Blomsterdalen eftir Niviaq Korneliussen
Hon fekk Norðurlandaráðsins virðisløn í 2021.
Niviaq brúkar í stóran mun egnar royndir í síni bók um gentuna, sum er høvuðspersónur í Blomsterdalen. Gentuna, sum er samkynd, sum fer til Danmarkar at lesa, sum kennir seg einsamalla og sum er ill við alt og øll.
Høvuðspersónurin hevur einki navn í bókini, og navnloysið er partur av persónslýsingini. Hon følir seg ikki heima nakra staðni, ikki í Grønlandi ikki í Danmark. Sjónarhornið er Hennara allan vegin, nógv onnur fólk eru í søguni, men vit síggja tey bara gjøgnum Hana. Hennara egna familja og Maliina, gentan hjá henni, og hennara familja. Tað er merkisvert, at øll fólkini tykjast vinarlig og blíð og fitt. Tey liva púra normal familjulív at vísa seg. Tey eru góð við Hana, og eg hugsi um, hví Hon hevur tað so ringt, tá ið øll eru so góð við hana og vilja hjálpa Henni. Hon er misnøgd við alt og øll, hon hevur spurningar, sum eingin fær svarað. Heilt frá smágentu er hon misnøgd og í andsøgn við sítt umhvørvi. Sum tannáringur missir hon ommu sína, og tað koppar henni nærri eggini.
Ana, omman er hennara eitt og alt. Ein fyrimynd, eitt friðskjól, tá ið tað er trupult at vera heima, har systirin fær fær allan áhuga og kærleika hjá mammuni. Tað er omman, sum sigur henni frá holuni, har ið hon og Amutsivit hava sínar stillu góðu stundir.
Ein týdningarmikil viðspælari er Facebook. Hon og Maliina samskifta tann vegin, og eisini mammam brúkar FB. Henda kenslan er sera væl lýst, tá ið tú bíðar eftir einum boðum á messenger, tú sært, at onkur er virkin á netinum, men viðkomandi sendir tær kortini einki lívstekn. Onkuntíð tveitir hon telefonina frá sær so kedd og ill er hon, sum um telefontólið sjálvt skal revsast. Hennara síðstu boð eru kortini á pappíri, hon skrivar á ein lepa, at hon vil jarðast í Blómudalinum og leggur lepan í mappuna....mundu tey eftirlíka henni?
Sum frá líður og sjálvmorðstemað verður meiri og meiri sjónskt, skilur lesarin, at tað er júst tað, sum manglar í báðum familjunum: at tey tosa um sjálvmorðið, ikki kalla tað vanlukku ella annað. Hon granskar fyribrigdið, Hon og Maliina royna at finna útav, hví Guðrun tók lívið av sær, men tær geva upp. Hon vísir til Grønlands statistikk, og hon hugsar, nær sjálvmorðsbylgjan rakti Grønland. Tað var ikki soleiðis fyrr, tað byrjar í kolonitíðini. Annars er ikki mikið av beinleiðis atfinningum ímóti tí danska valdinum í Grønlandi, tó at tað hómast.
Annað tema í bókini er seksualitetur. Bókin er sera bersøgin í frásøgn um tað erotiska spælið millum kvinnur. Hon og Maliina eru sera forelskaðar og sera aktivar kynsliga. Tá ið Hon var barn var hon happað og samkyndi vinur Hennara Amutsivit eisini. Hon roynir at hjálpa honum, men hann tekur lívið av sær. Og vit hava Seier, sum eisini eitur Sabina, eisini ein ólukkuligur persónur.
Bókin er søgd í tíðarrøð við afturlitum, og høvuðspersónurin er eitt ungt vaksið menniskja. Sjáldsamt er, at kapitlini eri í nummarøð skeivan veg. Sostatt endar bókin við nummar eitt. Havi ikki lisið bókina, men lurtað eftir henni á telefonini. Upplesarin dugir grønlendskt, so at staðarnøvn og ávisir setningar á grønlendskum koma til sín rætt. Upplesarin dugir eisini at syngja bæði á grønlendskum og enskum.
Frásøgnin er rættiliga prosaisk, og málið er gerandisligt, studum rættiliga grovt ella ónærisligt. Ikki nógv myndamál men okkurt í søguni (ravnar, hundar, kirkjugarðurin, fjøllini í Tasilaq) fær eykatýdning. Yvirskriftin sipar til eitt, sum omma hennara segði. Tá ið ravnarnir verða hvítir, tað vil siga ongantíð
No comments:
Post a Comment