Apr 29, 2014

Vágar-Kastrup-Zaventem

Tað var vakurt  at flúgva yvir Roskildefjørðin í gjáramorgun.



Í gjáramorgun fór eg avstað, hevði bílagt mær koyring í floghavnum. Tænastan í Kastrup var góð, tey vóru klár og høvdu eitt fínt stað við góðum stólum sum bíðirúm. Komu so aftur eftir mær, tá ið SAS flogfarið skuldi fara. Tað er fyrstu ferð, eg havi havt Falck transport til mín sjálvs, so herligt, tað skuldi mann altíð, havt.



Ikki so í Brussel, fyrst var eingin har, so eg mátti bíða, so skuldi eg skifta bil fleiri ferð, tí at bilurin slapp ikki ígjøgnum hurðar. Tá ið eg bleiv biðin at bíða eftir bili 3. ferð, vóru vit tætt við viðførisbandið, so eg fór til gongu.

Men tað var herligt at síigja tey, sum vóru komin ímóti mær. Og so fingu vit deiligan døgurða og sjokofondue omaná.





No comments:

Post a Comment