Apr 26, 2017

Marokko 7-17 apríl 2017 (6)

Tað er fyrstu ferð, eg havi verið í einum muslimskum landi, og eg má siga, at religiónin setti sín dám á gerandisdagin har. Men sjálvandi uppliva tey, sum eru barnvaksin har tað ikki so. Bønarkallið hvønn morgun, tá ið sólin fer upp, er tað fyrsta ein hugsar um, tað hoyra tey kanska slett ikki. Ein moska var granni hjá okkum einar tvær ferðir á ferðini, tað var ein sjáldson uppliving.



Salle de priere Femme.
Bønarrúm til kvinnur.















LAccess n'est pas permisaunt non musulman.
Eingin atgongd fyri ikki muslimar.


Klædnadraktin hjá kvinnum vísir eisini, um kvinnan (ella maður hennara) er sera ávirkað av islamskari lóg ella sær djellaba sum eitt mentanarligt fyribrigdi, sum er í broyting.
Tá ið tú fert út at eta, ber ikki til at keypa vín aftur við matinum, jú onkunstaðni m.a. Restaurant le Marrakchi á Fna plássinum, men har var so eisini búkdansur. Ein gullklædd sveiggjaði við endanum, og ein silvurklædd kom við livandi ljósum á høvdinum og dansaði við sær sjálvari. Tveir menn spældu tónleik aftur við matinum.



Maturin á le Marrakchi var sera leskiligur, fyrst fingu vit 9 smáar skálir við ymsum smáum rættum, sera leskiligt.

 

Maturin á hesi matstovuni var lekkur, forrætturin var 9 ymiskir rættir við breyði afturvið, og taginan var fínt laðað sum ein pyramida.
Eitt kvøldið ótu vit við síðuna av eini mosku, t´+a ið bønartíð var, var so fult inni, at menninir løgdu seg í fínum rekkjum uttanfyri á vegnum.



Apr 23, 2017

Fatima Mernissi : Dreams of Trespass (Dreymurin um fara út um mark) 1994


Ein feministisk bók um lívið í einum haremi, um múrar og stik og avmarkingar. Ikki bara um teir fysisku múrar, sum kransa húsini hjá høvuðspersóninum og aðrar múrar, sum síggjast allastaðni, rundan um borgir, rundan um medinuna og um Riadina. Men eisini um tær innaru forðingar, sum verða lagdar í gentur og dreingir frá fyrstu løtu.
Tað er sera stuttligt at lesa eina slíka marokkanska bók, meðan tú ert í Marokko. Vit sóu nógvar múrar, og vit gistu netupp í riad. Tað ger tað lættari at skilja bókina og ímynda sær lívið hjá gentuni og hinum fólkunum í familjuni.

Fatima Mernissi (1940-2015)


Høvuðspersónurin er smágenta, fødd í 1940. Hon býr í haremi í Fez, og ein av hennara stóru spurningum er, hvat er eitt harem? Hon hevur eina ommu, Yasminu, í haremi á bygd og býr sjálv í haremi í býi saman við hinari ommuni, Lalla Mani.

Hon er saman við konufólkunum, hon eygleiðir og er okkara frásøgufólk, annars hevði verið torført hjá okkum at sloppið inn í Hammam ella upp á kvinnuterassuna.
Eldri fólk sita og eygleiða býarlívið

Konur á veg til handils
Tá ið menninir eru úti, kanska á café og drekka te, fara kvinnurnar eftir bókini. Tær lesa ella siga søgur, tær spæla sjónleik, og tær droyma stórar dreymar.
Mamma gentuna er rættiliga uppreistrarsinnað, hon er uppvaksin á bygd og fýlist á tær avmarkingar, sum eru í býnum. Hon lærir gentuna, at hon skal ikki finna seg í nøkrum, hon skal hava útbúgving, ganga í teimum klæðum hon vil osfr.

Gentan lærir, at uppreistur kann vera so mangt t.d. at tyggja tyggigummi, at brodera eitt motiv, sum als ikki er tann traditionelli fuglurin, men ein stórur fuglur við útbreiddum veingjum, sum fer á flog. 

Marokko 7-17 apríl 2017 (5)

ATLASFJØLLINI eru í fýra pørtum, norðanífrá: Rif-fjøllini, Miðatlasfjøll, Høgu Atlasfjøll og Anti Atlasfjøll.
Tann fimta dagin tá ið vit fóru frá húsum í Fez, gekk leiðin niðan í fjøllini. Vit fóru upp í 1200 metra hædd. Tað var sera áhugavert at síggja, hvussu landslagið skifti. Í fjøllunum búgva berbar, tað er stutt síðani, at berbaramál varð góðkent sum mál í Marokko.


 Vit vitjaðu býirnar Ifrane, Azrou, áðrenn vit komu á gististaðin við vatnið  Bin al Ouidane. Ifrane verður eisini róptur lítla Sveis, tí at tøkini eru ikki fløt sum annars er vanligt í Marokko. Hann liggur í 1165 m. hædd, so har er svalligt um summarið og kalt um veturin. Í bókini "Dreams of Tresspass", sum gongur fyri seg í Fez, sigur smágenta, at hon skilur ikki at tey kunna hava sovorðin brøtt tøk í "kavalandinum" (t.e. Týsklandi), tí at tað verður ein hopleys terassa. Í Ifrane er ein løvustandmynd, ein týskur fangi høgdi hana út úr klettinum. Løvur vóru í Atlas fyrr, tann seinasta bleiv skotin í 1920.

