Aug 20, 2013

Á dett LÍV!!

Eg havi verið á LÍV í dag. Sama dag, sum Dimma hevði LÍV og undirsjóartunnilin á forsíðuni, teir munna hava nógvar pengar. Havi tikið mær renningarlop í langa tíð. Fyrst skuldi eg heilt sikkurt fara onkran dagin í feb-mars, tá ið eg bað rektaran um farloyvi, so skuldi eg heilt sikkurt fara, tá ið hann hevði játtað farloyvi, so tá ið eg fekk summarferiu, og soleiðis er tað blivið útsett og útsett. Hví man tað vera? Ivaleyst tí, at tú stúrir fyri tí, tú fert at fáa at vita. Og fundurin var ikki eitt gott upplivilsi.

016

Eg royndi at vera fyrireikað, hevði verið á portalinum hjá teimum, hevði leitað pappír fram, hevði enntá I-paddin í taskuni, so at eg kundi fara á portalin, meðan fundurin var. Møtti i góðari tí, fekk loggað meg inn á gestanetið.

Tann ungi maðurin bjóðaði mær kaffi, men byrjaði samrøðuna við at kalla meg “góða”. Eg bleiv so bilsin og ørg, at eg mundi talað at, tíbetur segði eg einki, tí at samrøðan hevði vælsaktans ikki gjørst betri av tí. Hvat signal sendir tú, tá ið tú sigur “góða” við eina 63 ára gamla konu, sum tú ikki kennir? Tað er ein góður spurningur. Men ikki tí, hann gjørdi nokk sítt besta, manglar kanska eitt skeið ella tvey, t.d. presenteraði hann seg ikki, tað gjørdi eg so heldur ikki, men hann hevði meg við høvd og gørnum á skiggjanum. Kanska hann segði sítt navn, tá ið vit gjørdu avtaluna telefoniskt.

Ná, sum eg stúrdi fyri, vóru upplýsingarnir á portalinum rættir, og upphæddirnar á brøvunum vóru sjálvandi avoldaðar og alt ov stórar! Eg spurdi nevniliga LÍV somu spurningar um pensión í 2008, og tá vóru upphæddirnar munandi størri.

Viðvíkjandi at lata seg pensionera tíðliga er at siga, at sera stórur munur er á upphæddini, eg hevði fingið, tá ið eg verði 64 og tí, eg hevði fingið, tá ið eg verði 67, um eg havi heilsuna.

Eg havi 3 tryggingar hjá LÍV 1) eina gamla, pengarnir skula skattast, 2) eina nýggja, pengarnir eru skattaðir og 3) eina samlagstrygging, sum er aktuell við deyða og álvarsliga sjúku, havi goldið í 33 ár til hesa trygging.

Men so fari eg kanska at eiga eitt sindur av sementi á havsins botni – jubii Trist smiley

No comments:

Post a Comment