Apr 26, 2014

Khaled Hosseini: And the Mountains Echoed

 

IMG_20140422_190019[1]

Havi fyrr lisið Kiterunner og A Thousand Splendid Suns. Hendan er eisini góð, um kanska ikki so dramatisk og hjartaskerandi sum hinar. Kanska er tað frásøguviðurskiftini, sum gera tað. Frásøgnin er nógv ár aftaná hendingarnar, t.d. brævið hjá Nabi við øllum avdúkingunum. Sjónarhornið skiftir eisini sera ofta, sum kanska ger, at vit knýta okkum ikki sera tætt at einum ella fáum persónum.

Bókin hevur 9 kapittul, og í Bókastevi vóru vit samdar um, at summir av pørtunum vóru eins  og síðuspor, tey vóru sjálvandi við til at seta søguna í størri høpi, eitt nú kap. 7 um smádreingin Adel, sum finnur út av, at hetja hansara - pápin – er ein korruptur narkobarónur, ella kap. 8 sum er um familjuna hjá Markosi - læknanum í Kabul - á einari grikskari oyggj.

Eitt gjøgnumgangandi tema er at missa, foreldur missa børn, børn missa foreldur. Rættiliga syrgilig bók.

Ikki myndaríkur stílur, tó eru minniligar ímyndir sum fjaðrarnar, sum Pari savnar í eini dós, og sum Pari (úr París) fær at síggja nógv ár seinni, ella vøgguvísan, sum fylgir familjuni gjøgnum alt lívið. Serstøk mynd er tað stóra træið, sum ímyndar bygdina og samanhald, leik og spæl – niðurhøgt, og træstubbin stendur seinni á ‘stolnari’ jørð.

Fleiri rørandi brot eru, har ið menniskju møta eirindarleysari lagnu, t.d. tá ið Abdullah missir sína lítlu systur, sum hann hevur passað, síðani hon bleiv fødd, og mamman doyði.

Hjartaliga takk Marjun fyri eitt fínt kvøld.

No comments:

Post a Comment