Dec 1, 2021

Reykjavík november 2021



 Turið systir skuldi til Reykjavíkar í arbeiðsørindum, og eg slapp við. Tað var herligt at síggja Ingu Rósu og síggja Reykjavík. Um tað var kalt, tí at tað var tað, og regnaði illa í hálvanannan dag. 

Vit fóru á Listasavn Íslands niðri við tjørnina. Har vóru tvær sýningar í løtuni. Onnur æt "Halló rúmdin!" og hin  var ein sýning við ymsum klassiskum temum, náttúra, havið o.a. Atgongumerkið til savnið gav samstundis atgongd til trý onnur søvn, ein snildur máti at fáa fólk at vitja søvn. 




Vit fóru so eisini í savn Ásgríms Jónssonar, tað er í húsunum, har hann búði. Lítið savn og mest myndir av sagnaverum. Fleiri av listamonnunum hava stóran áhuga fyri sagnaheiminum. Ikki sørt, at okkurt minti um William.
Ein øgilig huldukona og maður á hestbaki. Minnir um "Seyðamannin á Sondum" í mínum huga.

Triðja savnið á ferðini var Savnahúsið. Tað er eitt stórt hús, fyrrverandi landsbókasavn. Har er savnað nógv av tí besta, íslendsk listafólk hava gjørt, m.a. nógv verk hjá áðurnevnda Ásgrími Jónssoni.



Anna Líndal (1957): Køkslív (1994)

Vit vóru so hepnar, at ein kunningi beyð sær til at koyra okkum ein túr. Vit fóru út á Reykjarnes, vóru í Krýsuvík, har aktivur jarðhiti sæst á yvirborði, sóu gosgrýtisánna frá eldgosinum í Nátthaga og skoðaðu útisavn í Grindavík og endaðu í Keflavík, har ið amerikanarar hava bygt eina heila bygd, sum nú verður brúkt av fólkinum har. Spennandi at síggja, hvussu land verður til, broytist og rembist.
Svarta gosgrýtisáin í Nátthaga vísir streymin úr gosopinum








Í Grindavík er eitt útisavn, rættiliga óhugnaligt, har vrak av burturgingnum bátum liggja. Eisini føroysk skip eru sokkin á Suðurlandinum.

No comments:

Post a Comment