May 13, 2014

Paul Auster: Invisible


 
Dóturmaðurin Michel hevur nógvar Paul Auster bøkur í hillini. Havi lisið Paul Auster onkuntíð fyrr, tá ið hann fyrst kom fram, men helt so, at hann var ov torskildur fyri meg. Men henda bókin er góð, sera góð.
Bókarheitið er gátuført, sera torført at siga, hvør ella hvat tað er, sum er ósjónlig/ur/t. Ein av persónunum er drápsmaður, men verður ikki tikin fyri sína gerð, hansara sanna persónligheit er ósjónlig fyri øll uttan høvuðspersónin Walker. Eitt ummæli, sum tulkar bókarheitið: http://www.escapeintolife.com/book-reviews/a-review-of-paul-austers-invisible/

Bókin er í fýra pørtum hvør við sínum frásøguhátti. Fyrsti partur hevur hin 20 ára gamla wannabe yrkjaran Adam Walker sum frásøgufólk, og sagt verður frá í 1. persóni. Søgan er um Adam og Rudolf Born og damuna hjá honum Margot. Teirra kennskapur ella vinarlag endar sera brádliga eftir ræðuliga hending í eini myrkari gøtu í NY. Annar partur hevur rithøvundin Jim sum frásøgufólk fyrst, Walker setir seg í samband við hann, teir hava brævaskifti, og vit finna útav, at fyrsti partur er byrjan av ævisøgu, sum Walker sendir til Jim, skrivað uml. 40 ár eftir hendingar. Nú sendir hann annan part av hesi søgu, og í tí partinum, sum mest er um Walker og systur hansara Gwyn, tá ið tey vóru ung, er Walker umrøddur sum 2. persónur, ’you’. Triðji partur hevur fyrst Jim sum frásøgufólk, tá  ið hann fer at vitja Walker. Henda vitjan gongur tó ikki sum ætlað, men Jim fær triðja og síðsta part av søguni heim við sær. Hesin partur gongur fyri seg í París, har Walker hittir Rudolf aftur, og hendingar gerast dramatiskar. Fjórði partur  er um, at Jim, sum hevur lisið hesa sjáldsomu søgu hjá Walker, fer at kanna, hvat er upp og hvat er niður til at royna at finna sannleikan. Hann fer til París og hittir Celine Juin, sum var forelskað í walker, tann tíð tað var. Hesin partur greiðir frá Rudolf, nakað um hansara loyndarmál, og hvussu hann endaði, vit síggja dagbókina hjá Celine, so tað er hon sum er frásøgufólk.

Sera áhugaverd bygging og frásøguviðurskifti, sum gera søguna meiri runda og trúliga.

Høvuðstema er kanska at skriva og geva út, at skriva tað, tú minnist. At minnast er ikki so einfalt, tí kanska tú minnist skeivt, og kanska onnur minnast hendingarnar heilt øðrvísi. Og gomul minni er ikki tað sama, sum nýggj minni, tey brýnast og litast, sum árini ganga. Walker skrivar ikki sína bók, fyrr enn hann er gamal og sjúkur, hann heldur, at hann má fáa hetta burtur av sær, moralur ella samvitska plága kanska mannin. Jim verður so hansara kritikari og møguliga útgevari Men skal alt gevast út? Systir Walker, sum arbeiðir á einum tíðarriti, heldur, at tey skula broyta øll nøvn og so geva bókina út undir Jimsa navni, tí hon er væl skrivað, hóst hon er ikki ”sonn”, sigur Gwynn, sum hevur ein stóra leiklut í søguni hjá beiggjanum. Celine er bókmentaprofessari og skrivar dagbók. Nógvar bókmentaligar tilsipingar eru í bókini.
 

Eitt annað tema er erotikkur, holdsligur kærleiki, vit síggja tann unga Walker verða heilt uppslúkaðan av Margot, sum er ein sofistikerað, gáturfør dama, nakað eldri enn Walker. Hon vísir seg at vera eitt goysandi gosfjall á lakinum.
Tvístøðan hjá Walker: at gera tað moralskt rætta ella lúta fyri hóttan og bangilsi og bjarga sær sjálvum, er vælkent tema. Hann ger tað, sum samvitskan býður, men drálar í so leingi. Drálar so leingi, at hann fær ringa samvitsku av drálinum.

Walkersa bók hendir í 1967, og Jim lesur hana 40 ár seinni, samtíðarhendingar verða havdar á lofti, eitt nú ungdómsuppreisturin í París. Serliga Rudolf tosar um politikk, og serliga tá ið han er fullur, nevnir m.a. Berlin múrin, sum er fallin. Rudolf hevur sjálvur verið í kríggi og er ávirkaður av tí.

Frálík bók

No comments:

Post a Comment