Apr 30, 2014

REET á vári

Her hjá Fridu Sofíu er friðarligt, góðar umstøður at trena. Hon hevur fingið eina kondisúkklu at standa í stovuni, so omman kann súkkla, tá  ið hon vil.
Eg verði forkelað við góðum mati og góðum bókum..

Og so havi eg gott selskap og gott útsýni, møðgurnar plantaðu jarðber í gjár.


Apr 29, 2014

Vágar-Kastrup-Zaventem

Tað var vakurt  at flúgva yvir Roskildefjørðin í gjáramorgun.



Í gjáramorgun fór eg avstað, hevði bílagt mær koyring í floghavnum. Tænastan í Kastrup var góð, tey vóru klár og høvdu eitt fínt stað við góðum stólum sum bíðirúm. Komu so aftur eftir mær, tá ið SAS flogfarið skuldi fara. Tað er fyrstu ferð, eg havi havt Falck transport til mín sjálvs, so herligt, tað skuldi mann altíð, havt.



Ikki so í Brussel, fyrst var eingin har, so eg mátti bíða, so skuldi eg skifta bil fleiri ferð, tí at bilurin slapp ikki ígjøgnum hurðar. Tá ið eg bleiv biðin at bíða eftir bili 3. ferð, vóru vit tætt við viðførisbandið, so eg fór til gongu.

Men tað var herligt at síigja tey, sum vóru komin ímóti mær. Og so fingu vit deiligan døgurða og sjokofondue omaná.





Apr 26, 2014

Khaled Hosseini: And the Mountains Echoed

 

IMG_20140422_190019[1]

Havi fyrr lisið Kiterunner og A Thousand Splendid Suns. Hendan er eisini góð, um kanska ikki so dramatisk og hjartaskerandi sum hinar. Kanska er tað frásøguviðurskiftini, sum gera tað. Frásøgnin er nógv ár aftaná hendingarnar, t.d. brævið hjá Nabi við øllum avdúkingunum. Sjónarhornið skiftir eisini sera ofta, sum kanska ger, at vit knýta okkum ikki sera tætt at einum ella fáum persónum.

Bókin hevur 9 kapittul, og í Bókastevi vóru vit samdar um, at summir av pørtunum vóru eins  og síðuspor, tey vóru sjálvandi við til at seta søguna í størri høpi, eitt nú kap. 7 um smádreingin Adel, sum finnur út av, at hetja hansara - pápin – er ein korruptur narkobarónur, ella kap. 8 sum er um familjuna hjá Markosi - læknanum í Kabul - á einari grikskari oyggj.

Eitt gjøgnumgangandi tema er at missa, foreldur missa børn, børn missa foreldur. Rættiliga syrgilig bók.

Ikki myndaríkur stílur, tó eru minniligar ímyndir sum fjaðrarnar, sum Pari savnar í eini dós, og sum Pari (úr París) fær at síggja nógv ár seinni, ella vøgguvísan, sum fylgir familjuni gjøgnum alt lívið. Serstøk mynd er tað stóra træið, sum ímyndar bygdina og samanhald, leik og spæl – niðurhøgt, og træstubbin stendur seinni á ‘stolnari’ jørð.

Fleiri rørandi brot eru, har ið menniskju møta eirindarleysari lagnu, t.d. tá ið Abdullah missir sína lítlu systur, sum hann hevur passað, síðani hon bleiv fødd, og mamman doyði.

Hjartaliga takk Marjun fyri eitt fínt kvøld.

Apr 22, 2014

Ravished Armenia eftir Auroru Mardiganian

 

123

Onkur  kallar hana tann armenska Anna Frank. Báðar eru ungar gentur, sum eru í  jagstraðum fólkabólkum – onnur jødi hin armeni. Men frásagnir teirra líkjast ikki, Aurora skrivar lítið og einki um familjulív ella samband við systkin. Og Anna Frank hevur ikki nærlýsingar av harðskapi og neyðtøkum og ómenniskjaligum atburði. Anna Frank skrivar dagbók, so hvørt hendingar fara fram, og dagbókin er skrivað, áðrenn hon varð fangað. Aurora Mardiganian sigur sína søgu, eftir at ræðuleikarnir eru farnir fram, og hon er komin til USA.

