Á NAINU veit mann, at tað er fríggjadagur, tá ið tær bjóða kakao við róma og nýbakaðar bolla, ein fínur máti at byrja vikuskifti. Altíð gott at gera sær dagamun!
Tað er helst beint, at ein skal ikki fara at klænka seg beint tá ið ein skal restituera seg, góð vísindalig umbering
Búfólkini á NAINU eru sera glað um at vera her, takksom at tað ber til at fáa so góða eftirviðgerð. Javnan fær starvsfólkið heilsanir, sum vísa júst tað. Hesa vøkru og leskiligu páskakurvina hava tær fingið frá Óluvu, sum er so sera glað fyri tíðina á Hvíldarheiminum. Vit síggja leiðaran Ásu, hon takkar hjartalaiga fyri kurvina og heilsanina!
No comments:
Post a Comment