Aug 29, 2019

Santa Pætursborg




Vit komu til St. Pætursborg 19.aug og steðgaðu 3 dagar. Ferðaskrivstovan hevði eina sera góða skrá til okkara: 1. Rangan á St. Pætursborg (vit vitjaðu eina íbúð, sum sovjettstýrið ráddi yvir tann tíð tað var og lutaði út til fleiri familjur). 2. miðmáli á restaurant 3. frí 4. Fabergé savnið 5. Tað danska mentanarhúsið 6. Vetrarpalassið 7. Blóðkirkjan 8. Balettin Svanavatnið 9. Eatertainment, ger tín egna piroge 10. Peter and Paul skansin 11. Sigling í býarveitini (hetta bleiv droppað)  .

Vetrarpalassið var ein stór uppliving, vil eg siga. So ótrúliga stórt og flott, loft gólv veggir, trappur - alt so yvirdádiga herligt. Her búði zarurin,og her búði tann danska prinsessan/zarina Dagmar ella Maria Feodorovna (1847-1928), sum tey kalla hana har, sum var mamma seinasta keisaran i Russlandi Nikolaj 2. Dagmar fylti sera nógv í frásøgnini hjá Fledeliusi, vit hoyrdu ein fyrilestur umborð um hana, og vit sóu ein film umborð um dóttur hennara Olgu, og vit sóu sarkofagin, har hon varð endurjarðað nú eitt árið.
Eitt flott listasavn er í Vetrarpalassinum, m.a. hava tey Leonardo da Vinci í savnninum.





















Íbúðin, sum vit sóu var í einum húsi, sum var sera fínt uttan, men aftanfyri var alt ikki so flott. Í sovjettíðini tóku myndugleikarnir íbúðir frá teimum ríku og góvu arbeiðarum, sum fluttu til býirnar at arbeiða. Hvør familja fekk eitt kamar og so var felags køkur, og tey høvdu hvør sín komfýr. Enn búgva fólk har, sum hava búð síðani sovjetttíðina. Har, sum vit vóru, búðu 7 dreingir, tað var nakað sum eitt kollegium við felags køki.

 








Húsafasadan. Áðrenn 1917 hava ríkir borgarar búð her.

Tá ið tú fært "frí" í einum stórbýi, so nyttar ein hálvur tími ikki nógv, tí at tú fært ikki farið so langt til gongu, mást ansa eftir ikki at villast og annað. Men vit høvdu Pushkin á Teaturtorginum, hann var okkara leiðarastjørna. Vit fóru í SINGER, ein stóran bókhandil við eini frálíkari café. Fledelius hevði sagt okkum um teirra frálíku sjokolátu við róma, og hann leyg ikki. Vit keyptu okkurt smávegis og so at finna Pushkin aftur.




No comments:

Post a Comment