Síggi á Wikipedia, at ein filmur varð gjørdur í 1919, og Aurora spældi sjálv við. Tað er ófatiligt, at tey skula hava latið gentuna gjøgnumlivað sína pínslusøgu aftur, fyrst við at siga hann og síðani við at spæla hana. Ómenniskjalig viðferð, men sjálvandi, tað stendur í innganginum, at að var Aurora sjálv, sum insisteraði – men kortini, hon var bara 17 ár tá.

Hans Andrias Sølvará, sum segði frá fyrra heimsbardaga í útvarpinum, sipaði fleiri ferðir til tað osmanniska ríkið, sum var um at detta sundur. Hendingarnar í bókini fara júst fram í skugganum av fyrra heimsbardaga í Osmanniska ríkinum, ella við heimsbadaganum sum alibi.

800px-Armenian_Genocide_Map-en_svg

Armenar eru kristnir, armenska kirkjan er hin elsta í heiminum, og hetta var ikki fyrstu ferð, at muslimsku grannar teirra forfylgdu teimum. Armenia er vestantil í núverandi Turkalandi, men armenar búðu eisini víða um aðrastaðni. Í dag búgva eftirkomarar eftir flýddar og burturriknar armenar ymsastaðni í heiminum, nógvir í USA.

Gentan greiðir frá tí, hon upplivdi, tá ið hon og familja hennara var rikin úr sínum heimi, noydd út í ein deyðsmarsj og síðani, at hon sá og hoyrdi turkar og kurdar pína og lamløsta fólk, og at hon sá teir drepa mammu sína og smáu systkin.

Størsti partur av bókini er sjálv gongan, túsundavís av fólki drivin sum kríatúr úr bygdum og býum imóti oyðimørkini, tann politiska ætlanin var at týna allar armenar. 

 

IMG_20140422_103416

Fangaflutningurin hevur eitt ávíst mystur, sum verður endurtikið í hvørjari bygd: Fyrst verða menn og vaksnir dreingir tiknir avsíðis og dripnir, síðani verða konur og børn rikin út at ganga. Tey ganga í dagar og vikur, vápnaðir vaktarmenn ansa eftir. Hvørt kvøld verður steðgað, og tá er fast, at hermenninir koma at leita sær eftir eini gentu ella nøkrum gentum til at hava tað kvøldið. Tær vakrastu eru í størst vanda, Aurora og systir hennara royna at smyrja runu í andlitið til at verja seg. Neyðtøkurnar eru nógvar, og genturnar verða stak illa viðfarnar, summar bara dripnar aftaná. Hvønn dag leggjast summi fyri, tey verða bara liggjandi við vegjaðaran at doyggja í hungri og tosta.

IMG_20140422_103426

Smábørn eru til ampa í gonguni, tey verða eisini savnað saman, og teir fortelja, at tey skula í skúla, men armenar vita, at hetta er lygn, børnini verða dripin og tveitt í eina á.  Heilt smá børn, nýføðingar verða nýtt til bólt, teir spæla við tey á bayonettunum, tveita tey upp og lofta teimum aftur. Slíkur sadistiskur atburður sæst eisini, tá ið tað ræður um barnakonur.

Hvørja ferð tey koma til eina muslimska bygd, selja vaktarmenninir gentur til harem ella til at vera trælir. Tað er eisini fleiri ferðir, at Aurora greiðir frá, at vanligir muslimar vóru líka ringir sum hermenninir, tey noktaðu teimum t.d. vatn, seldu vatn ovurdýrt og stoyttu vatnsopan á jørðini fyri eygunum á teimum.

