Onkur kallar hana tann armenska Anna Frank. Báðar eru ungar gentur, sum eru í jagstraðum fólkabólkum – onnur jødi hin armeni. Men frásagnir teirra líkjast ikki, Aurora skrivar lítið og einki um familjulív ella samband við systkin. Og Anna Frank hevur ikki nærlýsingar av harðskapi og neyðtøkum og ómenniskjaligum atburði. Anna Frank skrivar dagbók, so hvørt hendingar fara fram, og dagbókin er skrivað, áðrenn hon varð fangað. Aurora Mardiganian sigur sína søgu, eftir at ræðuleikarnir eru farnir fram, og hon er komin til USA.
Síggi á Wikipedia, at ein filmur varð gjørdur í 1919, og Aurora spældi sjálv við. Tað er ófatiligt, at tey skula hava latið gentuna gjøgnumlivað sína pínslusøgu aftur, fyrst við at siga hann og síðani við at spæla hana. Ómenniskjalig viðferð, men sjálvandi, tað stendur í innganginum, at að var Aurora sjálv, sum insisteraði – men kortini, hon var bara 17 ár tá.
Hans Andrias Sølvará, sum segði frá fyrra heimsbardaga í útvarpinum, sipaði fleiri ferðir til tað osmanniska ríkið, sum var um at detta sundur. Hendingarnar í bókini fara júst fram í skugganum av fyrra heimsbardaga í Osmanniska ríkinum, ella við heimsbadaganum sum alibi.
Armenar eru kristnir, armenska kirkjan er hin elsta í heiminum, og hetta var ikki fyrstu ferð, at muslimsku grannar teirra forfylgdu teimum. Armenia er vestantil í núverandi Turkalandi, men armenar búðu eisini víða um aðrastaðni. Í dag búgva eftirkomarar eftir flýddar og burturriknar armenar ymsastaðni í heiminum, nógvir í USA.
Gentan greiðir frá tí, hon upplivdi, tá ið hon og familja hennara var rikin úr sínum heimi, noydd út í ein deyðsmarsj og síðani, at hon sá og hoyrdi turkar og kurdar pína og lamløsta fólk, og at hon sá teir drepa mammu sína og smáu systkin.
Størsti partur av bókini er sjálv gongan, túsundavís av fólki drivin sum kríatúr úr bygdum og býum imóti oyðimørkini, tann politiska ætlanin var at týna allar armenar.
Fangaflutningurin hevur eitt ávíst mystur, sum verður endurtikið í hvørjari bygd: Fyrst verða menn og vaksnir dreingir tiknir avsíðis og dripnir, síðani verða konur og børn rikin út at ganga. Tey ganga í dagar og vikur, vápnaðir vaktarmenn ansa eftir. Hvørt kvøld verður steðgað, og tá er fast, at hermenninir koma at leita sær eftir eini gentu ella nøkrum gentum til at hava tað kvøldið. Tær vakrastu eru í størst vanda, Aurora og systir hennara royna at smyrja runu í andlitið til at verja seg. Neyðtøkurnar eru nógvar, og genturnar verða stak illa viðfarnar, summar bara dripnar aftaná. Hvønn dag leggjast summi fyri, tey verða bara liggjandi við vegjaðaran at doyggja í hungri og tosta.
Smábørn eru til ampa í gonguni, tey verða eisini savnað saman, og teir fortelja, at tey skula í skúla, men armenar vita, at hetta er lygn, børnini verða dripin og tveitt í eina á. Heilt smá børn, nýføðingar verða nýtt til bólt, teir spæla við tey á bayonettunum, tveita tey upp og lofta teimum aftur. Slíkur sadistiskur atburður sæst eisini, tá ið tað ræður um barnakonur.
Hvørja ferð tey koma til eina muslimska bygd, selja vaktarmenninir gentur til harem ella til at vera trælir. Tað er eisini fleiri ferðir, at Aurora greiðir frá, at vanligir muslimar vóru líka ringir sum hermenninir, tey noktaðu teimum t.d. vatn, seldu vatn ovurdýrt og stoyttu vatnsopan á jørðini fyri eygunum á teimum.
Ein annar partur av hesum harðskapi var, at konufólkini fingu tilboð um at skifta trúgv, hóast nógv stóð á teimum, vóru fleiri, sum gjørdu hetta til at bjarga foreldrum ella systkjum. Tær fingu so muslimsk klæði og turriklæði, men turkar hildu ikki lyftið um at spara teirra familju.
Aurora fylgist við mammu og systkjum ein part av vegnum, men verður so tikin, tí at ein stórmaður við hava hana, hon sleppur undan honum við at leypa í ánna, áin er full av blóði og líkum. Hon upplivir eisini, at koma í tryggleika í einum klostri, sum tó eftir eina tíð verður álopið og allir munkarnir dripnir. Aurora endar eisini í einum haremi, men verður bjargað, tá ið seyðamaðurin, hon kendi heima í bygdini hoyrist floyta uttanfyri, og hon floytar aftur, og hann kennir hana á floytinum. Hann hjálpir henni úr fangatippinum og verður dripin fyri tað. Aurora hittir mammu sína aftur og tvey smá systkin, tey fylgjast aftur eina tíð, men í eini óhugnaligari frásøgn ímóti endanum á bókini verður mamman pískað til deyðis og systkini stungin til deyðis, meðan Aurora stendur og hyggur. Mamman doyr við kristnari bøn á varrunum, og bókin leggur dent á, at armenar eru djúpt kristnir, at teirra land er landið, har hendingar í bíbliuni fara fram, og Aurora trýr alla tíðina, at tann kristni Gud er við henni.
Bókin er ótrúliga óhugnalig, ótespilig lýsing av mannajagstran og sadistiskari atferð.
Plakatin til filmin 1919
Stílistiskt bragd ella bókmentaligt listaverk er bókin ikki, men eitt týdningarmikið søguligt skjal, eygnavitnisfrágreiðing um fólkamorðið í Armenia 1915.
No comments:
Post a Comment