Apr 10, 2014

Hálvbeiggin eftir Lars Saabye Christensen (f.1953)

Ein fantastisk bók, fangandi, passaliga ’torfør’, lesarin skal vera vakin og fylgja við alla tíðina. Mangar søgur flættast saman á 651 síðum um eina familju í Oslo beint eftir kríggið og uppeftir. Fimm ættarlið av hesi familju, Nielsen, verða víst.

003

Húsið á Kirkjuveg í Oalo er eitt kvinnuhús, fyrsta vit hitta tær, búgva 3 kvinnur har Tann gamla, Boletta og Vera. Hetta eru sterkar kvinnur, sum klára lívsins stormar við samanbitnum tonnum. Tann gamla (langomma høvuðspersónin) misti dreingin, tí hann bleiv burtur í eini grønlandsekspeditión, tað einasta, sum hon hevur eftir hann, er eitt bræv. Boletta vildi ikki binda seg til ein mann. Og Vera bleiv við barn við einum neyðtøkumanni 8. mai 1945 og fær sonin Fred. Seinni verður hon gift við Arnold, sum bert hevur eina hond, og fær sonin Barnum.

004

Áhugavert innihaldsyvirlit, sum eisni gerst partur av tulkingini.

Barnum er høvuðspersónur, hann hevur ein einsligan, fjálturstungnan barndóm, eitt eyðkenni við honum og fleiri øðrum persónum er , at teir teska (”hviskede han”), tað gevur ein óhugnadám. Barnum ræðist hálvbeiggjan Fred, og hann ræðist eisini pápa sín, tí at hann veit ikki, hvar hann hevur teir. Men Barnum elskar og verjir eisini Fred og fær stóra inspiratión av pápans anekdotum. Av tí at Barnum er so lítil á vøkstri, verður hann illa argaður, og hansara skúlagongd verður ein long skulkisøga, eins og dansiskúlin. Men endiliga fær Barnum vinir, og Vivian og Peder verða hansara lívsins felagar. Vit fylgja Barnumsa lívi, vit vita ikki, hvat Fred ger, tá ið hann er úti og reikar, stundum er hann burtur í dagavís. Men vit síggja, hvat Fred ger, og hansara gerðir vísa, at hann veit okkurt, sum vit ikki vita, kanska um sín horvna pápa. Bókin er ikki ein krimisøga, men hon er bygd soleiðis, at vit fáa ikki allar prikkarnar til putlispælið, so hon er gátufør og spennandi til síðstu síðu.

Brævið

Hetta brævið hjá langommuni úr Grønlandi hevur sera stóran týdning fyri fólkini og sostatt fyri søguna. Um kvøldarnar tekur langomman tað fram og lesur fyri teimum, tey duga brævið uttanat. Tað gevur teimum samband aftureftir , samband við ævintýr og fjarar møguleikar - og sínamillum, onkusvegna eisini samband við vit og skil, ein verja ímóti tí øra og óhugnaliga sum kríggið og Arnold umboða, langabbin endar brævið við, at hann gleðir seg at koma heim. Brævið verður burtur, men tað vísir seg, at brævið er selt, tað er pápin Arnold, sum stjelur og selur brævið. Arnold er ein gjørdur fani, men tað kemur so líðandi fram, og vit skilja eisini, at fananskapur kemur ikki av ongum.

Pápin, Arnold, hevði ein stak harðan barndóm í onkrari fiskibygd í Norðurnoreg, eisini hann lítil á vøkstri og mettur sum ein hálvur sonur av pápa sínum, sum vildi hava men ikki fekk fleiri børn. Sum barn misti hann ein fingur í flekingararbeiði – og maðurin sum neyðtók Veru manglaði ein fingur. hevði arbeitt í sirkusi saman við heimsin hægsta manni, men vit fáa at vita, at tað meturmálið var ei eftirfarandi, men hvat? Tað stóð á plakatini, at hann var 2,73 m, og mundus vult decipi (heimurin vil lumpast). Men hann var eisini tann, sum fekk Veru at flenna fyrstu ferð í mong ár, og tað var hann, sum hevði eitt kuffert fult av lógvabrestum. Barnum fær nógva inspiratión frá pápans upplivingum og søgum.

Tá ið alt kemur til alt er hetta ein menningarskaldsøga og ein ættarskaldsøga. Vit fylgja familjuni frá eldri beiggi hansara verður føddur, ja Barnum er frásøgufólk allan vegin, eisini áðrenn hann sjálvur er føddur. Í tí sambandi tosar hann um ”flash forward” og ”flash back” og ein skilur, at søgan er eitt arbeiðsskjal hjá filmshøvundinum Barnum Nielsen. Høvuðstráðurin er kanska hetta við at vera ”hálvur”, sum beiggjarnir eru, og tráanin at gerast heilur. Barnum er eisini so óvanliga lítil á vøkstri, hetta ávirkar hansara uppvøkstur og lív alt í ólukkumát, hann er ikki hægri enn ein hálvur maður næstan. Hannn verður argaður, og tað verður tosað um og sipað til støddina alla tíðina. Tá ið bókin endar er Fred komin aftur og lovar at ”fortelja Barnum alt”. Lesarin hevur tá fatan av, at beiggjarnir kortini eru ”heilir”.

005

Klemmurnar minna okkum á neyðtøkuna á turkiloftinum, har Vera hongdi klæði upp. Turkiloftið verður í bókini til ein óhugnaligan pall, sum kemur fyri fleiri ferðir.

No comments:

Post a Comment