IMG_20140422_104459[1]

Ein annar partur av hesum harðskapi var, at konufólkini fingu tilboð um at skifta trúgv, hóast nógv stóð á teimum, vóru fleiri, sum gjørdu hetta til at bjarga foreldrum ella systkjum. Tær fingu so muslimsk klæði og turriklæði, men turkar hildu ikki lyftið um at spara teirra familju.

Aurora fylgist við mammu og systkjum ein part av vegnum, men verður so tikin, tí at ein stórmaður við hava hana, hon sleppur undan honum við at leypa í ánna, áin er full av blóði og líkum. Hon upplivir eisini, at koma í tryggleika í einum klostri, sum tó eftir eina tíð verður álopið og allir munkarnir dripnir. Aurora endar eisini í einum haremi, men verður bjargað, tá ið seyðamaðurin, hon kendi heima í bygdini hoyrist floyta uttanfyri, og hon floytar aftur, og hann kennir hana á floytinum. Hann hjálpir henni úr fangatippinum og verður dripin fyri tað. Aurora hittir mammu sína aftur og tvey smá systkin, tey fylgjast aftur eina tíð, men í eini óhugnaligari frásøgn ímóti endanum á bókini verður mamman pískað til deyðis og systkini stungin til deyðis, meðan Aurora stendur og hyggur. Mamman doyr við kristnari bøn á varrunum, og bókin leggur dent á, at armenar eru djúpt kristnir, at teirra land er landið, har hendingar í bíbliuni fara fram, og Aurora trýr alla tíðina, at tann kristni Gud er við henni.

Bókin er ótrúliga óhugnalig, ótespilig lýsing av mannajagstran og sadistiskari atferð.

220px-Auction_Of_Souls-flyer

Plakatin til filmin 1919

Stílistiskt bragd  ella bókmentaligt listaverk er bókin ikki, men eitt týdningarmikið søguligt skjal, eygnavitnisfrágreiðing um fólkamorðið í Armenia 1915.

Apr 18, 2014

Dona eis requiem

Eystanljóð og tónleikarar veittu eina stórsligna uppliving, sangur og tónleikur og sanniliga eisini eina vakrar sjón. Flott framførsla av Requiem eftir Mozart, serliga endareglurnar í fleiri av pørtunum, sum vóru við “fullum útblástri”. Alt verkið verður sungið út í eitt, og solistar koma inn og hvørva aftur. At lurtarin fekk eina skrá við tí latínska tekstinum á føroyskum var  super – hjá einum tekstpersóni sum mær. Teksturin er fyri ein stóran part um heimsins undirgang, helvitis logar og leyvukjaftar, men sum út liður, verður vónin um ljós og hvíld ráðandi. Kórið dugdi væl at dramtisera tekstin við sínum røddum bæði kvinnur og menn. Hugtakandi.

untitled 

Kirkjan var full, og fólk sat sum undir lestri alla tíðina, eisini børnini sum vóru. Men tá ið liðugt var, dundu lógvabrestir í høll, og vit fingu eitt encore.

Apr 15, 2014

Ikki bara at biðja lova sær!

Vit fáa “frí” frá venjing fyri páskir og skírisdag, møta aftur eftir páskir. Sum tað er torført at seta seg upp til at trena sjálv. Eg meini so við, eg fái ilt, tá iðeg geri venjingarnar, og tað skal eg, men tað er torført at sannføra seg sjálva.

images

untitled

Hevði gingið EIN stuttan túr, síðani eg kom heim, men so í gjár fóru vit ein túr til Gjáar, har var Ásfinnur sjálvandi, so vit vórðu avmyndað uppi á gjónni.

april_2014_20140414_1638544987

Ein deiligur dagur, veðrið helt sær, tey vassaðu niðan fyri brúnna, tey runnu niðan á “fjallið” og vit fingu bæði rísklattur og lasagnu. Eg njóti at vera saman við teimum smáu. Turið heldur páskafrí nú nakrar dagar.

april_2014_20140414_1784871739

Tá ið vit fóru suður, fór at regna.

