Apr 15, 2014

Ikki bara at biðja lova sær!

Vit fáa “frí” frá venjing fyri páskir og skírisdag, møta aftur eftir páskir. Sum tað er torført at seta seg upp til at trena sjálv. Eg meini so við, eg fái ilt, tá iðeg geri venjingarnar, og tað skal eg, men tað er torført at sannføra seg sjálva.

images

untitled

Hevði gingið EIN stuttan túr, síðani eg kom heim, men so í gjár fóru vit ein túr til Gjáar, har var Ásfinnur sjálvandi, so vit vórðu avmyndað uppi á gjónni.

april_2014_20140414_1638544987

Ein deiligur dagur, veðrið helt sær, tey vassaðu niðan fyri brúnna, tey runnu niðan á “fjallið” og vit fingu bæði rísklattur og lasagnu. Eg njóti at vera saman við teimum smáu. Turið heldur páskafrí nú nakrar dagar.

april_2014_20140414_1784871739

Tá ið vit fóru suður, fór at regna.

No comments:

Post a Comment