2021 , annað Koronuár, var merkt av ferðum í Føroyum. Herligar ferðir saman við familjuni. Og vit høvdu eisini gestir ein part av árinum. Árið var eisini merkt av KETO, helt eina serliga matskrá frá sept. 20 til sept.21, misti gott og væl 30 kg.
Januar
Frida Sofía var í Føroyum nakað inn í januar, Louis var her og skuldi fara suður á Eftirskúla. Eitt kvøld hittust nøkur okkara til døgurða á Suðuroyavegnum.
FebruarFastalávint er stór høgtíð her í húsinum, tí at Turið er so røsk og ambitiøs í grýlulandi.
Men nú er tað tíbetur vorðið so, at hvørt ár fer eitt av børnunum í grýlubúna frá í fjør.
Kópakonan og einoygdi Tórur á áttabeinta Sleipnir var ein
coup de force hjá Turið-
Var ein túr í Dali saman við Hendriki, vit vitjaðu verkstaðið hjá Bødvari
Bókarfundur á Suðuroyavegnum |
FS aftur í Føroyum, túr til Mikladals.
Apríl
Mai
Hjørdis helt rundan føðingardag fyri familju og vinum.
Vit fóru suður at vitja Louis á Eftirskúlanum. Vit gistu í Øravík og gjørdu útferðir.
Øravík |
Juni
Í juni fóru eg og Turið systir ein túr til Fugloyar at vitja gamlar gøtur og gomul minni.
Norð um Múlan |
Juli
Ein Mykinestúrur er ikki at forsmáa, so eg var glað við boði, tá ið lítla Turið beyð mær við. Vit fóru út við tyrlu og heim aftur við bát.
Joanne og eg |
Hetta var áðrenn lundalandið leyp |
August
Vit hava troðið dansin í Bókastevið, túrurin til Leirvíkar er altíð serstakur. Hesa ferð hevði Osla fingið Stumman Hansen at siga frá. Og vit vóru í Mikladali og sóu leikin um Kópakonuna hjá Eyð Matras.
Shahin og Eina |
Sigri og Chik |
Føðingardagsbarnið og Lív |
Forkunnugir døgurðagestir |
Seniorbólkurin í Sjónleikarhúsinum hevði sína fyrstu sýning av Tik-tok-antikk kvøldsetuni. Tað var stuttligt at vera við í hesum tiltakinum.
Karin, Anna, Oddvá, Nora, Tórði, Pól, Gunnhild |
Oktober
Fáa matin til hús, í Bakkakjallaranum. Turið, Sólrun, Símun og Herbert
November
Desember Jólini vórðu hildin í Suðursvøríki. Vit vóru 17 fólk. Fyrst var eg nakrar dagar í KBH. saman við Lisu. Síðani eina viku hjá Sólrun og Lasrs í Hishult. SOOO deilig jól saman við øllum. |
'
No comments:
Post a Comment