Apr 10, 2014

Hálvbeiggin eftir Lars Saabye Christensen (f.1953)

Ein fantastisk bók, fangandi, passaliga ’torfør’, lesarin skal vera vakin og fylgja við alla tíðina. Mangar søgur flættast saman á 651 síðum um eina familju í Oslo beint eftir kríggið og uppeftir. Fimm ættarlið av hesi familju, Nielsen, verða víst.

003

Húsið á Kirkjuveg í Oalo er eitt kvinnuhús, fyrsta vit hitta tær, búgva 3 kvinnur har Tann gamla, Boletta og Vera. Hetta eru sterkar kvinnur, sum klára lívsins stormar við samanbitnum tonnum. Tann gamla (langomma høvuðspersónin) misti dreingin, tí hann bleiv burtur í eini grønlandsekspeditión, tað einasta, sum hon hevur eftir hann, er eitt bræv. Boletta vildi ikki binda seg til ein mann. Og Vera bleiv við barn við einum neyðtøkumanni 8. mai 1945 og fær sonin Fred. Seinni verður hon gift við Arnold, sum bert hevur eina hond, og fær sonin Barnum.

004

Áhugavert innihaldsyvirlit, sum eisni gerst partur av tulkingini.

Barnum er høvuðspersónur, hann hevur ein einsligan, fjálturstungnan barndóm, eitt eyðkenni við honum og fleiri øðrum persónum er , at teir teska (”hviskede han”), tað gevur ein óhugnadám. Barnum ræðist hálvbeiggjan Fred, og hann ræðist eisini pápa sín, tí at hann veit ikki, hvar hann hevur teir. Men Barnum elskar og verjir eisini Fred og fær stóra inspiratión av pápans anekdotum. Av tí at Barnum er so lítil á vøkstri, verður hann illa argaður, og hansara skúlagongd verður ein long skulkisøga, eins og dansiskúlin. Men endiliga fær Barnum vinir, og Vivian og Peder verða hansara lívsins felagar. Vit fylgja Barnumsa lívi, vit vita ikki, hvat Fred ger, tá ið hann er úti og reikar, stundum er hann burtur í dagavís. Men vit síggja, hvat Fred ger, og hansara gerðir vísa, at hann veit okkurt, sum vit ikki vita, kanska um sín horvna pápa. Bókin er ikki ein krimisøga, men hon er bygd soleiðis, at vit fáa ikki allar prikkarnar til putlispælið, so hon er gátufør og spennandi til síðstu síðu.

Brævið

Hetta brævið hjá langommuni úr Grønlandi hevur sera stóran týdning fyri fólkini og sostatt fyri søguna. Um kvøldarnar tekur langomman tað fram og lesur fyri teimum, tey duga brævið uttanat. Tað gevur teimum samband aftureftir , samband við ævintýr og fjarar møguleikar - og sínamillum, onkusvegna eisini samband við vit og skil, ein verja ímóti tí øra og óhugnaliga sum kríggið og Arnold umboða, langabbin endar brævið við, at hann gleðir seg at koma heim. Brævið verður burtur, men tað vísir seg, at brævið er selt, tað er pápin Arnold, sum stjelur og selur brævið. Arnold er ein gjørdur fani, men tað kemur so líðandi fram, og vit skilja eisini, at fananskapur kemur ikki av ongum.

Pápin, Arnold, hevði ein stak harðan barndóm í onkrari fiskibygd í Norðurnoreg, eisini hann lítil á vøkstri og mettur sum ein hálvur sonur av pápa sínum, sum vildi hava men ikki fekk fleiri børn. Sum barn misti hann ein fingur í flekingararbeiði – og maðurin sum neyðtók Veru manglaði ein fingur. hevði arbeitt í sirkusi saman við heimsin hægsta manni, men vit fáa at vita, at tað meturmálið var ei eftirfarandi, men hvat? Tað stóð á plakatini, at hann var 2,73 m, og mundus vult decipi (heimurin vil lumpast). Men hann var eisini tann, sum fekk Veru at flenna fyrstu ferð í mong ár, og tað var hann, sum hevði eitt kuffert fult av lógvabrestum. Barnum fær nógva inspiratión frá pápans upplivingum og søgum.