Men hann var ikki heilt liðugur, tí hinumegin er kletturin ráur. Vit gistu í Beni Mellal við vatnið Bin al Ouidane., Eisini í fjøllunum vóru sølumenn, hesir báðir garparnir seldu nýhentaða timianurt.
Mads følir angan av timian.

Útsýnið úr hotelkamarinum var frítt við fjøllum báðumegin.

Vit sóu Oozud fossin, sum er hægsti fossur í Marokko. Har var alt gjørt fyri turistarnar, vit fingu eina guide á staðnum, hann var berbari, hann fylgldi okkum niður í hesa djúpu kluftina, so at vit fingu skoðað fossin frá í neðra. 

 Niðri á botni fóru summi í ein tunnuflaka at sigla inn undir fossin. Kaféir vóru á vegnum niður. Uppgongdin hinumegin var trappur. Sera flott.






Apr 20, 2017

Marokko 7-17 apríl 2017 (4)

Gøturnar í gomlu býarpørtunum eru so smalar, og har er so trongt, at bilar sleppa ikki framat. So tey nýta ymsar aðrar mátar. Eitt nú sóu vit nógvar asnar. Summa staðni sóu vit asnar standa við vegjaðaran einsamallar. Guidin segði, at hesar asnar áttu tey, sum búði har uppi, sum eingin koyrivegur var, tey riðu so á asnanum oman til vegin og fingu eitt lift inn í býin i onkrum bili. So tá ið tey komu úr býnum, fóru tey aftur ríðandi til hús, asnin stóð bara og bíðaði har.


Asnarnir hava "blæu", eitt blikk ella eitt plastikkílat undir halanum.

Okkara viðføri bleiv koyrt í ovurstórum trillibørum frá bussinum og til hús




Hesir fýrarnir vóru í ferð við at skumpa eyr og grót, teir gróvu við spaka og hakkara og skuldu hava alt tilfarið burtur, teir fyltu upp í posar, so upp í ein lítlan vogn, og so dró eslið tað burtur.

Sera sera nógv prutl vóru í gøtunum, og tey koyrdu skjótt, og floytaðu hart, mitt gjøgnum mannamúgvuna. Tey luktaðu ótrúliga illa.












Hesum bilinum møttu vit, hann er væl lastaður. Og seyð flyta tey nakað sum vit.



Marokko 7-17 apríl 2017 (3)

TEPPIR, LEIR OG KRYDDARÍ

Vit vóru tríggjar ferðir til søluframsýning. Í eini teppisølu fingu vit at kenna søluhegni teppiseljaranna. Fyrst bjóða inn við stórum handakeipum, síðani bjóða sess og mintute. Nú byrjar framsýningin: teir eru fleiri um hetta, ein stendur og greiðir frá á enskum, yngri menn draga fram og rulla eftir gólvinum eitt teppi fyri og annað eftir.
Teir duga sera væl at síggja, um onkur er, sum hevur áhuga, í hesum føri Anne Lisa, nú verður hon so skild frá bóilkinum inn í rúmið við síðuna av, tíbetur var Mads við sum mótvekt. Nei hatta er for reytt, hatta er for blátt, for stórt, for lítið, segði hon

Men soleiðis segði henda madamman ikki, og hygg bara, hvussu fínt tað er á Suðuroyaveg nú! Hatta grøna í kurvini er tógv úr Marokko, gud viti, hvørjum tað er litað í. Teir pakkaðu teppið sera væl inn í sterkt plasthessian við honk í.
Næsta søluframsýning var á einum leir/mosaikkvirki. Vit blivu leidd ígjøgnum virkið, har menn sótu og arbeiddu við hond. Vit hugsa, tað er bara show, tí alt hetta fína, tonsavís av skálum og krukkum kann jú ikki vera hondgjørt. Onkur keypti eina tajine, tað er ein serlig steikigrýta við pyramiduformaðum loki.
Taksteinar í rúgvuvís.
 Ein gamal ovnur, hann greiddi frá, at fyrr brúktu tey avlopið av olivenframleiðslu sum brenni.
Hann leggur mosaikk, tað serliga er, at verkið vendir ranguna upp, so eingin veit, hvussu tað sær út. Hann má minnast mynstrið í høvdinum, meðan hann leggur. Aftaná verður sementavatn stoytt niður yvir, og tá ið tað er tornað, verður verkið vent.

Í tajinuni er kjøt og grønmeti, tey brúka nógv epli í Marokku. Maturin verður laðaður upp sum ein pyramida við kjøtinum innast.










Triðja framsýningin var á einum apoteki, har vóru kryddarí, olja, luktilsi og okkurt móti krími, og okkurt ímóti hørðum og bleytum búki, eitt ímóti óynsktum posum bæði í neðra og undir eygunum, og síðst men ikki minst okkurt, sum brúkast sum viagra. Hann legði stóran dent á, at arganolju máttu vit keypa hjá honum, tí at øll onnur olja er blandað við øðrum og tí ikki ektað.