May 30, 2014

Eg var mær og vitjaði bróður

Turið systir beyð mær við til Íslands við Norrønu, hetta var tann víðagitna kvæðaferðin ella kvæða cruise. Tey hava gjørt eina slíka ferð áður, og hana hava vit hoyrt nógv gott um. So vit vóru glaðar og spentar, tá ið vit komu við pakka og sekk umborð í allarbesta veðri mánadagin.

Svein í Heiðunum var tann , sum beyð okkum vælkomnum í Saga lounge. Svein hevur lagt ferðina til rættis saman við Rasmus Joensen í Sláið ring. Ein fín skrá, ikki ov nógv á skránni, men passaligt. Vit vóru ein busstúr týsdag, koyrdu um heiðina og so framvið Eskifirði og Reyðarfirði til Neskaupstað. Bygdirnar eysturlandinum hava allar okkurt at bjóða ferðafólki, einastaðni er eitt krígssavn og á Eskifirði er ein framúr góður svimjihylur. Í Neskaupstað er eitt savnshús við trimum søvnum, málningasavn eftir kenda býarsonin Tryggva Ólafsson (f. 1940), eitt sjóvinnusavn og eitt náttúrusøgulig savn.

Tá ið vit komu til Neskaupstað var merkið drigið á stong saman við íslendska flagginum. Vit fingu at hoyra ein fyrilestur um sambandið millum íslendingar og føroyingar á Eystulandinum. Íslendingar vóru ikki altíð so fegnir, at føroyingar komu yvir og fyltu bátarnar og fingu betri prís fyri fiskin enn íslendingar. 


Mikudagin varð farið gongutúr á Seyðisfirði, har fingu vit at hoyra um norðmannin Vattne, sum búsettist á Seyðisfirði og var stórreiðari, hann átti m.a. Vaagen. Vit sóu telegrafmuseum og eina gamla jarnsmiðju. Og so vóru vit inni í kirkjuni bláu. Fyrrverandi borgarstjórin Jónas Hallgrímsson segði okkum frá kirkjuni, og aftaná koyrdu hann og núverandi borgarstjórin summi av okkum inn til kirkjugarðin. Í kirkjugarðinum á Seyðisfirði er grøvin hjá sjey føroyingum, harav seks úr Sumba. Teir vóru við Riddaranum. Steinurin er vakur, men nøvnini eru ólesandi, tað hevði sømt seg, hevði steinurin verið restaureraður, soleiðis at upplýsingarnir vóru lesandi. Enska stjórnin heldur gravir og minnismerki um sínar hetjur um allan heim, vit áttu eisini at víst virðing fyri okkara hetjum, sum hvíla í fremmandari jørð. Sumbingar høvdu blómur við á grøvina.

Dansurin gekk so lystiliga øll trý kvøldini, sum er ikki so løgið, dansifólk úr øllum landinum var við. Og so var tað fyrilestrarnir – ikki at gloyma. Ein um Kjartan Ólavsson (Turið Sigurðardóttir) og ein um Virgar Vølundsson (Rasmus Joensen), vit sótu sum undir lestri. Turið segði  m.a nakað um, hvussu Laksdøla søga greiðir nærri frá ymiskum, sum er í kvæðinum, og Rasmus segði m.a. nakað um tað umhvørvi í Sumba, sum Meinhard Djurhuus dvaldist  í, tá ið hann bara 17 ára gamal yrkti Virgars kvæðið. Aftaná varð so farið upp á gólv, og tey umrøddu kvæðini kvøðin. Helga skipaði Kjartan og ein ungur maður úr Suðuroy skipaði Virgars kvæði, og tað var eyðsæð, at tey vóru væl fyrireikað, dansurin gekk sum ein dreymur.
 Virgar Vølundsson
Mikukvøldið var ein skúlaflokkur úr frískúlanum í Havn (á Velbastað) í dansinum og Leon skipaði Ólav Riddararós.
Norrøna er eitt gott hotell, maturin er fínur, og kamarið var fínt. Tað einasta, sum ein kann finnast at, er buffet rokið. Tá ið øll skula eta í senn (tí at týskarnir koma kl. 8), verður ein ókristilig bíðirøð, fólk standa sum sild í tunnu í eini 3 korter til ein tíma. Og tey standa har, sum hini, sum hava fingið mat, sita og eta...nei hatta er ikki nóg gott.
Vit síggja, at Anna hyggur langtandi eftir matinum, har hon stendur beint hjá teimum etandi.
Her ringir bíðiormurin seg út í matstovuna frá buffetini.
Hósdag fyrrapart var ein spurnarkapping á skránni, við kvæðaspurningum. Trý hold meldaðu seg til, hópurin Vágar Gjáar vann, men kappingin var jøvn. Sera spennandi og stuttligt undirhald. Óli og Rasmus høvdu gjørt spurningarnar. Her niðanfyri síggja vit tað vinnandi liðið.
Spurnarkapping, liðið VágarGjáar

Robert hevði sang og segði sínar eyðkendu skemtisøgur tvey kvøld, og hann var eisini væl fagnaður.
Smyril Line (Svein í Heiðunum) og Sláið ring eiga rós uppiborið fyri væl skipaða ferð.
 

No comments:

Post a Comment