Tá ið alt kemur til alt er hetta ein menningarskaldsøga og ein ættarskaldsøga. Vit fylgja familjuni frá eldri beiggi hansara verður føddur, ja Barnum er frásøgufólk allan vegin, eisini áðrenn hann sjálvur er føddur. Í tí sambandi tosar hann um ”flash forward” og ”flash back” og ein skilur, at søgan er eitt arbeiðsskjal hjá filmshøvundinum Barnum Nielsen. Høvuðstráðurin er kanska hetta við at vera ”hálvur”, sum beiggjarnir eru, og tráanin at gerast heilur. Barnum er eisini so óvanliga lítil á vøkstri, hetta ávirkar hansara uppvøkstur og lív alt í ólukkumát, hann er ikki hægri enn ein hálvur maður næstan. Hannn verður argaður, og tað verður tosað um og sipað til støddina alla tíðina. Tá ið bókin endar er Fred komin aftur og lovar at ”fortelja Barnum alt”. Lesarin hevur tá fatan av, at beiggjarnir kortini eru ”heilir”.

005

Klemmurnar minna okkum á neyðtøkuna á turkiloftinum, har Vera hongdi klæði upp. Turkiloftið verður í bókini til ein óhugnaligan pall, sum kemur fyri fleiri ferðir.

Apr 8, 2014

NAINA 8. apríl

Dagurin upprann við føgrum sólskini og vit á NAINU fóru út at seta okkum. Tað var vælgerandi at kenna sólina hita ein. Vit sótu eina løtu við hondarbeiði.

012

Hervør, Bergljót og Ninbjørg

020

Esther, Hervør og Petra

014

Sólrun og Hervør

019

Ljósadúkurin hjá Petru.

So gekk leiðin út á LS, har knæholdið gjørdi harðar venjingar:

029030

Apr 6, 2014

Lesa fyri børnum.

 

Vit fóru niðan í Norðurlandahúsið , nú ið seinasti dagur av lesidøgunum var. Fingu høvi at síggja installatiónina hjá Sámali Blak og hoyra Sissal siga frá, hvat íð børn kunna fáa burtur úr upplestri.

Kanningar vísa, at tess meiri ið talað verður við barnið, og tess meiri ómak tú gert tær at greiða barninum frá, tess betur og skjótari lærir barnið at lesa (tosa, skriva).Tað er ikki nóg mikið at lesa upp fyri barninum kvøld eftir kvøld, ei heldur ber til at lesa somu bók fyri smáum og stórum. Barnið má sleppa at spyrja og fáa svar, bókin má vera á hóskandi støði til aldurin. Útlendsk kanning vísir, at sosial støða hevur eisini stóran týdning fyri, hvussu eitt barn mennist. Sissal dugdi væl, brúkti PP, men við skili. Sjálvandi var nógv, sum ein kundi siga um: ja hatta vita vit. Men fínt at fáa ’ítalusett’ (er hatta ikki eitt ljótt orð) henda gerandisliga trupulleika.

009

KNOW THE WORLD – KNOW THE WORD Til at læra orð er neyðugt at kenna samanhangin hjá orðinum, kenna orðsins heim, so at siga. So at hava børn við í dagligum arbeiði og vísa teimum og tosa við tey og brúka orðini, fleiri og fleiri orð, er ein góður máti at læra tey. Neyðugt er við nógvum fjølbroyttum tilfari. Allarseinast í framløguni segði Sissal, at sjálvandi er neyðugt við føroyskum teknifilmum og telduspølum. Og eg hugsaði, hví kemur hetta seinast sum ein parantes, vit vita øll, at børn brúka telduspøl og teknifilmar nógv meiri enn bøkur.

