May 31, 2011

Góðan morgun!

Klokkan er 7.00. Nú er próvtøkutíð og stílarææting á skránni! Tað krevur bindini. Byrjaði í gjár. Tá ið eg noyddist at reisa meg, fór eg út at sláa – við líggja! Hans Marius hevði skjótt sligið hatta frímerkið! Ná, meg tað er góð konditiónsvenjing, tað var ikki nógv gras eg fekk lagt niður. Men eg gjørdi eina ætlan fyri í dag: 7-11 rætta; 11-13 fara í býin ørindi ; 13-17 rætta; til Hósvíkar í kvøld; og í stuttum steðgum sláa nøkur strá…! So nú er klokkan 7.05, so eg má í gongd! Hoyrast seinni!IMG_6675[1]

So haldi eg eisini í oyrini á mær sjálvari, tá ið eg havi bloggin at standa til svars fyri Smiley

May 29, 2011

Súkklutúr til Dals

Ordiliga errin, men tað er also bara 35 km. til samans! Líkamikið, tað kann telja meir, tí tað var mótvindur suður og oysregn norður. Eg súkkli mest undanbrekku, brúki súkkluna líkasum til ein avanseraðan stav móti brekkuni. Myndirnar á dagsins bloggi hevur Inga Rósa tikið við sínum nýggja IXus 105. Dalssíðan hevur aðrar myndir, tær eru úr mínum myndatóli. Sjálvandi , um mann nú súkklaði til Dals og vendi í túninum og fór aftur til Havnar, so vóru 70 kilometrar. Vit hava stórar ætlanir, Kristi himmalferðardag ætla vit okkum á Slættaratind, sjálvandi ikki í oysregni.

Í kvøld er AVATAR á skránni, tað er í samband við arbeiði, annars hevði eg nokk ikki sæð hann. OK hoyrast, nú eru stílar á skránni! í nógvar dagar….

2011.05.29 IR 0022011.05.29 IR 0072011.05.29 IR 0112011.05.29 IR 0192011.05.29 IR 0252011.05.29 IR 0282011.05.29 IR 029

May 27, 2011

Ég á mig sjálf!

 

Gott at ráða sær sjálv, fekk mær sunsetflís við Grettissøgu omaná.IMG_6593

 

IMG_6594

May 25, 2011

Tupperware hjá Olnu

Ikki vóru vit nógvar men tað sum manglaði í kvantiteti tað var í ríkan mun í kvaliteti.Olna vísti síni pedagogisku evni við at greiða frá sínum vørum.Eg havi altíð hildið at tupperware mest var íløt til “restir”, men í kvøld sá eg eisini annað hent plastikk.Toppskorarin , sum fekk allar damurnar at gapa og gløa var ein lítil plastikkdós, har tú fekst pulviriserað ein hálvan leyk við at toga tríggjar ferðir í eitt band (nakað sum tú vindir ein motor í gongd). Sí mynd niðanfyri.

 

tupperware 004tupperware 006tupperware 008tupperware 010tupperware 011

May 23, 2011

Heima aftur

Mín konfirmatiónsferð er av, aftur við mína egnu teldu viå eddi og øllumSmiley Tað var sum altíð deiligt at síggja børn og barnabørn. Í morgun var eg eitt sindur bangin fyri, at øskurok skuldi fara at forða flúgving, men tíbetur eg slapp undan, nú ætlar Atlantsflog at flyta ferðir í morgin til at sleppa undan øskuroki. Fyrst var tað Emilsa konfirmatión, hann fekk ein livandi fugl frá grannunum, síðani var tað Herbertsa 3 ára agur, har vóru fult av børnum, og so var tað Sinsa konfirmatión, og Herbert svav hjá mær í Græsted kvøldið fyri. Sólrun og Lars hildu stóra veitslu fyr Símuni, yvir 70 fólk til døgurða. Sum tit síggja á myndunum sá Símun flottur út í vesti og klædningsbuksum og nýggjum skóm. Ole Ritter fyrrverandi danmarksmeistari í súkkling gav honum eina súkklu, og foreldrini góvu honum eitt borðtennisborð til at hava úti. Og LIsa fylgdi mær út í Kastrup, vit fingu lift inn í býin, fóru so eftir strøgnum, so í buss og Metro. Fínur túrur.

2011.05.23 Konfirmatiónir 068IMG_0244IMG_0246IMG_02472011.05.23 Konfirmatiónir 1722011.05.23 Konfirmatiónir 2362011.05.23 Konfirmatiónir 2412011.05.23 Konfirmatiónir 2562011.05.23 Konfirmatiónir 2672011.05.23 Konfirmatiónir 3252011.05.23 Konfirmatiónir 3272011.05.23 Konfirmatiónir 3452011.05.23 Konfirmatiónir 3482011.05.23 Konfirmatiónir 3512011.05.23 Konfirmatiónir 3542011.05.23 Konfirmatiónir 3562011.05.23 Konfirmatiónir 3752011.05.23 Konfirmatiónir 3772011.05.23 Konfirmatiónir 3892011.05.23 Konfirmatiónir 4122011.05.23 Konfirmatiónir 4142011.05.23 Konfirmatiónir 4162011.05.23 Konfirmatiónir 430

May 20, 2011

Ì Græsted





Sólrun var ímóti mær í Kastrup. Í morgun fóru Bergur og Lars ein langan súkklutúr, seinnapartin í dag fóru eg og Lisa í fødingardag hjá Herbert. Hann fyllir trý. Tad var stuttligt at síggja øll børnini og teirra foreldur. Tey høvdu ein svimjihyl uttanfyri og flottar kakur og nýbakadar bollar. Nú nærkast Símunsa stóri dagur, veitslan verdur sunnudagin, konfirmatiónin kl. 10.00 í Græsted kirke. Herbert kemur nord í annadkvøld at sova hjá ommu.

May 17, 2011

Tysdagur i Brussel






For vid FS til arbeidis i morgun, ta id hon for a skrivstovuna, for eg a Magritte museum, hann var ein sera hugfloygdur listamadur ma mann siga.
Kl. eitt ella tvey foru vit ut at eta sman, og kl. 16.45 foru vit aftur ur Brussel. Ta id vit komu heim var Louis klarur at fara til judo, og Emil stod og trippadi at sleppa til handils vid sinum konfirmarionspengum at keypa eitt waveboard. Tad gjordu vit so i einum storum itrottahandli, sum eitur decathlon.
Myndirnar eru tiknar i dag i Brussel uttan tar badar av mar og FS og bornunum, tar hevur grannkonan tikid sunnudagin.

May 16, 2011

Manadagur i Reet






Havi roynt meg sum heimagangandi omma i dag. Fylgdi teimum i skula kl. 8.20, aftur eftir Madeleine 12.10. Aftur vid Madeleine 13.30, aftur eftir henni og Emil kl. 15.25. Bara at halda skil a klokkutidunum er eitt arbeidi. Uttan fyri skulan standa nogvir abbar og ommur og eisini nokur foreldur. Hasar triggjar sukklirnar eru vist ein installation.