Havi altíð hildið, at narkosa er óhugnalig! Fái eina kenslu av at doyggja, tí um tú nú aldrin vaknar aftur? Munurin millum at sova og vera í narkosu er, at tú kanst íkki vakja ein, sum er í narkosu, kanska tað er soleiðis at vera deyð.

No comments:

Post a Comment