011

Hvussu nógv áratíggju hava vit sagt, at teknifilmar á føroyskum, barnabøkur á teldli og telduspøl mega koma, eiga at koma, skula koma – eini 3 áratíggju ? Í framløgum, bólkaarbeiði og fyrilestrum á Landsskúlafyrisitingini, Skúlabókagrunninum, Námi, Móðurmálslærarafelagnum - altíð móti endanum av niðurstøðuni, framløguni ella fyrilestrinum, sum ein parantes. Í øllum barnakømrum í landinum liggja dungar av litføgrum bókum, týddum og føroyskum. Tey, sum eru í bókaklubba, koma ikki út fyri at lesa allar hesar bøkurnar. Á bókadeildini siga tey, at tey hava ikki ráð at gera filmar ella telduspøl, og forlagið var eisini stovnað til at geva bøkur út (?).

untitled

MEÐAN VIT BÍÐA Og sjónvarpið sendir og endursendir Pingu, sum er fittur, men bara tosar volapykkk. Tey eiga sjálvsagt rós fyri MUMI, Jensinusa barnasendingar og annað, men teldan og teldilin og tað interaktiva er ikki við.

untitled2

Um vit nú settu ein part av pengunum av til teir nýggju miðlarnar um árið og góvu færri týddar bøkur út í eina tíð, so høvdu vit kanska um eitt ella tvey áratíggju havt nokk til ein teknifilm? (og sjálvandi broyttu lógargreinina, sum sigur, at forlagið gevur bara bøkur og plakatir út.)

Apr 5, 2014

Guðrun Einarsdóttir

Jórunn og Jóan Pauli fóru til fernisering og tóku meg við særSmile Tað var deiligt at sleppa út ein túr. Jórunn hevði eina gávu við – eina húgvu (Jórunn D. handicraft).

017

Listakonan er Guðrun Einarsdóttir, og eg skilji, at hon er kend listakona í Íslandi. Fyrsta eg kom inn hugsaði eg, eehhh ger hon tapet ella møbilstoff. Men tá ið stjórin á savninum hevði greitt frá,

002

004

of Sif í NLH hevði sagt nøkur orð, og eg fór nærri at myndunum var eg eitt sindur hugtikin. Ein ótrúliga løgin teknikkur gevur eina so serstaka yvirflatu, eina vond, sum er næstan sum bundið, vovið ella heklað. Akkurát sum tjúkt klæði. Ná, motivið er íslendsk náttúra, mosi, grót og t.d. gosgrýti. Jú, málningarnir líktust fotomyndunum, sum hon arbeiðir eftir.

007008

Har vóru bara kend andlit, Navna og Ásvør, tær arbeiða í Listaskálanum, Sonja og mong onnur.

015

Jóan Pauli – letur seg ikki lætt duperað – tók til eitt sitat frá Ingálvi: Ja tað er flott, men er tað gott? Ein spurningur er lutfallið millum tøkni og listafólk, kann tøknin í summum førum taka ræðið, so at listafólkið bara er hjálparin? Og er tað so list ?

006

Grækaris grashøvd

Ommu- abbadagur var í barnagarðinum í Øksnagerði hósdagin. Magnus kom og koyrdi meg og høkjurnar. Har var stak hugnaligt, vit fóru beinanvegin at evna til Grækaris grashøvd.

015

Eitt stak væl valt arbeiði til dagin, tey vóru so hugagóð at stappa í. Herbert var grammur og gjørdi tveir, men ikki gírigur, tí omma fekka annan, og hann situr her í vindeygakarminum og gløir, og abbi fekk hin.

017

Og so sáddu vit karse eisini.

018

Og ikki at gloyma drekkamunnin og kaku. Smile

024

Og so var listaframsýning, hvørt barn hevði teknað sína familju.

028030

Hjartans takk tit í Øksnagerði, sum taka hetta takið á hvørjum ári. Fyrimyndarligt arbeiði.

022